Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2009 Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer nú at typpa eitt hol í lógini og tað fer at gera tað torførari hjá misnýtarum í Føroyum at útvega sær hassj og onnur líknandi ólóglig rúsevni Rúsevni Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fer tað at verða tórførari hjá misnýtarum úr Føroyum at útvega sær bæði hassj og onnur, líknandi rúsevni. Tað hendir, nú Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at typpa eitt hol í lógini, sum higartil hevur gjørt tað munandi lættari hjá misnýtarum at útvega sær hesi rúsevni. Øll vita, at tað er ólógligt at innflyta hassj og onnur rúsevni. Men fríggjadagin kundi Sosialurin avdúkað, at tað er fult lógligt at innflyta fræ til plantur, sum tað ber til at vinna hassj burtur og onnur rúsevni burtur úr. Bæði tollvaldið og løg­ regla váttaðu fyri Sosiali­ num, at fræ til hesar plantur verður innflutt til Føroyar og verða funnin í tollinum. Men bæði tollarar løg­ reglufólk standa maktas­ leys, tí talan er um fult lógligan innflutning. Tískil kunnu tey ikki gera annað enn at lata tað sleppa ígjøgnum tollin, hóast tey eru fullgreið yvir, at einasta endamálið við at innflyta hetta fræið, er at planta tað og at vinna rúsesevni burtur úr plantuni. Tað verður ikki ólógligt, fyrrenn fræið verður plant­ að og løgreglan sigur, at tey koma javnan fram á fólk, sum hava urtapottar við plantum í, sum tað ber til at vinna rúsevni burtur úr. Og tá ið tað er ólógligt at hava plantuna, verður hald lagt á tær og eigarin ákærdur. Men hvørki yvirtollarin, Kjartan Dam Joensen og Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løg­ regluni, skilja, hví tað skal vera loyvt at innflyta fræið, tí endamálið við innflutn­ inginum kann bara vera at dyrka tað fyri at vinna rúsevni burtur úr. Teir skilja ikki, at rús­ evnamisnýtarar skulu hava hendan møguleikan og teirra staðiliga áheitan á politikararnar er at gera innflutningin av hesum fræi ólógligan fyri eisini at lata hesa hurðina aftur fyri misnýtarum. Holið typpast Og tað er akkurát tað, sum Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í heilsumálum nú fer at gera. Akkurát sum avdúkingin í Sosialinum um, at tað er lógligt at innflyta fræ til rúsevnaplantur, kom óvart á tey flestu, kom tað eisini óvart á landsstýrismannin. Men síðani hevur hann kannað málið og hann er komin eftir, at tað er ein kunngerð í lógini um rús­ evni, sum skal broytast fyri at gera tað ólógligt at innflyta hetta fræið. Og tað kunngerðina fer hann nú at broyta beinan­ vegin. Eftir hesi umrøddu kunn­ gerðini er tað ólógligt at innflyta cannabisplantur, sum hassj verður gjørt burtur úr, til Føroya. Eftir kunngerðini er tað ólógligt at innflyta “over­ jordiske dele” av plantuni, sum tað stendur. Men fræið er undantikið forboðnum og tað er sostatt fult lógligt. ­ Vit duga ikki at síggja nakað endamál í at fræið skal vera lógligt og tí fara vit at taka stig til at broyta kunngerðina so at tað verður líka ólógligt at innflyta fræið, sum tað er at innflyta sjálvt hassjið, sigur Hans Pauli Strøm. Og tað fer hann at gera beinanvegin, tí hann sigur, at tað hevur ikki nógv upp á seg at broyta kunngerðina. Hann sigur, at hann hevur eisini tosað leyðsliga við løgregluna og har hava tey undrast á, at tað er lógligt at innflyta fræ til rúsevna­ plantur til Føroyar. Løg­ reglan heitir samstundis á landsstýrismannin um at gera tað ólógligt. Bindur um heilan fingur Men fyri at binda um heilan fingur, fer landsstýrismað­ urin eisini at spyrja seg fyri hjá Fólkaheilsuráðnum og í danska heilsustýrinum, sum eru serkøn á økinum, fyri at vita um onkur serstøk orsøk, sum ongin er komin í tankar um, er til tað er lógligt at innflyta fræ. ­ Eg dugi ikki at síggja, hvør tann orsøkin skuldi verið, men fyri at binda um heilan fingur, fara vit at spyrja okkum fyri áðrenn nøkur stig verða tikin, sigur Hans Pauli Strøm. ­ Men nú vit fara í holt við at broyta kunngerðina, fara vit eisini at spyrja sakkunnleikan um tað eru onnur viðurskifti, sum eiga at verða broytt samstundis og sum gera tað torførari at fáa fatur á rúsevni, leggur hann afturat. Torførari at vera hassjari í Føroyum Hans Pauli Strøm, landss­ týrismaður í heilsumálum, fer nú at gera tað tórførari hjá føroyskum misnýtarum at útvega sær hassj og onnur líknandi rúsevni Kunngerðin Í kunngerðini um innflutning av rúsevnum, stendur, hvørji evni eru forboðin at innflyta til Føroyar. Tað sæst, at eftir kunngerðini, er fruktin, ella fræið, undantikið forboðnum. Í brotinum í kunngerðini, sum er viðkomandi í hesum føri, stendur at tað er bannað at innflyta............ Cannabis (hvorved forstås elle overjordiske dele af planter, tilhørende slægten cannabis, hvorfra harpiksen ikke er fjernet. Undtaget er dog frugter av hampeplanten (hampefrø) og hampestaver i isoleret tilstand) Kvinnur óttast arbeiðsloysi Síðani heimsumfatandi fíggjarkreppan byrjaði, hava nógv fleiri menn enn kvinnur mist arbeiðið. Men kortini stúra kvinnurnar meiri enn menninir fyri at fáa uppsagnarbræv. Tað vísir ein donsk kanning, sum bankin Nordea hevur latið gera. Har svarar triðja hvør kvinna, at hon stúrir fyri at missa arbeiðið í 2009. Hjá monnunum gongur fjórði hvør við somu stúran. Men sambært greinaranum Ann Lehmann Erichsen stúra bæði kynini ov nógv, tí hóast arbeiðsloysið fer at veksa, eru tað lutfalsliga fá, sum missa arbeiðið. Fólkatalið minkar sunnanfjørðs Talið á íbúgvum í Suðuroyar sýslu minkaði við 47 fólkum frá 1. januar til 1. desemer 2008. Hetta er ein minking uppá 1 prosent. Sama tíðarskeið minkaði talið á íbúgvum í Sandoyar sýslu við 12 fólkum, ið er ein minking uppá 0,8 prosent. Fyrstu ellivu mánaðirnar av 2008 vaks talið á íbúgvum í Føroyum við 341 fólkum, ið er ein vøkstur uppá 0,7 prosent, skrivar Hagstovan.