hósdagur 15. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 10 - 15. januar 2009 ]
Ein av stóru profil
unum í føroyskum
fótbólti seinnu árini
tók í gjár avgerð um,
at hann ikki fer at
spæla fótbólt á hægsta
støði í 2009
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mikkjal Thomassen hevur
seinnu árini verið ein av
mest markantu profilunum
í føroyskum fótbólti. Og
ikki minst hevur hann eisini
verið ein tann mest vinnandi
hesi árini.
Seinastu fýra árini hevur
talan soleiðis verið um tvey
FM-heiti og tvey Løgmans-
steyp við ávikavist B36 og
EB/Streymi, umframt at
hann eisini hevur verið við
til at spælt lið sítt víðari í
bæði Champions League
og UEFA-Cup undankapp-
ingini.
Og oman á tað heila slapp
hann eisini nakað seinkað
upp í føroyska landsliðs-
hópin. Har hevði
hann annars ikki
verið, síðani ein
mest sum ótýðandi træta
við táverandi landsliðsvenj-
aran – Allan Simonsen – í
1997 bar við sær, at hann
varð settur uttan fyri lands-
liðshitan. Á heysti í 2006
sendi Jógvan Martin Olsen
tó boð eftir Mikkjali, tá Før-
oyar spældu heimadyst
móti Litava, og síðani ta
løtuna hevur hann verið
eitt tað tryggasta kortið
á talvuni, tá landsliðið
er sett.
Og sum heild er gjøg-
numbrot hansara komið
rættiliga seint. Blaðungur
var hann annars partur av
besta HB-liðnum, men í
1999 valdi hann at royna
seg hjá B36, eftir at hann
annars hevði umhugsað at
sett gaggurnar heilt á hill-
ina. Útbúgvingarørindi í
Danmark bóru við sær, at
hann als ikki var á føroysku
vøllunum í eini trý ár, og
tá hann vendi heim í
2004 hevði hann stórar
trupulleikar av skaðum,
meðan lið hansara, B68,
hevði eins stórar trupulleikar
á vøllinum og flutti niður.
Men síðani hann í 2005 var
við til at vinna FM við B36,
hevur eingin innan føroyska
fótbóltsheimin ivast í, at
her var talan um ein tann
mest týðandi spælaran í
landinum.
Seinastu tvey árini
hevur ein eym hæl-
sina tó argað rætti-
liga nógv, og í
fjør gjørdist tal-
an langt ífrá
um so nógvar
minuttir á vøllin-
um, sum Mikkjal
sjálvur
kundi
hugsað sær. Og
hetta ger nú, at
hann setir gagg-
urnar.
- Eg hevði væl tímað at
spælt meira. Men eg vil
ikki halda fram undir teim-
um fortreytum, sum eg
stríddist ímóti í fjør, og so
er tað kanska best bara at
gevast heilt, sigur Mikkjal
Thomassen, sum í gjár gav
venjarum sínum í EB/
Streymi og Jens Martin
Knudsen, ið má metast sum
virkandi
landsliðsvenjari,
boð um, at hann ikki longur
er virkin á hægsta stigi inn-
an føroyskan fótbólt.
Verður Kaka seldur úr
Milan til Manchester City,
verður tað eftir øllum at
døma í einum handli, sum
spreingir øll mørk
Metupp
hæddir
freista Kaka
og Milan
Hóast Manchester
City er til reiðar at
rinda Milan yvir 800
milliónir og meira
enn fýra milliónir
í vikuløn til Kaka,
ætlar spælarin sær
ongan veg
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Manchester City er til
reiðar at spreingja øll
mørk innan spælarahandl-
ar. Stóri trupulleikin er, at
tað ber illa til at fáa røttu
spælararnar til hópin.
Enskir miðlar skriva,
at umboð fyri Manchester
City eru í Milano, har
tey hava boðið AC Milan
ikki
minni
enn
£100.000.000, um teir
vilja selja Kaka, sum í
2007 varð kosin heimsins
besti
fótbóltsspælari.
Somuleiðis sigst felagið
vera til reiðar við einum
sáttmála,
sum
gevur
brasilsa bóltsnillinginum
eina
vikuløn
upp
á
£500.000.
Men tað tykist tó nytta
lítið. Higar til hevur Mil-
an ikki tikið av, men sum
skilst, hevur felagið tørv
á peningi, um teir fram-
haldandi skulu dystast
við tey bestu í Europa.
Og umboðsmaðurin hjá
Kaka sigur, at tað ikki er
óhugsandi, at teir fáa
loyvi at tosa við enska
felagið.
Kaka sjálvur sigur tó,
at hann helst av øllum vil
verða verandi í Milano.
- Tað eru ikki pengar-
nir, sum eru altavgerandi.
Eg stórtrívist í felagnum,
og eg kundi hugsað mær
at blivið gamal í felag-
num. Ynskja teir hinvegin
at selja meg, noyðist eg
sjálvandi at taka støðu til
tað, sigur Kaka.
Norska fótbóltssam
bandið vónar at fáa
líka góð úrslit, sum í
1990unum
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Norska fótbóltssambandið,
NFF fór í endurnýtsluna,
og hevur nú valt at seta Egil
”Drillo” Olsen í starv, sum
høvuðsvenjara hjá norska
fótbóltslandsliðnum. Drillo
hevur tikið við einum til-
boði, og nú kl. 14 verður
tíðindafundur á Ullevaal í
Oslo.
Árini
1990-1998
var
Drillo norskur landsliðs-
venjari, og eydnaðist tað lið-
num at spæla seg til HM-
endaspølini í 1994 og í
1998.
Í 1994 vísti Noreg sera
defensivan fótbólt, og gav
tað Drillo nógva antipati í
fótbóltsheiminum. Í 1998
var spælið eitt vet meiri
undirhaldandi, og eydnaðist
tað tá Noregi at vinna seg í
1/8 finaluna. Tað mest
minniliga var tá Noreg vann
2-1 á Brasilia.
Kjetil Rekdal, sum skeyt
sigursmálið fyri Noreg tá,
er annars dansandi óður inn
á norska fótbóltssambandið,
at hesi hava drigið tann
skjótt 67 ára gamla venjaran
fram aftur. Kjetil Rekdal
metir starvssetanina hjá
NFF at verða eitt afturstig
fyri norskan fótbólt.
Norska fótbóltssambandið
leitar aftur á slóðina
við at seta Drillo sum
landsliðsvenjara
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Norðmenn hava leitað Drillo fram aftur
Mikkjal gevst við
fótbóltinum
Beinini eru um at
vera slitin heilt upp,
og tí hevur Mikkjal
Thomassen gjørt av at
steðga við fótbóltinum,
heldur enn at treiska
seg ígjøgnum enn eitt ár
við nógvum skaðum