Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2009 Fýra reiðarí 60 prosent av kvotuni Íslendsk skip sleppa at fiska 238.400 tona at atlantoskandisku sildini í ár. Tað er næstan níggju prosent meiri enn í fjør, og av heildarkvotuni kunnu íslendingar fiska góð 44.000 tons í norskum sjógvi. Íslendska fiskimálaráðið hevur júst býtt kvot­ una. Størsta lutin fær Ísfélagið í Vestmannaoyggjunum við 48.000 tonsum, Samherji fær 37.300 tons, HB Grandi 33.600 tons og Sildarvinnslan 28.000 tons. Við øðrum orðum fáa hesi trý reiðaríini 60 prosent av heildarkvotuni. 25 skip eru annars við í býtinum, skrivar Morgunblaðið. Hótta íslendskar fiskavørur Ein umhvørvisverndarfelagsskapur í Týsklandi hóttir nú við at fáa bretskar og aðrar brúkarar at boykotta íslendskar fiska­ vørur, um stjórnin í Reykjavík loyvir hvalabátunum at veiða stórhval í summar. Felagsskapurin hevur sent íslendsku myndugleikunum bræv um málið. Týsku umhvørvisvernd­ arfólkini siga, at tey ætla at seta seg í samband við felagar í Bretlandi. Týski felagsskapurin sigur seg umboða 12.700 limir, og hann nsigur seg fáa undirtøku frá umleið 200 djóra­ og umhvørvisverndarfeløgum. Til samanburðar kann nevnast, at bestu partrolar­ arnir í føroyska fiski­ skipaflotanum í fjør, sum ikki hava gulllaksaloyvi, fiskaðu fyri einar 36 miljónir krónur. Skipini, sum Mikkjal Hammer sipar til, eru Stelkur og Bakur hjá Faroe Seafood, sum fiskaðu sera væl í farna ári. ­ Hetta er eitt stórt veiðivirði. Jú, vit ivast onga løtu í, at hetta verður hart. Skipini skulu rekast væl og skynsamiliga, men fáa vit ongar óvæntaðar trupul­ leikar at dragast við, hava vit vónir um, at hetta fer at bera til. Eg eri ikki dapur­ skygdur. Vit eru sera spentir upp á hesa avbjóðing – og okkum dámar avbjóðingar, leggur reiðarin í Hvalba aftrat. Tað ger sjálvandi góðan mun, at prísirnir á bunk­ ringarolju eru falnir við nærmast trimum krónum fyri liturin í mun til, tá prís­ urin var hægstur í fjør summar. ­ Hetta kemur væl við, men eingin veit við vissu, hvønn veg oljan fer at fara. Landa í Suðuroy Reiðarin í Hvalba sigur, at skipini fara at landa, har mest fæst fyri fiskin, og har mest fæst burtur úr. ­ Hetta merkir, at skipini helst fara at leggja veiðina upp í Suðuroy, haðani meg­ inparturin av manningunum kemur. Vit halda, at tað er effektivast at leggja veiðina upp, haðani manningin er, tí tá verður lættari og skjót­ ari at koma til og frá skipi­ num – og tá sleppa skipini avstað aftur, tá veiðan er løgd upp, sigur Mikkjal Hammer. Tað er felagið P/F Sjaga­ klettur, sum er størsti eins­ taki eigari í nýggja felag­ num TG Fish – og næst­ størstur er eitt felag í Scrabster í Skotlandi. TG Seafood, sum rekur fiskavirkið í Hvalba, er eisini við, og um hetta felag er Delta Seafood á Tvøroyri partur í keypinum. Talið av partaeigarum í nýggja felagnum er út við fimmti. Um eina góða viku stevna fyrrverandi Navarin og Borgarin inn á Hvalba – undir nýggju eigarunum, P/F TG Fish Mynd: Skipalistin - Tá vit bunkra skipini, kanna vit altíð oljuprísirnar, og vit hava sæð, at prísmunur hevur verið upp ímóti eini krónu fyri liturin, sigur Mikkjal Hammer, reiðari í Hvalba Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í seinastuni hevur nógv kjak verið um olju­og bensinprísirnar í Føroyum í mun til í londunum, vit plaga at samanbera okkum við. Stjórar á oljufeløgunum, sum virka her á landi, hava víst aftur, at talan er um óneyðugar prísmunir í mun til teir møguleikar, sum feløgini hava við eitt nú innkeypi og goymslu. Nógvar atfinningar hava verið um prísleguna á olju og bensini í Føroyum, men tá til stykkis kemur, tykist, sum grundgevingarnar hjá oljufeløgunum virka trúverdugar. Oljan ov dýr Mikkjal Hammer, reiðari í Hvalba, heldur kortini, at teir hava skeypt oljuna ov dýra – í hvussu er ein stóran part av farna ári. ­ Jú, eg haldi, at oljan hevur verið ov dýr í Føroyum í mun til í londunum, vit samanbera okkum við. Hann sigur, at bunkringaroljan hevur verið væl dýrari hjá teimum at keypa í Føroym – heilt upp ímóti einari krónu fyri liturin, og tað heldur hann er alt ov nógv. ­ Hvørja ferð, vit bunkra skipini, spyrja vit um prísirnar, bæði her heima og eitt nú í Skotlandi, har skipini onkuntíð eru og landa, sigur Mikkjal. Ikki kappingarfør Reiðarin sigur, at ikki síðan í fjør vár hevur príslegan á bunkringarolju her heima verið eitt vet bíligari enn í útlandinum. ­ Vit halda ikki, at oljufeløgini í Føroyum hava verið serliga kappingarfør við levering av olju í farna ári, og hetta hevur tyngt munandi um raksturin av okkara fiskifllota, sigur Mikkjal Hammer. Oljuprísirnir hava verið alt ov høgir