Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2009 13 viðmerkingar Sum rávøruframleiðari, so er Føroyaland vinnuliga líkt einum u-landi. Universitet landsins, Fróðskaparsetur Føroya, er fíggjarliga so niðurpínt av landsins leiðslu, at tað ikki megnar í nóg stóran mun at fremja ta gransking í verki, sum krevst fyri at gerast eitt i- land. Avrik fíggjarnevndar- innar fyri jól køvir alla vón um skjóta menning av há- tøknivinnum og framleiðslu av marinum hávirðisúr- dráttum í næstu framtíð Føroyaland líkt u-landi Føroyar eru í stóran mun rávøruframleiðari. Lítið og einki verður gjørt fyri at virðisøkja føði-tilfeingið, sum fæst úr havinum. Á henda hátt er Føroyaland líkt einum u-landi. Fleiri ymiskar vitanartungar fyritøkur, fram- leiðandi marinar hávirðisúr- dráttir, kundu verið settar í verk, høvdu vit eitt vælvirk- andi universitet við miðvísari mýlskari matvørugransking. Hesir hávirðisúrdráttirnir kunnu flokkast í fleiri bólkar, so sum funkuføði (functional food, heilsuvarðveitandi), nutraceutical (heilsumenn- andi), heiliráðskosti (medical food, heilsulekjandi), pro- biotics (bakteriuríkað føði), prebiotics (trevjarík føði) og synbiotics (bakteriuríkað og trevjaríkað føði). Tíanverri hava vit eingi føroysk orð fyri hesi hugtøk. Málstovan átti at verði styrkt. Niðanfyrinevndu marinu hávirðisúrdráttir kunnu fáa stóran fíggjarliga týdning fyri land og tjóð. 1) livralýsi 2) collagen og gelatin úr fiskaskræðu 3) fiska-peptidir og protein. Livur Í Føroyum hava vit møguleika at fáa rættuliga fitt av livur upp á land. Av teimum 108669 tonsunum av botnfiski, sum vórðu landaði í 2005, kundu vit fingið 7607 tons (7%) av livur. Drúgvar norskar kanningar eins og minni umfatandi føroyskar royndir vísa, at livurúrtøkan er umleið 7%. Men landaði vóru einans 350 tons. Restin, 7257 tons, fóru í havið aftur. Við einum livraprísi ájavnt við 5 Dkr/kg, so var virðið av allari livurini góðar 38 milliónir kr. Fiski- veiðutjóðin Føroyar setir lítla og onga fíggjarliga orku av til mekanisering og automatiser- ing av livratøkuprocessini. Millum annað av hesi orsøk fer alt hetta virðismikla ráevnið í havi aftur. Livralýsi Við at nýta kveika-stuðlaða- evnaúrdraging (enzym-assis- teraða extractión), so kann úrtøkan av lýsi fáast til at verða 55 % av livurnøgdini. Útvunna nøgdin av lýsi verður sostatt a leið 4184 tons, 4184.000 kg ella 4184.000.000 g. Smásølu- prísurin fyri vanligt livralýsi sveiggjar nakað, men (150 - 300) Dkr/kg er ikki heilt óvanligur kostnaður. Summi sløg kosta tó nakað meiri. Eitt lágt met (150kr/kg) av saml- aða smásøluvirðinum av øll- um livralýsinum verður sostatt 628 milliónir Dkr. Ynskja vit meiri fyri livurina og meiri arbeiði her á landi, so kundi lýsið verðið gjørt til vanligar lýsiperlur ella hylkislýsi (lýsi- kapslar). Smásøluprísirnir fyri hylkislýsi eru ymiskir (500 - 1000) Dkr/kg, alt eftir hvat fyri úrdrátt talan er um. Eitt lágt met (500 Dkr/kg) av smá- søluvirðinum av øllum lýsi- perlunum er 1,9 milliardir Dkr. Heilivágslýsi, so sum 90 % reint EPA (eicosapentae- sýra), kostar tó væl meiri (5000 Dkr/kg). Talan er altso um dýrabarar perlur. Í hesum sambandi er vert at gera greitt, at fyri at fáa ein úrdrátt út á smásølumarknaðin, so má fitt av fígging nýtast til tey mongu liðini frá rávøru til lidna vøru. Her er eitt nú talan um útreiðslur til planlegging og menning av framleiðslu- processini, gransking, upp- læring, íløgur í framleiðslutól, kunningartøkni, produkt-ana- lýsur, marknaðaranalýsur, reklamur og so framvegis. Framleiðsla av hávirðisúr- dráttum skapa vanliga ein hóp av øðrum attengdum praktisk- um virksemi, roknskapi, gene- rering av vitan og arbeiði til fólk við servitan. Tað, at omanfyrinevndu úrdráttir hava verið á marknaðinum í longri tíð, er eitt tekin um, at fram- leiðslan uttanlands loysir seg fíggjarliga. Omega-3 fitisýrur Í lýsi eru tað nakrar fáar omega-3 fitisýrur, sum hava serliga stóran heilsuligan týdning. Hesar eru EPA (eicosapentaenoic acid, 20:5n3), DHA (docosahexa- enoic acid, 22:6n3) og AA (arachidonic acid, 20:4n6). Heilin er í stóran mun gjørdur av DHA. Virksemið í heilan- um og nervaskipanini er lutvíst treytað EPA og AA. Heilsubøtandi árin av livur og livurúrdráttum Livralýsi og fiskalýsi (uttan A- og D-vitaminir) styrkir menningina av mannaheilan- um, nervalagnum og sjónini í móðurlívi og uppvøkstri. Lýsi-takandi møður fáa børn við hægri intelligenskvotienti (upp til 8 IQ-stig). Lýsi hevur gagnligt árin á førleikan hjá børnum og vaksnum at lesa. Lýsi fremur innlæring, næm- ingar gerast kvæmari og fáa betri bindindi. Lýsi styrkir minnið, skerjir ólátaða atferð, ger fólk róligari í strongdum støðum, betrar svøvnlagið, tynnir blóðið, lækkar hjarta- títtføri (2 sløg/min.), heilsu- mennir hjarta og æðrar, hækk- ar hugsanarmáttin, og økir førleikan at inna fróðskaparlig avrik. Hetta eru nøkur úrslit av nógvum vælskipaðum tvør- fakligum kanningum av lýsi og tess árin á mannakroppin, gjørdar seinastu árini. Omega-3 fitisýrur kunnu eisini lutvíst minka matar- lystin og hækka lívevnafrøð- iligu brenningina av fiti. Harafturat hava rannsóknir av lýsi víst, at tað í fleiri førum kann linna um sjúkueyð- kennini av meiri álvarsligum kliniskum brekum so sum dyslexia (álvarsligur lesiveik- leiki), dyspraxia (lítil evni at útinna lærdar torgreiddar rørslur), ADHD (attention deficit hyperactivity disorder, ella HO (hugspjaðing-ovur- virkni)), autismu, tunglyndi (depressión), ovfarakæti- tunglyndi (manio-depressión), føðingartunglyndi (postpart- um depressión), Alzheimer- sjúku og sjúkligt dølskni (dementia), krabbameinsjúku, sukursjúku, bruna (inflama- tión), morgunstirvni, liðpínu og sjúkum stavandi frá veikari immunverju. Nevndu brek tykjast at hava ein felags nevnara: órættvorðin fitisýra- metabolisma. Collagen og gelatin úr føroyskar fiskskræðu 2002 landaði føroyski fesk- fiskaflotin í alt 137.181 tons, harav 50.232 tons av upsa, 38.116 tons av toski og 2.177 tons av hýsu. Var allur hesin hvítfiskurin landaður í Føroy- um (í alt 90.525 tons) og skræðufrítt flak framleitt burtur úr honum, so kundu 5794 tons (6,4 %) av skræðu fingist til vega. Av hesi skræðunøgd kunnu 580 tons (10 %) av fiskagelatin fram- leiðast. Gelatin er lutvíst hydrolyserað collagen. Prís- urin fyri fiskagelatin á heims- marknaðinum sveiggjar nak- að, frá 11 Eur til 14 Eur pr/kg, svarandi til (80 – 100) Dkr/ kg. Við hesari príslegu, kundu 580 tons av fiskagelatin verið seld fyri (46.400.000 - 58.000.000) Dkr. Høvuðs- marknaðirnir eru í Asiu, men selt verður eisini í Europa og USA. P/f Seanergy á Eiði hevur nýliga byrjað fram- leiðslu av collagen-peptidum. Fiska-collagen kapslar Varð útvunna fiska-collagenið virkað til hárvirðisúrdráttir so sum ”Fiska-collagen við hyaluronsýru”, so kundi mun- andi stórri ávinningur ver- ið vunnin. Brósk er í stóran mun gjørt av hyaluronsýru. Prísurin á nevnda úrdrátti er umleið 0,5 Dkr/g. Høvdu øll 580 tonsini av engros- collagen verið umgjørd til collagen-hávirðisúrdráttir, so kundu hesir verið seldir fyri 290.000.000 Dkr. Hóast øll skræðan frá hvítfiski, alilaksi og øðrum fiskasløgum ikki kemur til sættis, so er tó lítil ivi um, at verður rætt atborið, so kann gylt av peningi vinn- ast burtur úr føroyskari fiskaskræðu. Collagen nýtsla Ein hópur av ymiskum collagen-úrdráttum finnast á vakurleika marknaðinum, so um collagen-krem, collagen- lotion og collagen-kapslar. Collagen verður harafturat nýtt til at vaksa um varrarnar, til eygnaskugga-produktir, maskaru. Collagen verður mett at vera gott fyri hár, húð, negl og liðir. Nýtsla av gelatini Gelatin verður nýtt í matfram- leiðslu (gelfremjandi, stabili- serandi, emulsificerandi), søt- og listi-metis-framleiðslu (tyggi-eginleikar, strukturur, skúmstabiliserandi), lá-feitt smyrsli (fiti-lækkandi, munn- kenslu-fremjandi, rómaegin- leikar, smyrjieginleikar), kjøtúrdráttum (sambindandi, vatnbindandi), mjólkarúrdrátt- um (skilji-forandi, stabiliser- andi, strukturerandi), juice, øli, víni (klárandi), apotekara- vørum (harðir kapslar, bleytir kapslar), sum plasma-víðkari (vatnbindandi, colloid-upp- loysandi), sum skón (hinna), til sár-røkt (vætandi sár- skorpu, steðgar bløðing), í fotografi-ídnaðinum (filmur sum fastheldur silvurhalid- um), til mikrokapsling (verja hjá vitaminum og tilsetingar- evnum móti ljósi og oxygen), í vakurleika-ídnaðinum (bleyt- gel-kapslar), í tøkni (litbóltar/ paintballs, ið bresta við stoyt), til mikrokapsling (berari av angandi evnum), í elektronik- ídnaðinum (skónir og ljósmótstøða). Fiska-peptidir og protein Føroyska felagið Atlantic Biotech, Århuus Universitet og Granskingarkjarnin í evna- frøði og lívtøkni/Fróðskapar- setur Føroya luttaka í eini stórari verkætlan við heitin- um: ”Nano-based functional food ingredients from marine waste products”. Henda verkætlanin hevur til endamáls at sameina nýtslu av nano-bitlum frá skeljadjórum og lívvirknum (bioaktivum) fiskapeptidum, sum eru út- vunnin frá marinum hjáúr- dráttum. Harvið verður havs- ins tilfeingi gagnnýtt innova- tivt og optimalt. Gagnnýtsla av rækjuskeljum hevur ikki borið seg fíggjarliga higartil, men við at útvinna fleiri há- virðisúrdráttir burturúr skelj- unum, herímillum chitosan, verður mett at fáa eina fíggj- arliga burðardygga fram- leiðslu. Funktionellar matvør- ur, mentar við vitan frá nano- tøkni, opna nýggjar nýtslu- møguleikar. Eitt nú kunnu chitosan-grundaðir nano-bitlar nýtast asmiðvíst til at verja móti mýlskari niðurbróting í maga og tarmum og harvið tryggja eina skipaða veiting av lívvirknum evnum til kykn- urnar. Tað liggur uttan iva ein stórur vinnumøguleiki í at nýta náttúrlig fiskapeptid við antimikrobiellum og/ella immunregulatoriskum effekt- um í staðin fyri ella sum eitt ískoyti til vanlig antibiotika. Bioaktiviteturin av fiskapepti- dunum er helst treytaður av sodningarverjuni hjá chitosan- bitlunum. Meiningin er eisini at lýsa hvussu og í hvønn mun chitosan-grundaðu nano-bitl- arnir verða upptiknir í tarm- vegginum við nýggjari nýtslu av verandi tøkni. Av tí vænt- andi stóru útbreiðsluni av mat- vørum grundaðar á einastand- andi eginleikarnar hjá chito- san bitlum, so er tað tørvur á støðisligari vitan um, hvussu hesir bitlar umsetast í livandi verum. Til hetta endamálið verður grísurin nýttur sum model. Lívvirkin fiska-peptid Umframt at vera immunstimu- lerandi og smáverutýnandi (antimicrobiel), so eru nøkur fiska-peptid eisini blóðtrýst- lækkandi og klænkandi. Tað finnast fleiri fiskapeptidúr- dráttir á marknaðinum. Eitt glas av merkinum: ”PeptACE fish peptides” hevur 90 kapsl- ar á 0,5 g og kostar 190 Dkr, tvs. 4,2 Dkr/g. Vit fiskaðu 312.005 tons av svartkjafti í 2007. Henda stóra rávørunøgd varð seld fyri nakrar fáar (2-5) Dkr/kg ((624 - 1560) milliónir Dkr). Vórðu eitt nú 10.000 tons av ráevni (5 Dkr/kg, 50 milliónir Dkr), innihaldandi umleið 2000 tons (2000.000.000 g) av turrum proteinum, umgjørd til pharmaceutisk produkt (1-4 Dkr/g), so kundi fíggjarliga vinningurin verið væl stórri ((2 – 8) milliardir Dkr). Føroysk hátøkni- vinnufyritøka Føroysk hátøkni-vinnufyritøka kundi longu nú verið farin í gongd við at verksmiðjufram- leiða fiskapeptidir í Føroyum. Men av tí at vinnuligu bogar- nir og skerini hava verið fleiri í tali, so er produktiónin ikki byrjað enn. Meginparturin av fíggingini til verkætlanina er fingin uttanlands. Teir sein- astu forandi trupulleikarnir her á landi fyri at fáa verks- miðjuna til Føroya hava verið at fáa trygd fyri einum lutfals- liga lítlum láni (2 milliónir Dkr). Og sum nýggj fyritøka, framleiðandi ein heilt nýggjan úrdrátt í føroyskum høpi, so er heilt ógjørligt at fáa kassa- kreditt. Í Føroyum hava vit eina skipan, sum ger, at tað er alt alt ov torført at koma burt- urúr fastgrógvnum vinnumyn- strum. Nýghugsandi íverkset- arar hava tað ov trupult her á landi. Her má vend koma í. Fiskaprotein Vøddamennarar ella body buildarar hava tørv á nógvum og góðum proteinum. Hesin marknaðurin er stórur og fevnir um allan heim. Fiska- protein er eitt sera gott pro- tein, av tí at tað inniheldur nóg mikið av øllum teimum lívsneyðugu aminosýrunum. Mong ymisk protein-produkt finnast á markaðinum. Fleiri eru framleidd úr mysu-protein- um (da: valle-proteiner, en: whey-proteins). Hesi mysu- proteinini vóru upprunaliga óynsktir hjáúrdráttir frá osta- ídnaðinum, men vórðu gjørd til hávirðisúrdráttir eftir at mikrofiltrini og nano-filtrini vóru fulment og tikin í nýtslu. Prísirnir eru vanliga umleið (100-300) Dkr/kg. Í staðin fyri at útflyta/selja svartkjaftin fyri nakrar fáar (2-5) Dkr/kg, so kundi ein hóskandi partur (20.000 tons vátvekt ájavnt við 4000 tons turrvekt) verði meirvirkaður til hávirðisúr- dráttir her á landi, og harvið verið ein týðandi táttur í land- sins búskapi ((400 – 1200) milliónir Dkr). Fróðskaparsetur Føroya - Menning av vitanartungum vinnum Øll lond í civiliseraða heimi- num hava langt síðani ásann- að, at tað krevst eitt fakliga fjallsterkt universitetsum- hvørvi fyri at menna vitanar- tungar vinnur. Uttan eitt mentalt máttmikið og starvss- tovusterkt Fróðskaparsetur verður sostatt torført at menna hátøknivirki her á landi. Men seinasta avrik fíggjarnevndar- innar fyri jól vísir greitt, at meirilutin av valdu politikar- um okkara vilja framhaldandi hava Føroyar til at verða rávøruframleiðarar og harvið eitt vinnuligt u-land. Í staðin fyri at fremja eina vinnupolit- iska og finansiella strategiska upp- og niðurpriotering, so valdi fíggjarnevnd løgtingsins heilt fantasileyst at skerja allar stovnar eftir einum og sama leisti. Fíggjarætlanin hjá frammanundan fæ-niðurpínda universiteti landsins varð skerd við 5,3 milliónum Dkr. Hetta varð gjørt, hóast leiðsla Fróðskaparsetursins gjørdi vart við skeiva grundarlagið fyri niðurskeringina. Niður- skurðurin hevur sera óhepnar fylgjur fyri føroyska gransk- ing generelt og fyri føroyskari luttøku í altjóða molekylerum matvørurannsóknum specielt. Vórðu einans 15 milliónir Dkr settar av til høli og aðrar 7 milliónir Dkr til tól, so kundu vit føroyingar fari í gongd við munagóða vinnurelateraða universitetsgransking um eitt ár. Vegurin frá einum u-landi til eitt i-land hevði verið slætt- aður. Íkomna strukturella fíggjarlógarhallið kundi verið vent til varandi yvirskot innan eitt stutt áramál. Vón hevði tá verið fyri framman. Politiskt tilvitaði og fróði ungdómur okkara í útlegd hevði fingið møguleika at vent heimaftur. Men soleiðis skal ikki verða. Landsins administrativu fíggjar-strategar hava enn einaferð víst eitt gransking- arpolitiskt hjálparloysi, eitt vinnu-strategiskt ráðaloysi og eitt búskaparligt høpisloysi, sum køvir alla vón um skjóta menning av føroyskum hátøknivinnum og framleiðslu av marinum hávirðisúrdráttum í næstu framtíð. Attengd Power Point pre- sentatión um sama evni finst á heimasíðuni hjá Fróðskap- arseturi Føroya: www.setur.fo Vøddamennarar hava tørv á nógvum og góðum proteinum Proteinir til vøddamennarar. Kostnaðurin er 390 Dkr/kg Lívvirkin fiskapeptidir. Kostnaðurin er 4,2 Dkr/g Marinir hávirðisúrdráttir Granskingarkjarnin og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya Hóraldur Joensen