hósdagur 15. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 10 - 15. januar 2009
Ísraels framferð í Gaza
kann - púra órættvíst -
kom at verða jøda-
dóminum at bága
Í
sambandi við tað ræðuliga
kríggið í Gaza fari eg at loyva
mær at bera fram nakrar fáar
viðmerkingar, ikki í nakrari vón
um at linna um hesa blóðdálk
aðu blindgøtu, men tí einum
tykir, ikki bara at bílætið, vit
fáa frá fjølmiðlunum, sum heild
bæði er ov eintáttað og ov
grunt, men at summar upp
lýsingar eru beinleiðis skeivar.
Tað verður tikið uppaftur ferð
eftir ferð, bæði í miðlum og av
ríkisleiðarum, at Hamas breyt
vápnahvíldina við Ísrael og á
henda hátt íbirti hetta seinasta
kríggið. Hetta er ikki í samsvari
við tað, sum Robert Fisk, blað
maður hjá The Independent og
serkønur í Miðeysturs nútíð
arsøgu, førir fram. Hann sigur
(sí Information 8. januar), at
Ísrael breyt vápnahvíldina,
fyrstu ferð tann 4. november
2008, tá ísraelar drópu seks
palestinar og aftur tann 17.
november, tá teir bumbaðu fýra
palestinar til deyðis.
Tað var við øðrum orðum,
sambært Fisk, ikki Hamas, men
Ísrael, sum íbirti kríggið. Men
um sannleikin var ein annar, hvat
so? Spurdu jødar pent og fólka
liga NaziTýskland um loyvi,
áðrenn teir fóru undir sín gitna
uppreistur í ghettoini í Warzawa
undir 2. heimsbardaga?
Undirritaði telist ikki millum
teirra, sum á nakran hátt kann
taka undir við yvirgangi, annað
hvørt hann verður framdur av
Hamas, einum Menachem
Begin ella tí ísraelsku stjórnini.
Og hvat Hamas viðvíkir, so
hevði tann gitni palestinski
bókmentafrøðingurin og høv
undurin Edward W. Said helst
rætt, tá ið hann førdi fram, at
palestinar onga veruliga
leiðslu hava. Samstundis tykist
týðiligt, at ein felagsskapur
sum Hamas er Ísraels egni
alvi, skaptur av áralongum
ísraelskum yvirgangi.
Sjálvt Gazamálið er ov
stórt til at verða viðgjørt í
stuttari viðmerking. Men tað
tykist greitt, at tey, sum ikki
skilja sjálva forsøguna, kunnu
als ikki úttala seg við skili um
hendingarnar beint nú. Og
forsøgan er sambært ísraelsk
um søgufrøðingum tann, at
ísraelar frá fyrst í desember
1947, t.e. eitt hálvt ár áðrenn
ríkið Ísrael varð sett á stovn,
framdu eina leingi og ruddiliga
fyriskipaða etniska útreinsing
móti palestinum.
Teir rændu teirra land, jørð,
hús, olivingarðar, viðalundir,
ofta eisini leysar ognarlutir, og
róku eigararnar burtur við
harðskapi, jagstran og blóð
baðum. Frá 1940 høvdu teir
skrásett allar palestinskar
bygdir, við upplýsingum um
moskur, skúlar, viðalundir, hvar
fólk búðu, hvat tey áttu og hvar
tey stóðu politiskt. Tað var tí
ómakaleyst, tá ið løtan kom, at
eyðmerkja politiskt medvitnar
menn, sum eitt nú vóru limir í
politiskum flokkum, og skjóta
teir straks uttan víðari roks.
Hetta er nett sama framferð,
sum Sovjet brúkti í Baltikum
undir øðrum heimsbardaga,
nazistar í Póllandi frá 1939 og
serbar í Jugoslavia fyrst í 90
árunum í farnu øld.
Tað eru eftirkomarar hjá
hesum fólkum, sum nú búgva í
Gaza. Hesi fólk, ung sum
gomul, vita øll, hvussu ísraelar
rændu landið og ognirnar hjá
teirra forfedrum. Teirra kenslur
eru ikki øðrvísi enn tær, sum
okkara skald H.A. Djurhuus
lýsir við hesum orðum:
Her vit hoyrdu móðurrødd,
bórust her á móðurarmi,
lógu trygt at móðurbarmi,
vóru bæði fødd og klødd ...
Landið er rænt, og rænt so
ruddiliga (og her hava ísraelar
dugað betur enn t.d. nazistar
nir), at sjálvt staðanøvnini eru
útruddað og nýggj sett í staðin.
Og vitandi um hetta mentanar
og landsrán kunnu palestinar nú
hyggja at, meðan ísraelskir
hermenn karva teirra børn sund
ur ella spreingja tey í smápettir.
Mangir eygleiðarar tykjast í
dag at vera bilsnir um, at
ísraelskir hermenn fara fram
við so blóðugum harðskapi
móti m.a. konum og børnum.
Men í hesum er einki nýtt og
einki løgið. Hetta hevur
eyðkent teirra framferð, líka
síðani teir fyrst í desember
1947 fóru undir sína væl fyri
skipaðu etnisku útreinsing.
Í hesum sambandi kann vera
hugvekjandi at hyggja at Ísraels
søgu. Tann ágangs og harðskap
arpolitikkur, sum frá byrjan var
Ísraels aðalmerki, fekk eina sjón
liga bæði politiska og hugmynda
frøðiliga herðing, tá ið Likud,
við Menachem Begin á odda,
kom fram at valdinum í 1977.
Og her koma vit til eitt áhuga
vert søguligt samband. Søgulig
verk eru skrivað um samskiftið
millum Haj Amin AlHusseini,
ið var palestini og stórmufti av
Jerusalem, og nakrar av nazis
munnar oddamonnum. Minni
kent er sambandið millum
nakrar av zionismunnar
slóðbrótarum og tríatiáranna
totaliteru rørslur.
Likud er sprottin úr eini revi
sionistiskari zionistrørslu frá
fyrru helvt av 20. øld. Hennara
leiðari var Vladimir Jabotinsky,
ukrainskur jødi, úr Odessa. Sum
persónsmenska var Jabotinsky
kompleksur og neyvan eintýdd
ur, men undir honum kom henda
rørsla í síni floksmentan og hug
myndafrøði at liggja so nær
fascismuni og Benito Mussolini,
at hon av mongum varð rópt
fascistisk.
Ungmannarørslan Betar hjá
Jabotinsky hevði t.d. í 30
árunum ein sjómannaskúla í
Civitavecchia í Italia, har rópt
varð á samkomum, í rituellum
høpi: Viva L´Italia! Viva Il Re!
Viva Il Duce! Og Mussolini fagn
aði sínum tilbiðarum, rósti
“fascistinum” Jabotinsky og tók
heilhugaður undir við hansara
politikki.
Men ikki nóg mikið við tí.
Burtur úr rørsluni hjá Jabot
insky flusnaði ein klovnings
bólkur, róptur LEHI (ella Stern
harkaliðið), hvørs leiðari var
Avraham Stern. Í nøkur ár, og
líka til 1941, royndi hesin
bólkur at fáa í lag samstarv við
Adolf Hitler. Dreymurin var at
skapa eitt serligt vinarband
millum eitt totalitert jødiskt
Palestina og Das Reich. Yitzhak
Shamir, seinni forsætisráðharri
hjá Likud, var millum teir
fremstu limirnar í hesum bólki.
Tá ið tann ísraelski herurin
Haganah framdi sína etnisku
útreinsing frá 1947, hevði tann
friðarliga palestinska
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? - Send eina
grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ísrael og fascisman
tíðargreinin
Hanus Kamban
Tíðargreinin
➘
Menachem Begin (1913-92), oddamaður í yvirgangsbólkinum
Irgun, seinni forsætisráðharri í Ísrael. Hansara rørsla varð mett
at vera nær skyld við fascismuna og nazismuna. Hansara skuggi
sveimar yvir nútíðar ísraelskum politikki
viðmerkingar