hósdagur 15. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2009
15
viðmerkingar
bygdin Dar Yassin í 1948 gjørt
sáttmála við Haganah, so hon
kundi sleppa undan atsókn. Men
Haganah sveik hesi fólkini og
gav Irgun og tí í síni tíð nazi
vinarliga Sternharkaliðnum ta
uppgávu at søkja at Dar Yassin.
Tann ísraelski søgufrøðingurin
Ilan Pappe (hvørs bók The Ethnic
Cleansing of Palestine, One
world, 2006, er støði undir míni
frásøgn) greiðir soleiðis frá tí,
sum hendi tann 9. apríl 1948:
Sum teir herjaðu á bygdina,
díktu teir jødisku hermenninir
húsini undir í maskinbyrsueldi
og drópu nógvar av íbúgvun
um. Restin av bygdafólkinum
bleiv síðani savnað á einum
stað og myrd við køldum blóði.
Fahim Zaydan, sum var tólv ár tá
og við sínum egnu eygum upp
livdi at síggja sína familju
dripna, sigur soleiðis frá:
Teir tóku okkum út ein fyri og
annan eftir; skutu ein gamlan
mann, og tá ið ein dóttur hans
ara fór at gráta, bleiv eisini
hon skotin. So róptu teir á
beiggja mín Muhammad og
skutu hann beint framman fyri
okkum, og tá mamma mín
stórgrátandi boygdi seg niður
yvir hann – haldandi um mína
lítlusystir Hudra, sum enn fekk
bróst frá henni skutu teir
hana við.
Tann, sum lesur bókina hjá Ilan
Pappe, fær ta fatan, at hesi árini
var alt Palestina ein stórur slakti
kjallari. Palestinar í túsundatali
blivu myrdir, í einari bygd o.u. 40,
í eini aðrari um 100, í eini triðju
kanska 200. Í bygdini Dawaymeh
vórðu 455 fólk saknað, tá ið
slátrið var av, teirra millum 170
konur og børn. Menn vórðu
stungnir til deyðis, konur brendar
livandi, høvdini á børnum blivu
sligin, so tey klovnaðu. Og niður
lagið var, sambært eygnavitnum,
at hermenninir høvdu “stuttleika”
av sínum brøgdum.
Tað ber tí til at siga, at – í ein
vissan mun – eru tey fólk, sum nú
hava valdið í Ísrael, arvingar bæði
eftir eina praksis, eina mentan og
eina rørslu, sum eru fascistisk,
lutvís nazistisk. Um fyrimyndina
og høvuðsprofetin hjá hesum
fólkum, Menachem Begin,
skrivaðu Albert Einstein, Hannah
Arendt og onnur jødisk
andsmenni soleiðis í einum brævi
í 1948 til New York Times:
Millum tey mest órógvandi
politisku fyribrigdini í okkara
tíð er tann “Frælsisflokkur”
(Tnuat HaHerut), sum er kom
in fram í tí nýliga stovnaða ríki
num Ísrael, ein politiskur
flokkur, sum í síni skipan,
sínum háttalag, síni politisku
heimspeki og sínum sosiala
atdrátti er nær skyldur
(“closely akin”) við teir nazist
isku og fascistisku flokkarnar...
Arendt og Einstein vístu her ikki
lítið framskygni. Hevur ein hetta
søguliga baksýni í huga, er
lættari at skilja, hví ísraelar í
dag, við heimsins mest fram
komnu ræðuvápnum, drepa sivil
fólk, menn, konur og smá børn,
og uttan fyrilit søkja at skúlum
og barnagørðum. Teir gera tað, tí
at hetta harðskapurin, gleðin
við at fremja píning og deyða –
sum hjá Mussolini og Hitler er
eitt endamál og eitt virði í
sjálvum sær.
Sara M. Roy, amerikanskur aka
demiskur granskari, er jødi. Ein
stórur partur av hennara ættfólki
varð týndur árini 193345 av
nazistunum. Roy hevur skrivað
bøkur og ritgerðir um Gaza og er
Gazaserfrøðingur. Ein av hennara
niðurstøðum er, at tann nazistiska
framferðin móti jødum og tann
ísraelska framferðin móti palestin
um eru “út í odd og egg javnlíkar
í meginreglu, endamáli og virkn
aði: at eyðmýkja og avhumani
sera” (absolutely equivalent in
principle, intent, and impact: to
humiliate and dehumanize).
Og her kann vera vert at taka
fram ein annan tátt. Tey, sum
treytaleyst taka undir við Ísrael,
gloyma kanska, at Gaza kann
vera eitt tvíeggjað svørð. Tí ein
kann illa koma til
annað úrslit, enn at
framferðin í dag í Gaza
ikki bara er ágangur
móti einum øðrum fólki,
men samstundis ágangur
móti jødum: ein framferð,
sum kann geva øllum
heimsins jødum og jøda
dóminum sum hugtaki
banasár.
Ikki bara soleiðis at skilja,
at ein dálkandi skammar
blettur á henda hátt kann
blíva festur – púra órættvíst
á eitt heilt fólk, hvørs einstøku
limir ofta als ikki taka undir
við Ísraels brotsgerðum ella
kanska (sum tey hava fullan rætt
til) halda seg langt uttan fyri
henda ódámliga, skitna og
blóðuga leik.
Men eisini í eini aðrari merk
ing. Eins og islam og kristindóm
urin ber jødadómurin í sínum
holdi, sum søguliga kjølfestu,
eina mentan og eina heimspeki.
Ein meginstrongur í hesi mentan
er hugtakið rættvísi, eitt hugtak,
sum glógvar í verkunum hjá
jødiskum heimspekingum, rit
høvundum, skaldum og lista
fólkum, eitt nú fyri bara at
nevna nøkur dømir – Maimoni
des, Spinoza, Disraeli, Kafka,
Buber, Arendt, Bob Dylan og
Steven Spielberg.
Tað er jødadóminum í hesum
upprunaliga týdningi sum
Mussolinis og Hitlers arvingar,
trónandi á Ísraels borgarmúrum
við sigursælum og karráum
brosum, nú royna av øllum alvi
at beina fyri.
Í Fólkatinginum hevur
Tjóðveldi tilvitað valt at
standa uttanfyri og rópað
heldur enn at samstarva.
Í Føroyum hevur Tjóð
veldi klandrað seg út í
andstøðumyrkrið. Kortini
vil flokkurin nú brádliga
hava realpolitiska
ávirkan á politikkin bæði
her heima og á Fólkatingi
Júst í hesum døgum
samráðast ábyrgdarfullir
politiskir flokkar í Danmark
um, hvussu Bankapakki II
skal skrúvast saman.
Alheims fíggjar og
búskaparkreppan – sum nú
eisini er byrjað at gera um
seg í Føroyum – ger tað
neyðugt hjá danska stati
num at tryggja støðuna hjá
fíggjarsektorinum, so
hjólini í búskapinum halda
fram at mala.
Trúnaðarsamráðingar
Higartil hava floksleiðarar
og avvarandi ráðharrar
saman við forsætisráðharra
num viðgjørt støðuna inn
anhýsis. Siktið er, at fíggj
arsektorurin, vinnulív og
vanlig fólk skulu fáa best
nyttu burtur úr teimum 70
100 milliardum krónunum,
ið so ella so skulu veitast
peningastovnunum.
Higartil hevur almenn
ingurin frætt lítið frá sam
ráðingunum, og tað er við
vilja. Koma upplýsingar út,
áðrenn málið er búgvið,
ávirkast kursirnir á virðis
brævamarknaðinum, og tað
er óheppið.
Løgmaður hevur sam
bandið við forsætisráð
harran
Tíbetur er eitt felags fíggj
arøki galdandi í Ríkis
felagsskapinum, og tað er
orsøkin til, at allir teir
føroysku peningastovnarnir
fáa lut í Bankapakka I.
Samband er millum
løgmann og forsætisráð
harran, og tann vegin verða
Føroyar tiknar við upp á
ráð, nú lógarverkið til
Bankapakka II verður
smíðað í Keypmannahavn.
Nústaðni er tíðin komin til,
at fólkatingslimir í semju
flokkunum verða tiknir við
upp á ráð.
Tryggleiki innan
Ríkisfelagsskapin
Hetta er alt, sum tað eigur
at vera.
Ríkisfelagsskapurin
tryggjar, at peningastovnar
í Føroyum kunnu fáa lut í
milliardunum frá danska
statinum, um peningastovn
arnir vilja tað, og gjøgnum
lógliga valdu umboð Før
oya fer kunning og sam
skifti fram, ið sjálvandi er í
trúnaði.
Tá liðugt er, fer stjórnin
at kunna almenningin í
Danmark, og landsstýrið
fer at kunna í almenningin
í Føroyum.
Geylini úr andstøðu
myrkrinum
Úr føroyska andstøðu
myrkrinum hoyrast kortini
geyl frá fólki, sum royna at
mála eina ranga mynd av
støðuni.
Sum ikki einaferð er tað
ein limur í Tjóðveldi, ið
kemur við atfinningum
móti løgmanni og donsku
stjórnini.
Bjørt Samuelsen knarrar
um, at hon fær onki at vita
um Bankapakka II. Eisini
hevur hon ilt av, at hon ikki
fær ávirkan á, hvussu 70
100 danskar milliardir
skulu brúkast. Og í Út
varpinum hendan dagin
róði hon fram undir, at
bankapakkin eigur kanska
ikki at galda fyri føroyskar
peningastovnar, um ikki
Bjørt Samuelsen og Tjóð
veldi fáa ávirkan á hann.
Serliga hetta seinasta
sigur nógv um ábyrgdar
loysið hjá Tjóðveldi.
Flest øll munnu duga at
síggja, at um Føroyar ikki
verða fevndar av Banka
pakka II, standa Føroyar
nógv veikari í altjóða
kreppuni.
Tjóðveldi vil rópa
uttanfyri
Lat meg stutt minna á, at
bæði í Føroyum og í Dan
mark stendur Tjóðveldi
uttan fyri realpolitiska
ávirkan.
Í Fólkatinginum hevur
Tjóðveldi sum strategi at
standa uttan fyri og rópa
heldur enn at samstarva
innanfyri.
Í Føroyum hevur Tjóð
veldi klandrað seg út í
andstøðumyrkrið. CHE
samgongan skrædnaði, tí
samstarv við Tjóðveldi bar
ikki til.
Júst í fíggjarmálum
arbeiðir Tjóðveldi hart fyri,
at Føroyar skulu ikki vera
partur av danska fíggjar
sektorinum og harvið ikki
hava atgongd til donsku
bankapakkarnar.
Tjóðveldi vil hava eitt
tannleyst føroyskt fíggjar
eftirlit, hóast føroyski
fíggjarsektorurin týðiliga
hevur sagt, at tað er alt
annað enn skilagott.
Føroysk áhugamál koma
fremst
Kortini vil Tjóðveldi hava
ávirkan á, hvussu danska
lógarverkið verður sam
anskrúvað, og Bjørt Sam
uelsen vil sanniliga eisini
sleppa at gera av, hvussu
70100 milliardir úr danska
statskassanum skulu
brúkast.
Eg mundi sagt, at hetta
er rættiliga ósmæðið.
Vit, sum fáa ávirkan á
Bankapakka II gjøgnum
ábyrgdarfult samstarv í
Fólkatinginum, fara fyrst
og fremst at hugsa um
áhugamálini hjá borgarum
í Føroyum, tá høvið býðst.
Fremsta málið er, at Før
oyar skulu standa væl, nú
fíggjar og búskaparkreppa
merkist í landinum.
løgtings- og
fólkatingsmaður
Edmund
JoEnsEn
Um at rópa uttanfyri