hósdagur 15. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2009
Náttúrugripasavnið
er nú liðað frá aftur
Umhvørvisstovuni, og
tað merkir, at samlaða
játtanin til stovnin
minkar við tí, sum
Náttúrugripasavnið
kostar at reka. Men
nýggjar kunngerðir
merkja nýggjar
inntøkur til Umhvørv
isstovuna, og so
ræður bert um at gera
rættar raðfestingar
UMHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Annika Olsen hevur líka
síðani hon tók við sum inn
lendismálaráðharri sagt, at
hon ætlar sær at leggja stór
an dent á umhvørvið í henn
ara skeiði sum landsstýris
kvinna á økinum. Og júst tí
kann tað undra, at játtanin
til Umhvørvisstovuna er
skerd í mun til í fjør.
Náttúragripasavnið
var
fyri nøkrum árum síðani
lagt inn undir Umhvørvis
stovuna, men víst hevur
verið á, at hetta er óheppi, tí
sami
myndugleiki
skal
kanna og hava eftirlit við
sær sjálvum. Og tí varð
Náttúrugripasavnið
loyst
frá Umhvørvisstovi aftur, tá
nýggja
ABCsamgongan
tók við.
Men hóast játtanin til
Umhvørvisstovuna á fíggj
arlógini er minkað, er alt
ikki tann reina neyð og
elendigheit.
Umhvørvisstovan hevur
arbeitt við tveimum nýggj
um kunngerðum, sum fara
at geva stovninum nakrar
eyka inntøkur. Onnur snýr
seg um umhvørvisgóðkenn
ing og hin um matrikulering,
sigur Annika Olsen.
Mett verður, at hesar báð
ar kunngerðirnar fara at
geva
Umhvørvisstovuni
eina meirinntøku upp á 1,5
milliónir krónur, og við
skerjingunum á játtanini
merkir hetta, at tala verður
um eina meirinntøku upp á
umleið
870.000
krónur
netto.
So við hesum má sigast,
at skerjingarnar ikki verða
so ógvusligar, sum stúrast
kundi fyri, sigur Annika
Olsen.
Minka CO2 útlátið
Landsstýriskvinnan í um
hvørvismálum hevur sent
út skriv til øll ráðini og
biðið tey koma við sínum
tilmælum um, hvussu tey
kunnu spara um olju og
orkunýtsluna á sínum økj
um, og hvussu tey harvið
kunnu minka um CO2
útlátið.
Ráðini hava fingið freist
til Grækarismessu at koma
við sínum tilmælum, og so
verða tilmælini viðgjørd.
Harnæst skulu úrslitini til
eina politiska viðgerð í
Landsstýrinum, Løgtingin
um og hjá politisku flokk
unum. Tí tað er av stórum
týdningi, at allir politisku
flokkarnir eru við, andstøða
eins væl og samgonga, sig
ur Annika Olsen.
Hon vónar, at úrslitið av
hesum tilmælum er savnað
og klárt at leggja fyri Løg
tingið í september mánaði.
Eitt annað, sum lands
stýriskvinnan ætlar sær at
hyggja nærri at, er reglu
gerðin fyri bygging av set
húsum og almennum bygn
ingum. Tað finst eingin
landsbyggi reglugerð í dag,
sum sigur nakað um bjálv
ing og aðrar orkusparandi
reglur, og tað eigur at verða
hugt nærri at, tí upphiting
er ein ovurhonds stór kelda
til CO2 útlát.
Og tí rósar Annika Olsen
eisini Suðuroyar Sparikassa
fyri nýggja tilboðið um
CO2lán.
Eg haldi, at tað er ógvu
liga skilagott av Suðuroyar
Sparikassa, at bjóða hetta
tilboðið til kundarnar. Tað
er av ógvuliga stórum týdn
ingi, at fari verður eftir tí
rætta. Tað hjálpir ikki at
skifta vindeygu í fleng, um
tað er bjálving, ið skal til,
ella umvent. Tí er tað sera
hugaligt, at serfrøðingar
eru við inni í myndini at
ráða fólki til, hvussu tey
skilabest fremja orkuspar
ingar, sigur Annika Olsen.
Veðurlagsráðstevnan
Landsstýriskvinnan vónar,
at fólk fara at taka av hesum
tilboðunum hjá Suðuroyar
Sparikassa, tí við ráðgev
unum inni ber til hjá fólki
at fáa at vita, hvørjum tey
skulu fara eftir í húsum
teirra, og tað er av stórum
týdningi, at fara eftir í
rætta.
Men hóast øll kunnu gera
sítt íkast til minkingina av
CO2 útláti, so er tað eitt
serligt tiltak, sum landsstýr
iskvinnan festir seg við og
raðfestir fremst í ár, og tað
er stóra veðurlagsráðstevnan
í Keypmannahavn í desem
ber.
Vit hava havt ein veður
lags arbeiðsbólk, sum kom
við sínum tilmæli »Skjótt
syftir seiðir og tunga takið«.
Har eru fleiri tilmæli, bæði
tey, sum skjótt kunnu setast
í verk og tey, sum krevja
meiri langsiktaða planlegg
ing, eins og heitið eisini
sigur. Har er nógv hjá okk
um at taka fatur í, sigur
Annika Olsen.
Annars er nógv at tríva í
hjá Umhvørvisstovuni, sum
eitt nú byggireglar fyri
bjálving og líknandi, sum
er orkusparandi og harvið
minkar um CO2 útlátið.
Tað er sjálvandi harmi
ligt, at játtanin til Umhvørv
isstovuna er skerd, men vit
kunnu hóast alt vænta eina
meirinntøku
av
teimum
báðum kunngerðunum um
umhvørvisgóðkenning og
matrikulering. Og tá alt
kemur til alt, so eru tað rað
festingarnar,
sum
hava
størsta týdning, og havandi
í huga stóru veðurlags
ráðstevnuna í Keypmanna
havn í desember í ár, hava
vit valt at raðfesta hana
ovast á breddanum fyri
umhvørvi í ár, sigur Annika
Olsen, landsstýriskvinna í
umhvørvismálum.
Gera rættar raðfestingar
Vága Sýsla størsta fólkavøksturin
Lutfalsliga er størsti fólkavøksturin í landinum í Vágum, har tey fjølgaðust við
63 fólkum ella 2,1 prosentum fyrstu ellivu mánaðirnar av 2008. Høvðusorsøkin
til stóra fólkavøksturin er óvanliga stóra burðaravlopið, sum mest skyldast fá
deyðsføll í tíðarskeiðinum. Frá 1. januar til 1. desember 2008 eru 50 børn fødd
í Vága sýslu og 18 fólk doyðu, hetta gevur eitt burðaravlop uppá 32 fólk. Í
2007 vóru 41 børn fødd og 32 fólk doyðu, tað gevur eitt burðaravlop ið er 9
fólk. Hildið verður, at tað stóra burðaravlopið í Vágum er tilvildarligt, tí hvørki
kynsbýti ella aldursbýti benda á, at burðaravlopið eigur at vera størri enn
aðrastaðni í Føroyum. Tvørturímóti er miðalaldurin hægri enn miðalaldurin í
Føroyum og lutfalsliga er talið á konufólkum tað lægsta í Føroyum, har býtið er 52 prosent mannfólk og 48 prosent
konufólk. Í Vága sýslu eru 54 prosent mannfólk og 46 prosent konufólk, sigur Hagstovan
Annika Olsen raðfestir veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn ovast á breddanum fyri umhvørvi í ár
Sjálvt um Umhvørvisstovan
er skerd á fíggjarlógini í ár,
so fær hon kortini meiri
pening av arbeiða við umvegis
tvær kunngerðir, onnur um
umhvørvisgóðkenning og hin
um matrikulering