Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 10 - 15. januar 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 John (Jonn) Egholm, Vestmanna, andaðist týsdagin, 78 ára gamal. John Frederick Hol­ land, vanliga nevndur Fred, ættaður úr Bir­ ingham í Onglandi, gift­ ur við Kitty Jacobsen av Glyvrum, búsitandi í Leirvík, andaðist týs­ dagin, 89 ára gamal. Nina Magnussen fer til gravar úr Hørsholm Kirke, fríggjadagin 16. januar kl. 12.00. Tey, sum vilja minnast Ninu, kunnu lata føroya cyst­ isk fibrosa felag eina peningagávu, konto í Føroya Banka, nummar 6460­4008938 Esther Nielsen, fødd Petersen, ættað úr Norð­ ragøtu, búsitandi í Gam­ mel Holte, andaðist sunnukvøldið á Herlev Sjúkrahúsi, 77 ára gom­ ul. Jarðarferðin verður úr Gammel Holte­kirkju leygardagin kl. 13. Olivar Reinert úr Syðra­ dali, búsitandi í Sorø, andaðist á Slagelse sjúkrahúsið mánadagin 12. januar, 68 ára gam­ al. Andlát og jarðarferðir Dagurin 15. januar. Maurus, deyður umleið ár 550. Var næmingur hjá tí mæta kleysturhøvdinga Benedikti úr Nursia, og fylgdi honum eftir sum abbati. Navnið merkir blámaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúl­ anum í Havn í 2007. Myndin er tikin, tá real­ skúlanæmingarnir hittust til 50 ára hátíðarhald í Horna­ húsinum í 1990. f.v.: Dánjal Magnussen, Karolina Petersen (f. Han­ sen) Bodil Nielsen (Gutte­ sen) Anna Long (Jacobsen) (Ongland), Poula Christ­ iansen (Jacobsen), Eiler Egholm, Meinhardt Arge, Lisa Næss (Hansen), Inga Wellejus (Juul) (Danmark), Margit við Rætt ( Jacobsen), Ebba Winther (Andreassen), Ella Petersen (Ellendersen) (Kanada), Oda Gaard Olsen (Hansen), Gudny Rubeksen (Jacobsen), Helena Poulsen (Dal­Christiansen) og Oluf Simonsen. Um onkur hevur hug at ogna sær myndina, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánj­ alsdóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 378). Myndaeigari: Helena Poulsen Realskúlanæmingar hittust í 1990 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá bróðir, pápabeiggi og abbabeiggi okkara Sjúrður á Kósini lærari andaðist og varð jarðaður. Takk til prest og øll tykkum, sum komu við góðum og troystarríkum orðum. Takk til Klaksvíkar sjúkrahús og Sjúklingaheimið Tórshavn. Takk øll somul, sum vóru so góð við Sjúrða, serliga hesa seinastu sváru tíð. Vit takka teimum, sum hjálptu okkum í sambandi við jarðarferðina, og øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Hans Jacob við familju Jarðarferð Olivar Reinert úr Syðradali fer til gravar úr Kaldbaks kirkju leygardagin kl. 12.00. Vegna tey avvarðandi Tey, ið vilja minnast Olivar, kunnu lata Hjartafelagnum eina peningagávu. Í grein í Sosialinum tann 14. januar 1989 stendur at næstan 1000 bilar fingu skaða í jólaódnini 21. og 22. desember 1988. Fleiri bilar gjørdust vrak. Ein bilur í Hvalba var full­ komiliga horvin, hann var helst fokin á sjógv. Við teimum nógvu skað­ unum beint fyri jól kom samlaða talið av bilskaðum upp um 6.000 í 1988. Hetta gav sum vera man nógv arbeiði til bilverkstøðini og sýnsmenninar hjá Trygg­ ingarsambandinum Føroyar. Fyri 20 árum síðan: Næstan túsund bilskaðar í jólaódnini