hósdagur 15. januar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2009
Í 1988 var nýggj
umhvørvislóg sett í
gildi. Í henni stendur
millum annað, at
virkir við serliga
dálkandi virksemi,
sum verða tikin í
nýtslu ella broytt
eftir gildiskomuna,
skulu hava umhvørvis
góðkenning. Hetta
merkir samstundis, at
virkir, sum vóru í nýt
slu í 1988 ikki hava
tørv á umhvørvisgóð
kenning.
Umhvørvi
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ongin veit, hvussu nógv
verður koyrt á blámann, tí
onki eftirlit er, um virkið
hevur staðið í sama líki síð
an 1988, tá lógin um
umhvørvisvernd varð sett í
gildi.
Orsøkin til hetta er, at í
lógini um umhvørvisvernd
eru ongi krøv til virksemi,
sum byrjaði áðrenn lógin
kom í gildi. Í lógini er tó
møguleiki hjá avvarðandi
landsstýrisfólki at gera regl
ur fyri eldru virkini, har
landsstýrisfólkið yvir eitt
áramál kann avgera, at øll
dálkandi
virkir
skulu
umhvørvisgóðkennast.
Sum skilst var ein til
gongd um ár 2002, tá hetta
var upp á tal, men hon steðg
aði, og virkini hildu fram at
dálka.
Virkini, ið koma undir
hesa lóg, sum serliga dálk
andi eru millum onnur
skipasmiðjur, metalstoypi
virkir, orkuverk, flótidokkir,
sementvirkir,
asfaltverk,
reinsarí og fyritøkur, ið
fáast við mjólkaúrdráttir.
Ongin veit nøgdirnar
Hóast lítlar og ongar kann
ingar eru gjørdar av hav
botninum við skipasmiðjur
og virkir annars, so er tað
ikki so løgið, at ikki so
nógv er at fáa á seiðabergi.
Skipasmiðurnar hava til
dømis nógv kopar í máling
ini til skipini, og hetta skal
virka beinleiðis forðandi
fyri vøkstur, so tað er ikki
so løgið, at onki lív er í sjón
um við skipasmiðjurnar. Í
londunum rundan um okk
um hava tey gjørt nógv við
umhvørvisgóðkenningar til
dálkandi virkir, men lógin
varð ongantíð gjørd liðug
her. So hjá okkum er lítið at
gera, greiðir Jóhanna Olsen,
deildarleiðari á Umhvørvis
stovuni, frá.
Hóast ongar kanningar
eru gjørdar av virkjum, so
hava
onkrar
kommunur
gjørt kanningar av havnu
num hjá sær, og til dømis í
Tórshavnar havn hevur Bio
far gjørt kanningar fyri
Tórshavnar kommunu.
Tað vísti seg at vera
nógv blýggj og kyksilvur á
botninum, men vit hava
ongantíð kannað eldru virk
ini, tí tey eru ikki umfataði
av lógini um umhvørvis
vernd, sigur Jan Sørensen,
stjóri á Biofar.
Gera ábøtur
Skipasmiðjurnar dálka sam
bært Jóhonnu Olsen rætti
liga nógv, men MEST, sum
er størsta skipasmiðjan í
landinum greiðir frá, at tey
nú gera ymisk tiltøk, sum
skulu minka um dálkingina,
og sum krevja umhvørvis
góðkenningar.
Sambært
Eyðfinni
Egholm er talan um skipanir
við reinsiskipanum, soleið
is, at tað, sum rennir frá bed
ingini fer í eitt tílíkt í Havn.
Á Skála eru somu ætlanir,
tá skipanin í Havn er góð
kent.
Tvey starvsfólk
Sambært Jóhonnu Olsen á
Umhvørvisstovuni er tað
soleiðis, at um landsstýris
kvinnan í innlendismálum
avger, at virkir eldri enn
1988 skulu kannast, so
merkir hetta, at tvey starvs
fólk mugu setast afturat á
Umhvørvisstovuni.
Hetta
hevði verið til umsiting av
loyvunum og so framvegis.
Tað eru fyritøkurnar
sjálvar, sum gjalda fyri
kanningarnar, so tað hevði
bara verið umsitingin, sum
skuldi vaksið eitt sindur hjá
okkum, staðfestir Jóhanna
Olsen.
Landið ger onki
Hóast málið hevur verið
uppi og vent fyrr, og lands
stýriðfólkið av sínum ein
tingum kann broyta lógina,
og Annika Olsen, lands
stýriskvinna við innlendis
málum, er greið yvir trupul
leikan, so fer hon onki at
gera við virkini, sum vóru
áðrenn 1988.
Tað er sjálvandi óheppið,
at nøkur virkir sleppa at
dálka so illa, men prinsippið
er, at mann ikki lóggevur
aftur í tíðina. Tað verður
heldur ikki politisk semja
um hetta, sigur Annika
Olsen. Hon leggur at aftur
at, hon ongar ætlanir hevur
um at trýsta hetta ígjøg
num.
Brot úr galdandi lóg
frá 1988 um umhvørvis
vernd
§ 26. Fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, ið eru at finna í
fylgiskjalinum til lógina, mugu ikki verða gjørd ella
farin undir, fyrr enn góðkenning er givin til slíkt.
Nevndu fyritøkur, virkir ella útbúnaðir mugu ikki
víðkast ella broytast byggifrøðiliga ella rakstrarliga á
ein hátt, ið nertir við dálkingarviðurskifti virkisins,
fyrr enn víðkanin ella broytingin er góðkend.
§ 2. stk. 1) Landsstýrismaðurin kann gera broytingar
í fylgiskjalinum.
§ 3. stk. 1) Fyritøkur, virkir ella útbúnaðir, sum í
fylgiskjalinum eru merkt við eini stjørnu, kunnu av
landsstýrismanninum verða undantikin skylduni til
góðkenning, tá tað metir, at tann dálking, ið virkið,
fyritøkan ella útbúnaðurin vil kunna elva, hevur
minni týdning fyri umhvørvið.
§ 27. 1) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, at
verandi fyritøkur, virkir ella útbúnaðir av teimum
sløgum, ið eru nevnd í fylgiskjalinum, innan nærri
ásetta freist skulu søkja um góðkenning, uttan mun
til, um tey verða víðkað ella broytt.
Sum sæst í § 27, er tað landsstýrisfólkið, ið avger – í
hvønn mun – fyritøkur, sum vóru til í 1988 skulu
umhvørvisgóðkennast.
Virkir kunnu dálka
sum teimum lystir
Øll virki, sum vóru til áðrenn 1988 kunnu dálka frítt,
men hetta ætlar Annika Olsen, landsstýriskvinna í
innlendismálum, ikki at gera nakað við
Bót um roknskapurin
kemur ov seint
Framyvir fer Skráseting Føroya at útskriva bøtur til nevndarlimir og
stjórar, um ársroknskapurin kemur ov seint. Av teimum 2228
ársroknskapunum, sum vórðu latnir inn í 2008, komi 1224 ov seint. Hetta
er meiri enn 50 prosent. Men nú verða mannagongdirnar broyttar, soleiðis,
at nevndarlimir og stjórn í feløgum fáa bøtur, verður ársroknskapurin ikki
latin til tíðina. Í ársroknskaparlógini verður greitt frá, hvørjar freistir
feløgini hava rætt til, og eisini verða bøtur upp í 3000 kr. nevndar. Um
ársroknskapurin ikki kemur inn, verður felagið sent skriftirættinum til
tvingilsavtøku, sigur Skrásetingin í tíðindaskrivi.
Altjóða veðurlagsráðstevna
í Keypmannahavn
Universiteti í Keypmannahavn skipar í døgunum 10. til 12. mars fyri
eini vísindaligar ráðstevnu um veðurlagsbroytingar. Ráðstevnan er
skipað sum eitt felags átak við níggju onnur granskingaruniversitet
í ‘International Alliance of Research Universities.’ Úrslitini, ið verða
løgd fram á ráðstevnuni, verða brúkt í arbeiðinum hjá ‘Intergovern
mental Panel on Climate Change’ (IPCC). Ráðstevnan er undangon
gu ráðstevna fyri risastóru STráðstevnuni um veðurlagsbroytingar,
sum verður hildin í Keypmannahavn í november – desember í 2009,
sigur Granskingarráðið.