hósdagur 15. januar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 10 - 15. januar 2009
- Skipini skulu fiska
fyri einar 30 miljónir
krónur um árið, um
raksturin skal hanga
saman. Hetta er eitt
stórt veiðivirði. Vit
ivast onga løtu í, at
hetta verður hart.
Men eg eri ikki dapur-
skygdur. Vit eru sera
spentir upp á hesa
avbjóðing – og okkum
dámar avbjóðingar,
sigur reiðarin á fyrr-
verandi Navaranum
og Borgaranum,
Mikkjal Hammer
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gongst sum ætlað, koma
báðir
trolararnir,
sum
suðuroyingar hava keypt frá
Føroya Banka, heim aftur
úr Danmark um eina góða
viku. Hetta eru fyrrverandi
Navarin og Borgarin, sum
áður vóru undir hattinum
hjá
Maru
Seafood
í
Klaksvík.
Upprunaliga eru hetta
skipini, Polarhav og Stjørn
an, sum leirvíkingar lótu
smíða í Gdansk í Póllandi í
1990.
Tað hevur ljóðað, at
felagið TG Fish, sum keypti
trolararnar
frá
Føroya
Banka, gav einar 28 miljónir
krónur fyri bæði skipini,
umframt at felagið í keyp
inum eisini fekk fiskidag
arnar hjá einum ísfiska
trolara aftrat.
Eftir at handilin millum
banka og nýggju eigararnar
var avgreiddur um miðjan
desember, hava skpini verið
í Frederikshavn í Danmark.
Gongur væl
Mikkjal Hammer, reiðari,
sigur, at arbeiðið í Danmark
higartil hevur gingið væl,
og gongst sum ætlað, eru
skipini ætlandi í Føroyum
um eina góða viku.
Ein partur stóð fyri
klassing, meðan aðrir partar
kundu bíða, men vit hava
valt at taka alt, sum gerast
skal, í einum, so steðgur
ikki neyðturviliga kemur í
aftur, tá hetta kanska ikki
passar okkum so væl.
Hann sigur, at tað serliga
eru høvuðsmotorarnir, sum
eru eftirhugdir, og í løtuni
bendir alt á, at skipini
kunnu fara royndartúr í
Danmark týsdagin, 20. jan
uar, sum er týsdagin í næstu
viku.
Vit miðja eftir at hava
skipini heima í Føroyum við
endan av næstu viku, men
treytin er sjálvsagt, at einki
óvæntað stingur seg upp.
Spurdur, um Navarin og
Borgarin hava fingið nýggj
nøvn, sigur reiðarin, at
hetta ikki endaliga er komið
upp á pláss enn.
Men tá loyst verður í
Frederikshavn, eru nýggj
nøvn á skipunum, tí siglt
verður ikki við ongum
nøvnum, sum hann skemt
andi tekur til.
Sosialurin hevur hoyrt
nøvn nevnd, men vit fara
ikki at “avdúka” nakað,
sum ikki fer at halda.
Reiðarin veit ikki enda
liga at siga, hvar skipini
fyrst koma í havn, tá tey
koma til landið, men at tey
koma til Hvalbiar, áðrenn
tey loysa til fyrsta túr, ivast
hann onga løtu í.
Spurdur, um hugsandi er,
at Hvalbiar kommuna fer at
skipa fyri móttøku, tá skip
ini koma til bygdar, sigur
Mikkjal, at tað veit hann
einki um at siga í løtuni.
Skipini mannað
Mikkjal Hammer sigur, at
Navarin og Borgarin fara at
partrola, sum tey hava gjørt
í fleiri ár, og einir 67 mans
verða við hvørjum skipi
hvønn túrin.
Eg haldi, at skipini í
seinastuni hava siglt við 6
monnum, og soleiðis verður
tað helst eisini, tá tey loysa
á fyrsta túri.
Hann sigur, at manningar
nar so gott sum eru settar.
Flestu eru her úr oynni,
men onkur einstakur kemur
norðanfjørðs. Vit hava eina
blanding av royndum fólki
og fólki, sum ikki hava so
drúgvar royndir. Men eg
haldi, at skipini verða væl
mannað, tá tey loysa, leggur
hann aftrat.
Mikkjal sigur, at tríggir
navigatørar eru knýttir at
lemmatrolaranum
Sjaga
kletti, og tað verða hesir,
sum koma at skiftast um
brúnna, tá Navarin og Borg
arin loysa. Hesir eru Tór
hallur
Randrup,
John
Martin Poulsen og Hanus
Tausen, allir úr Hvalba.
Hvussu vit fara at skipa
okkum við manning og
skifti millum túrar, fáa vit at
síggja, tá vit veruliga eru
komnir í gongd, sigur hann.
Verður hart
Reiðarin í Hvalba sigur, at
tað verður ikki nakar dansur
á rósum at reka skipini.
Hann vil framvegis ikki
vátta, hvussu nógv TG Fish
hevur givið fyri skipini
umframt
fiskidadagarnar
hjá einum skipi aftrat, sum
bankin eisini átti. Reiðarin
vísir kortini á, at trolarar
helst skulu fiska fyri einar
30 miljónir krónur um árið,
um raksturin skal hanga
saman.
Nýggju hvalbiar-
trolararnir koma
næsta vikuskifti
Reiðarin í Hvalba, Mikkjal
Hammer, sigur, at skipini
fara at landa, har mest fæst
fyri fiskin, og har mest fæst
burtur úr
Úr Guantanamo í kríggj
Amerikanska verjumálaráðið Pentagon vil vera við, at fleiri
av monnunum, sum eru latnir leysir úr fangaleguni í Guan
tanamo, hava tikið virksemið sum stríðs og yvirgangsmenn
uppaftur. Talsmaðurin hjá Pentagon sigur, at myndugleikar
nir hava prógv fyri, at 18 fyrrverandi Guantanamofangar
eru farnir aftur í bardaga, og at illgruni er um, at 43 aðrir
fáast við yvirgangsvirksemi. Verjumálaráðið sigur seg hava
upplýsingarnar frá fregnartænastum í fleiri londum, men
ráðið vil ikki siga, hvørji lond hava latið upplýsingarnar.
Tunnilsdagar 2009
Aftur í ár verður ókeypis at koyra gjøgnum undir
sjóvartunlarnar nakrar ávísar dagar frá kl. 6 á
morgni og 24 tímar fram. Norðoyatunnilin hesar
dagar: 31. januar, 2. mai, 26. september og 12.
desember. Vágatunnilin hesar dagar: 28. februar,
02. mai, 05. september og 12. desember