hósdagur 15. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 10 - 15. januar 2009 ]
Simultan-bridge leygardagin
Komandi leygardag verður árliga Simultankappingin spæld, tað verður
eins og seinastu árini Føroya Bjór, sum stuðlar við vinningum til tey
vinnandi pørini á hvørjum spælistað. Byrjað verður klokkan 14 á ymsu
støðunum, og skal tilmelding fara fram í seinasta lagi 10 minuttir undan
kappingarbyrjan. Støðini, har spælt verður, eru í Vági, Klaksvík og í
Havn.
Agger til Milan
Sambært danska Tipsbladet er tað sera
sannlíkt, at Daniel Agger alt fyri eitt skiftir
úr enska Liverpool til italska AC Milan.
Alment vil eingin partur gera viðmerkingar
til møguliga handilin, men danska blaðið
skrivar, at partarnir í dag skriva undir ein
fýra-ára sáttmála, sum samtundis flytur 60
milliónir krónur úr kassanum hjá Milan til
Liverpool. Verður handilin veruleiki, gerst
Daniel agger sætti danin í italska
stórfelagnum.
Um vikuskiftið verður
stóra svimjikappingin
Reykjavík Inter
national
Svimjing
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Svimjisamband
Føroya
sendir eitt talentlandslið við
13
svimjarum
avstað.
Umframt hesi trettan luttaka
eisini Suðuroya Svimjifelag
og Havnar Svimjifelag. Úr
HS eru 9 svimjarar og úr
Susvim eru 15 svimjarar,
so tilsamans eru 37 før-
oyskir svimjarar í kapping í
Laugardalshøllin
Tríggjar heimsstjørn-
ur til Reykjavíkar
Í ár er svimjikappingin part-
ur av einum størri tiltaki, ið
fevnir um fleiri ítróttagrein-
ir. Føroyingar hava luttikið
í hesari kapping í fleiri ár
og við góðum úrslitum. Á
heimasíðuni hjá svimjife-
lagnum Ægir í Reykjavík,
ið fyriskipar svimjikapp-
ingina kunnu vit lesa, at
tríggjar heimsstjørnur lut-
taka í kappingini. Tær eru
norsku Alexander Dale Oen
og Sara Nordenstam, ið
bæði eru heiðursmerkja-
vinnarar
frá
olympisku
leikunum í Beijing. Triðja
heimsstjørnan er okkara
egni Pál Joensen, ið millum
annað skal svimja 1500
frísvimjing. Um Pál skrivar
Ægir á heimasíðuni: „Frá
Færeyjum heimsækir okkur
aftur en hann er einn besti
og efnilegasti langsund-
maður Evrópu í dag.“ Stór
orð frá okkara grannum
„Úr Føroyum vitjar okkum
aftur ein tann besti og evna-
ligasti langteinasvimjarin í
Evropa í dag!“
Kappast verður fríggjadag
kl. 16.30, leygardagin inn-
leiðandi kl. 9.15 og finalur
kl. 16.30, sunnudagin inn-
leiðandi kl. 9.15 og finalur
kl. 16.00. Allir teir stuttu
teinarnir svimja tey við inn-
leiðandi og finalum, meðan
kappingarnar frá 400 og
uppeftir eru sum beinleiðis
finala, við skjótasta riðli
seinnapartar.
Talentlandsliðið
Svimjisambandið
fór
í
desember 2008 undir mið-
víst talent/ungdómsarbeiði.
Fyrsta tiltakið var ein venj-
ingarlega í Klaksvík, og er
luttøkan í Reykjavík ein
partur av hesum arbeiðinum.
Í hesum kappingarárinum
er eisini ætlanin at hava
tvær venjingarlegur afturat.
Talentlandsliðsvenjarar-
nir Jóhan Martin Poulsen
og Rúni Gaardbo úttóka á
venjingarlegu í Klaksvík í
2008 trettan svimjarar at
umboða Føroyar á Talent-
landsliðnum. Teir eru: Úr
Svimjifelagnum
Flot:
Astrid Foldarskarð og Birita
Debes.
Úr
Fuglafjarðar
svimjifelag: Poula Ø. Mohr
og Hildur á Fløtti. Úr
Svimjifelagnum
Ægir:
Monika Biskopstø, Cecilia
Eysturdal, Bjarni M. Peter-
sen. Úr Havnar Svimjifelag:
Bjørg Seloy, Dagmar M.
Winther og Magnus Jákups-
son. Úr Suðuroyar Svimji-
felag: Katarina S. Lam-
hauge, Helena Sævarsdóttir
og Jón Hofgaard.
Á myndini vanta Helena
S. Sævarsdóttir og Hildur á
Fløtti. Leiðarar á ferðini
eru Jórun Eið Johannesen
og Palli Eysturberg.
Púrasta óvæntað
koppaðu kollfirðingar
Neistanum, og nú
stendur KÍF við bestu
kortunum undan
seinnu hálvfinaluni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kanska verður steypakapp-
ingin í ár møguleikin, har
KÍF veruliga kann sláa sítt
navn fast í føroysku hond-
bóltshagtølunum.
Kollfirðingar vórðu langt
ífrá roknaðir millum favo-
rittarnar undan kappingini.
Men
í
fjórðingsfinaluni
bastu teir favorittunum úr
H71, og nú hálvfinaluupp-
gerðin móti Neistanum er
hálvrunnin, stendur KÍF
við betru kortunum.
Skrædnaði móti
dystarenda
Og tað var við einum fram-
úr stríðsavriki, at tað eydn-
aðist hjá KÍF at koppa Neist-
anum.
Heimaliðið helt seg ann-
ars hava gjørt nóg mikið, tá
teir fyrstu løtuna eftir steðg-
inum koppaðu eini hóttandi
leiðslu hjá útiliðnum.
Við bara 19 minuttum
eftir at spæla stóð 20-17 á
máltalvuni, men so gekk alt
brádliga heilt galið hjá
vertunum. KÍF hevði nevn-
liga als ikki ætlanir um at
gevast, og næstu løtuna
vundu teir burtur úr vert-
unum, sum hálva vegna
fóru í coma av óvæntaðu
endurreisnini.
Og hóast Neistin seinastu
løtuna fekk pyntað nakað
um, soleiðis at munurin
»bert« gjørdist tvey mál, so
nart hetta ikki við fagnaðin
hjá gestunum. Sjálvandi
vita teir, at arbeiðið bara er
hálvgjørt enn, men ein góð
byrjan er nú heldur ikki at
forakta.
Tvær hálv-
finalur í kvøld
Aftur í kvøld eru tvær
hálvfinalur á skránni í
Coca-Cola kappingini í
hondbólti. Hjá monnum
spæla Kyndil og StÍF í
Havn, og byrjar tann
dysturin klokkan 19.15.
Og hjá kvinnunum
hevur Stjørnan heima-
vøll í fyrru hálvfinaluni
móti Neistanum. Tann
dysturin byrjar klokkan
20.
-mørk
Neistin-KÍF 27-29 (11-13):
KÍF ávegis sensatiónini
Stór føroysk luttøka í Reykjavík International
Fremstu føroysku svimjararnir taka um vikuskiftið lut í altjóða kapping í Reykjavík
Neistin-KÍF 27-29 (11-13)
10 min: 6-2
20 min: 9-8
40 min: 19-17
50 min: 22-24
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 6(2),
Tróndur Kragesteen 6, Finnur
Hansson 6(1), Áki Mørk 3, Bogi
Berg 3, Jugoslav Djumic 2, David
Edvardsen 1
KÍF: Rógvi Weihe 7(1), Arnbjørn
Hansen 7, Regin Dam 3, Ási Dam
5(3), Andreas Nielsen 2, Tony
Weihe 1, Jákup Trúgvason 1
Brotskøst: Neistin 4, KÍF 5
Útvísingar: Neistin 4, KÍF 4
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans
Thomassen
FAKTA um dystin