Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2009 Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, heldur at sparitiltakið hjá aðalráðnum í Mentamálaráðnum ljóðar tiltalandi. – Tað at starvsfólkini taka felags ábyrgd, heldur enn at tvey ella trý fólk verða koyrd til hús, ljóðar tiltalandi, sigur fíggjarmálaráðharrin Sparitiltøk Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað at almenn arbeiðspláss hugsa øðrvísi og solidariskt, tá tey skulu spara, ljóðar eftir øllum at døma tiltalandi til fíggjarmálaráðharran, Jóannes Eidesgaard. Nú Mentamálaráðið hev­ ur skotið upp fyri sínum starvsfólkum, at tey skulu halda frí í eina viku uttan løn, heldur enn at eini tvey ella trý fólk verða uppsøgd, er hugsandi, at fær tað undir­ tøku, verða líknandi tiltøk sett í verk aðrastaðni. ­ At starvsfólkini vísa solidaritet fyri hvørjum øðr­ um, heldur enn at fólk verða søgd úr starvi, ljóðar tiltal­ andi uppá meg persónliga, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Tó skilur hann væl at fak­ feløgini óttast sparitil­ tøkini. ­ Talan er jú um eina reella minking í árslønini hjá starvsfólkunum, og tað sigur seg sjálvt at fakfeløgini mugu umhugsa hetta upp­ skotið, sigur Jóannes Eides­ gaard Er talan ikki um eitt til­ tak, ið kann skapa precedens fyri líknandi tiltøkum í framtíðini? ­ Tað kann væl vera at het­ ta kann skapa precedens fyri líknandi tiltøkum í framtíðini. Men tað verður jú upp til hvørt ráðið sær at gera av. Sum umboðandi lønardeildina vil eg ikki gera fleiri viðmerkingar enn tær, at so leingi Menta­ málaráðið fær tær tænastu gjørdar, sum tey skulu hava, og fyri teir pengarnar, ið eru játtaðir, er eingin trupul­ leiki, greiðir Jóannes Eides­ gaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum frá. Á fíggjarlógini fyri 2009 er Mentamála­ ráðið skert millum 700 og 800.000 krón­ ur, og tí hevur Helena Dam á Neystabø skot­ ið upp, at øll starvs­ fólkini skulu halda frí eina viku uttan løn. Men hetta hóvar ikki fakfeløgunum Sparitiltøk Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tey fýra fakfeløgini, sum vara av starvsfólkunum í M e n t a m á l a r á ð n u m , Búskapar­ og Løgfrøðinga­ felagið, Starvsmannafelag­ ið, Akademikarafelagið og Lærarafelagið, fara í morgin á fund, har tey skulu viðgera íkomnu støðuna, har teirra limir eru bidnir um at taka støðu til eitt uppskot um sparitiltak frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinnu í Mentamálum. Á fíggjarlógini fyri 2009 er Mentamálaráðið skert millum 700 og 800.000 krónur, og hevur landsstýris­ kvinnan tí lagt hetta upp­ skotið fyri starvsfólkini. Uppksotið snýr seg um, at øll starvsfólkini í Menta­ málaráðnum verða biðin um at halda frí í eina viku uttan løn. Hetta skal eftir ætlanini spara Mentamála­ ráðnum millum 200 og 300.000 krónur. Jóanna Djurhuus, for­ kvinna í Búskapar­ og Løg­ frøðingafelagnum, segði í gjár við Kringvarp Føroya, at Búskapar­ og løgfrøðinga­ felagið prinsipielt er ímóti sparileistinum hjá Menta­ málaráðnum, og at felagið viðgjørdi støðuna, og fór at boða sínum limum frá í gjár. ­ Vit høvdu ein limafund í gjár, har vit viðgjørdu støðuna, og vit hava gjørt eina niðurstøðu. Men enn vilja vit ikki avdúka hana, tí í morgin fara vit á fund við hini fakfeløgini, sum hava starvsfólk í Mentamála­ ráðnum, og so koma vit við eini felags fráboðan í morg­ in, sigur Jóanna Djurhuus, forkvinna í Búskapar­ og løgfrøðingafelagnum. Skapar ótta Uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø hevur eftir øll­ um at dóma skapt ótta mill­ um fakfeløg, ið varða av almennum starvsfólkum. Í gjár boðaði Starvs­ mannafelagið frá, at tey kunnu ikki taka undir við sparitiltakinum, ið lands­ stýriskvinnan hevur skotið upp. ­ Vit eru ikki greið yvir, hvat uppskotið hjá Menta­ málaráðnum ítøkiliga inni­ ber, og tað fara vit fyrst at kanna nærri. Men vit kunnu ikki góðtaka eina lønar­ niðurgongd, segði Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum við Kringvarpið í gjár. Jóanna Djurhuus, for­ kvinna í Búskapar­ og Løg­ frøðingafelagnum heldur eisini lítið um tiltakið. ­ Tað hevur verið ført fram, at hetta møguliga verður ein góðtikin spari­ leistur aðrastaðni eisini, og sum fakfelag eru vit prin­ sipielt ímóti eini slíkari loysn, sigur Jóanna Djur­ huus. Sparingar í Mentamála­ ráðnum skapa ótta Íslendingar mist álitið Íslendingar hava ikki gott álit á sínum bankum og politikarum sum fólk í flestu øðrum londum. Ein kanning, sum bretska blaðið The Guardian hevur latið gera, vísir, at 46 prosent av teimum spurdu íslendingunum hava álit á bankakerinum, og at 44 prosent hava álit á, at politikararnir hava skil á búskaparviðurskiftunum. Sambært The Guardian høvdu í meðal 52 prosent av teimum spurdu í kanningini álit á sínum politikarum. Størsta álitið á politikararnar er í USA, har heili 63 prosent siga seg hava álit á, at politikararnir halda skil á búskapinum. Mótstøðufólk forða útbygg­ ing av Heathrow Tey, sum eru ímóti ætlanini at byggja Heathrow­floghavnina í London út, halda seg nú hava funnið eitt munagott stig til at forða fyri, at ætlanin verður framd í verki. Tey hava keypt eitt jarðarstykki í økinum, sum skuldi brúkast til floghavn. BBC sigur, at jarðarstykkiið er til støddar sum ein hálvur fótbólts­ vøllur. Sum er eru 480.000 komur og fráferðir í Heathrow, men aftan á útbyggingina verður talið 720.000. Tey, sum eru ímóti útbyggingini, siga, at floghavnin fer at dálka ov illa. Hetta eru ikki spar­ ingar Sambært for­ manninum í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, Anfinn Kallsberg, er talan als ikki um nakrar sparingar í Mentamálaráðnum Sparitiltøk Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Formaðurin í fíggjar­ nevndini hjá Løgtingi­ num, Anfinn Kallsberg, heldur als ikki at talan er um nakrar sparingar í Mentamálaráðnum. ­ Tann veruligi trupul­ leikin er, at tað eru for lítið av pengum í skipan­ ini. Seinastu árini hava tað verið galloperandi útreiðslur, og um man ikki roynir at bremsa gongdini, so veksur hall­ ið á fíggjarlógini, sum nú er omanfyri 500 milliónir krónur, sigur Anfinn Kallsberg, løg­ tingslimur fyri Fólka­ flokkin og formaður í fíggjarnevndini. Sambært honum er talan heldur um at Menta­ málaráðið má halda seg innanfyri játtanina, ið er samtykt. ­ Vit hava samtykt eina játtan til Mentamálaráðið, har trý prosent í lønar­ vøkstri eru íroknað. So tað einasta vit í veru­ leikanum hava sagt er, at tað verða ikki fleiri almenn størv sett í 2009. Trupulleikin í Menta­ málaráðnum er, at eitt starv er sett afturat, og tí mugu tey taka til slík til­ tøk, vísir Anfinn Kalls­ berg á. - At starvsfólkini vísa solidaritet fyri hvørjum øðrum, heldur enn at fólk verða søgd úr starvi, ljóðar tiltalandi uppá meg persónliga, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum Mátin ljóðar tiltalandi Fakfeløgini hjá starvs- fólkunum í Mentamála- ráðnum koma í morgin við eini felags útmelding um sparitiltakið, ið aðal- ráðið hevur skotið upp. Starvsfólkini skulu eftir ætlan sendast heim í eina viku uttan løn