Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2009 Starvsfólk á Sosiali­ num og í Miðla­ húsinum standa bara spyrjandi, hví okkara kappingarneyti vil fyrigykla fólki, at Sosialurin ikki er til í Vágsbotni MANIPULATIÓN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Niðanfyri síggja vit tvær myndir – ið at síggja til eru akkurát líka. Aðra myndina tók mynda­ maðurin hjá Dimmalætting týsdagin her uttan fyri vind­ eygað hjá Sosialinum í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hina myndina tók mynda­ maðurin hjá Sosialinum í morgun. Men munur er á myndum, hóast motivið er tað sama. Tey á Dimmalætting hava gjørt sær ómak at klippa burtur stóru, hvítu stavirnar á Miðlahúsinum, har tað eisini týsdagin stóð skrivað: »SOSIALURIN« Hví okkara starvsfelagar á Dimmalætting hava slíkan hug at tiga tann veruleikan, at Sosialurin er í Vágsbotni, burtur, kunnu vit bert gita um. Onkur vildi helst kalla hetta myndamanipulatión. Vit á Sosialinum og í Miðlahúsinum standa bara spyrjandi, hví okkara kapp­ ingarneyti vil fyrigykla fólki, at vit ikki eru til. Vit undrast á, hvat melur í høvdinum á fólki, sum fær seg at gera slíkt… Myndin var brúkt til eina søguliga grein hjá Pól á Kletti um Nólsoyar Páll. Vit kunnu so spyrja, um tað er tann »søguliga sann­ leikin«, sum Dimmalætting borðreiðir við? Heilt vist er so tað, at tá søgufólk seinni fara at skriva søgu – og nýta Dimmalætting sum keldu – so verður talan um søgu­ falsan og myndafalsan. Ella er tað bert gamla Dimma sum spøkir aftur, hóast blaðið hevur fingið nýggja leiðslu. Vit skilja ikki, hvørjum endamáli hetta tænir, men tað veit blaðleiðslan á Dimmalætting. Soleiðis er gamla Dimma…? - Hvat er tað, sum fær okkara starvsfelagar á Dimmalætting at manipulera eina sakleysa mynd av Miðlahúsinum í Vágsbotni soleiðis, at lesarin skal halda, at Sosialurin ikki er til í Vágsbotni? Mynd: Jens Kristian Vang 2.100 deyð av kolera Alheims heilsustovnurin WHO sigur nú, at 2.106 fólk í Zimbabwe eru deyð av sjúkuni kolera, og at meiri enn 40.000 fólk eru smittað av sjúkuni, síðani teir fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í august í fjør. WHO sigur, at í meðal eru 5,2 prosent av teimum smittaðu deyð av kolera, og at millum tey seinast smittaðu eru heili 12,6 prosent deyð. WHO sigur, at zimbabwiska heilsuverkið er í skeljasori og hevur ongar møguleikar at loysa trupulleikarnar við kolerasjúkuni. Hugsa meiri um vekt enn krabba Bretskar kvinnur stúra meiri fyri vektini, enn at tær kunnu fáa krabbamein. Tað kemur fram í einari stórari kanning. Har sæst, at umleið 25 prosent av kvinnunum siga seg stúra mest fyri, at tær fara at viga ov nógv, ella at aldurin fer at tyngja. Hinvegin stúra tær minni fyri hættisligum sjúkum so sum krabbameini og hjartasjúkum, sigur BBC, sum hevur hugt at kanningini. Hinvegin siga kvinnurnar seg vera greiðar yvir, at krabbamein kann fáa avleiðingar fyri teirra heilsu. Í Vági er framleiðsla av turkaðum høvd­ um aftur farin í gongd, og vónirnar til hesa vøru eru góðar. Føroyingar og íslendingar eru saman um verkætlan­ ina TUrkAð høvd Dagfin Olsen dagfinn@sosialurin.fo Á bryggjuni í Vági eru menn farnir undir at fisk, fyrst og fremst høvd, í einum rættiliga nýggjum vinnubygningi, sum hevur staðið óvirkin eina tíð, eftir eittnú at hava verið nýttur til saltfisk og at turka fisk í. Tað er smápartafelagið Faroes Apama, ið stendur fyri framleiðsluni. Føroy­ ingar og íslendingar eiga felagið og standa saman um framleiðsluna. Fyri føroyska partinum stendur vágbingurin Tom Silvurdal og Delta Seafood er eisini við í samstarvinum. Tað er íslendingurin Luðvík Haraldsson, ið stendur á odda. Hann hev­ ur 25 ára royndir í hesi framleiðsluni og hevur m. a. starvast í Lerwich og í Íslandi. Hann kennir eisini væl marknaðin og hevur góðar vónir. Marknaðurin er Nigeria, og Luðvík Haraldsson sig­ ur, at hetta er stórur markn­ aður. 25% av fólkinum í Afrika búgva í Nigeria, og landið útflytir olju, so landið eigur pening. Afturlatin skipan Enn starvast teir í bygn­ inginum við at gera klárt til framleiðslu, men fram­ leiðslan er tó so smátt byrjað. Teir byggja turkirúm, og munurin frá royndum, ið áður hava verið er, at nú verður talan um afturlatna skipan, so tað slepst undan lukti, og ein nýtir hitan betri. Luftin verður eisini reinsað. Um orsøkina til, at royn­ du íslendingarnir hava valt at vera við í framleiðsluni sigur Luðvík Haraldsson, at eigararnir vóru áhugað­ ir í samstarvi, bygningar og annað vóru til taks og í góðum standi og hóskaðu væl, og so er eisini vert at nevna samstarvið við Delta á Tvøroyri. Byrja Um vikuskiftið hava menn av øllum alvi roynt at gera turkirúm klár. Fram­ leiðslan byrjar av álvara hesa vikuna, og tá gongd rættiliga er komin á væntar Luðvík Haraldsson, at eini 15­17 fólk fara at starvast hjá Faroes Apama. Turka aftur høvd í Vági Um vikuskiftið arbeiddu menn av øllum alvi við at gera turkirúm klár í bygninginum á bryggjuni í Vági, men framleiðslan av turkaðum høvdum er tó so smátt farin í gongd Mynd: Dagfinn Olsen Miðsíðurnar í Dimmalætting 14. januar