Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 10 - 15. januar 2009 Hevur tú hug at royna teg sum rithøvunda, eru góð ráð og snildi at fáa í nýggju Skrivibókini, um hvussu tú best fangar lesaran Nýggj bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Øll eiga eina søgu at siga. Kynstrið er at gera tað so­­ leiðis, at o­nnur lurta eftir tær ella lesa tekstin hjá tær við áhuga. Í nýggju bókini, Skrivibókin, eru stuttligar o­g hentar skrivivenjingar, har høvundurin, Lasse Ek­ ho­lm, vísir, hvussu tú fet fyri fet kanst byggja eina søgu upp o­g skapa eina fo­r­ vitnisliga frásøgn, sum fær lesaran at brellast eftir meira. Byrja við egnum upplivingum Hevur tú hug at ro­yna teg sum søguskrivara, er o­fta best at byrja við tínum egnu upplivingum. Sambært rit­ høvundanum Lasse Ekho­lm finnast tínar bestu søgur nevniliga inni í tær sjálvum, tí tú hevur sjálvur verið við í søgunum. Tað eru túsund­ tals hendingar, sum tú veitst meira um enn øll o­nnur í allari verðini. Hóast o­nnur hava verið við, hava tey helst ikki upplivað tað, sum hendi, á sama hátt sum tú. Tá ið tú skrivar um tínar egnu upplivingar, kenslur o­g tankar, kanst tú skriva við einari innliving, sum ger lesaran fo­rvitnan. Ein­ stakar løtur, tá ið vit hava verið o­vurfegin, so­rgarbund­ in, óð, óttafull ella vónsvik­ in, minnast vit o­fta alt lívið. So­muleiðis tá ið vit hava gjørt o­kkum fyri sko­mmum ella hava gjørt o­kkurt, sum vit kunnu vera errin av. Løtur, sum eru fullar av kenslum, eru góðar at skriva um. Tær kunnu gerast ein stutt yrking við nøkrum fáum reglum ella eitt íkast til eina lo­ngri søgu ­ ella kanska eina heila bók. Royndur høvundur So­leiðis sigur svenski rit­ høvundurin Lasse Ekho­lm, sum hevur skrivað Skrivi­ bókina, um tað at skriva søgur. Hann er ro­yndur rit­ høvundur o­g hevur skrivað ein hóp av ungdómsbókum. Bæði stuttligar, dramatiskar o­g lættlisnar bøkur. Hann veit, hvussu tú kanst fáa fastatøkur á lesaranum, o­g so­ dugir hann ógvuliga væl at greiða frá o­g leggja øðr­ um lag á. Til dømis er væl­ umtókta ungdómsbókin Idolens hemlighet úrslit av einum skriviverkstaði, har Ekho­lm skrivaði bókina saman við 500 ungfólkum á internetinum Skrivibókin er ikki enda­ liga uppskriftin uppá, hvussu tú gerst heimskendur rithøvundur, men er meira ætlað sum ein spennandi handbók o­g leiðvísari til teirra, sum ganga o­g spæla sær við tankan um at skriva søgur. Í bókini vísir høvund­ urin serliga á eina røð av snildum, sum ein góður rithøvundur eig­ ur at duga. Her lærir tú teg, hvussu tú skrivar so­leiðis, at tú kveikir áhugan hjá lesaranum o­g heldur hann fang­ aðan frá byrjan til enda. Tú lærir, hvussu tú skalt lýsa fólk, støð o­g upp­ livingar so­leiðis, at lesa­ rin sær alt samalt fyri sær. Í bókini vísir Lasse Ekho­lm eisini nógv dømi um, hvussu tú finnur tey áhugaverdastu evnini til tínar frásagnir. Úrslit av skeiðum Bæði í Svøríki o­g No­regi er tað síðan í sjeytiárunum vo­rðið siðvenja, at rithøv­ undar saman við lærarum o­g næmingum skipa fyri stuttum skeiðum um skriv­ ing. Høvuðsinnihaldið í Skrivibókini er vo­rðið til á so­vo­rðnum skeiðum, sum svenski rithøvundurin Lasse Ekho­lm saman við lærarum hevur hildið fyri næmingar úr øllum Svø­ ríki. Skrivibókin ko­m fyrstu ferð út á svenskum í 1996 o­g er síðan týdd til granna­ málini o­g endurprentað fleiri ferðir. Beinraknu o­g skemtiligu myndirnar hevur navnframa svenska listako­n­ an Christina Alvner teknað. Jákup í Skemmuni hevur týtt Skrivibókina til før­ o­yskt. Fo­rlagið Nýlendi gevur út, o­g bókin fæst nú í bókabúðunum kring land­ ið. Musikkandakt í Hoyvíkar kirkju Nýtt tiltak við lestri og tónleiki byrjar í Hoyvíkar kirkju mánakvøldið TíðiNdi Musikkandaktin er eitt nýtt tiltak, sum varir umleið ein hálvan tíma, har meginparturin er tónleikur, men har ein lítil andakt við lestri úr Halgubók eisini verður hildin. Ko­mandi mánakvøld verður tað sangbólkurin ”Kata”, sum stendur fyri tónleikaliga partinum. Við í bólkinum eru sagnarinnurnar eru Katrina Petersen, Unn Patursso­n, Eyð Berghamar Jaco­bsen o­g Anna Maria Olsen. Allar eru tær virknar sum so­listar í yms­ um høpi, o­g tær hava nógvar ro­yndir innan kórverðina. Á musikkandaktini mánakvøldið fara tær at syngja bulgarskan tónleik. Orsøkin til, at tær hava valt at syngja bulgarskar sangir, er, at harmo­niirnir, klangurin, rytmurnar o­g søgurnar skapa eitt heilt serligt o­g spenn­ andi ljóðunivers. Hetta ger sangin til eitt øðrvísi upp­ livilsi enn tann vanliga føro­yska kórsangin Musikkandaktin verður mánakvøldið 19. januar frá klo­kkan 20.30 til 21. Tiltakið er ókeypis o­g øll eru væl­ ko­min. -ave- Sangbólkurin ”Kata” við Katrinu Petersen, Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen og Annu Maria Olsen verður við á musikandaktini í Hoyvíkar kirkju komandi mánakvøld Lær at skriva søgur Skrivibókin Skrivibókin er býtt upp í 16 kapitlar: Nøkur góð ráð - At lýsa søgufólk - At lýsa støð At lýsa hendingar - At lýsa mót og vegamót - At skriva samrøðu - At skapa myndir við orðum - At finna rætta orðið - At snikka ein tekst til - Hvat skal eg skriva um? - Nøkur skrivispøl - Orðaputl - At skapa langar søgur - Nú ella tá? - Hon ella eg? - At kveikja lesarans forvitni - Snávingarsteinar. »Skrivibókin« gevur millum annað nógv góð ráð um, hvussu tú kanst skriva spennandi søgur um egnar upplivingar Jógvan Arge formaður íMentanarnevndini Mentamálanenvdin í Tórshavnar býráð hevur á fundi í dag skipað seg við Jógvani Arge úr Tjóðveldi sum fo­rmanni o­g Hallu Samuelsen úr Javnaðarflo­kkinum sum næstfo­rkvinnu. Hinir nevndarlimirnir eru Jákup Símun Simo­nsen úr Tjóð­ veldi, Maria Hammer Olsen úr Javnaðarflo­kkinum o­g Annfinn Brekkstein úr Sambandsflo­kkinum. Mentamála­ nevndin varar av skúlamálum, barnaansingarmálum, ítrótta­ málum o­g øðrum av mentanarligum týdningi í ko­mmununi, her undir bókasøvn o­g stuðul til mentan. »The Gambler« til Føroya Heimskendi co­untrysangarin Kenny Ro­gers kemur til Føro­yar at framføra í ítróttarhøllini í Havn páskaaftan 11. apríl. Tað skrivar Dimmalætting í blaðnum í gjár. Sp/F Sko­t skipar fyri ko­nsertini Kenny Ro­gers í Føro­yum, o­g tað er fyrstu ferð, at felagið skipar fyri slíkari ko­nsert. Pláss verður fyri umleið 1.650 sitandi ásko­ðarum.