Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 10 - 15. januar 2009 ] Tvey stig á muni Manchester United vann í gjárkvøldið 1-0 móti Wigan á Old Trafford. Einsamalla málið í dystinum skoraði Wayne Rooney longu í fyrsta minuttinum, og eftir hetta legði heimaliðið størsta dentin á sterka verjupartin, sum nú ikki hevur latið mál inn í níggju Premier League dystum á rað. Og sum nú bert eru tvey stig aftan fyri Liverpool, sum enntá hevur spælt ein dyst meira. Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Manchester United, at Wayne Rooney seinni noyddist av vøllinum við skaða. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligan skaða talan er um. Zenit vil hava meir fyri Arshavin Andrej Arshavin gjørdi veruliga vart við seg, tá Russland spældi seg í hálvfinaluna í EM-endaspælinum í Eysturríki og Sveis í summar. Seinasta hálva árið hevur Arshavin ynskt at koma burtur frá liðnum hjá sær, Zenit Sankta Pætursborg, men leiðslan í Zenit hevur ikki hildið, at boðini uppá Arshavin hava verið nøktandi. Eg kann staðfesta, at Zenit hevur fingið eitt boð frá Arsenal uppá Andrej Arshavin, men vit taka ikki við hesum boðnum. Hetta segði talsmaðurin hjá Zenit, Alexei Petrov við enska blaðið, Daily Star. Arsenal bjóðaði 10 miljónir pund uppá Arshavin, men tað er bara helvtin av tí, sum Zenit vil hava fyri Arshavin. Og nú frættist, at Manchester City, sum hevur múgvandi eigarar møguliga fer at bjóða uppá Arshavin. Mark Hughes hevur meldað út, at hann ikki tímir at keypa spælarar frá øðrum enskum feløgum, tí teir eru alt ov dýrir í mun til dygdina teir standa fyri. Norðmenn eru eisini spentir Norski landsliðsmálverjin, veteranurin, Steinar Ege hevur eisini sett orð á mótstøðuliðini hjá Noregi Hondbóltur Heri Simonsen sosialurin.fo Norska TV2 hevur eisini biðið fremsta málverjan hjá norska manslandsliðnum í hondbólti, um at seta orð á mótstøðuliðini. Málsetningurin hjá Noregi er at vinna seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, Í Noreg er vanligt at geva ummæli millum 1 og 6 lýst við einum terningakasti, og er tað frimilin, sum Steinar Ege eisini nýtir her. Í flogfarinum á veg til HM í Kroatia gav Steinar Ege sær tíð at døma um mótstøðuliðini, og dómurin hjá honum er hesin: Saudi-Arabia: Ja hvat skal eg siga? Eg kenni teir illa. Teir stilla óivað við onkrum stórskjútta, men hetta er so tað ringasta mótstøðuliðið. Sá, at teir taptu ímóti Sveis við einum máli, fyri stuttum Brasilia: Teir eru uttan iva betri í fótbólti, men samba verður tað heilt víst. Teir eru eina tonn betri enn Saudi-Arabia, men tað er ringt at døma um teir. Vit møttu teimum í HM-endaspælinum í Tunesia í 2005, men vit hava sæð lítið til teir, aftaná tað. Egyptaland: Teir hava nógvar veteranar á liðnum. Nógv hongur á herðunum hjá Zaky, sum er stjørnan á liðnum. Eg vænti ein harðan dyst, tí teir kunnu verða rættiliga svínskir í verjuspælinum. Teir svinga nógv í avrikunum. Kunnu verða eitt ræðandi mótstøðulið. Serbia: Serbisku dreingirnir kunnu svinga millum tað fantastiska, og so tað grátiliga. Teir eru likamliga sterkir, og tað verður heilt víst torført at spæla ímóti teimum. Eg meini, at teir eru inni í einum ættarliðsskifti. Eg spæli saman við Vukasin Rajkovic í FC Keypmannahavn Håndbold. Talan er um eitt gott mótstøðulið. Danmark: Danir koma við nøkrum nýggjum spælarum, men teir nýtast ikki at verða viknaðir av, at Joachim Boldsen ikki er við. Danmark er favorittur til at taka HM-meistaraheitið, tí teir hava eina stóra breidd í hópinum. Teir hava sjálvir sagt, at teir fara eftir gullinum. Hetta er uttan iva harðasta mótstøðuliðið hjá okkum. Stórfavorittarnir høvdu ikki teir heilt stóru trupulleikarnar, tá tær vitjaðu StÍF Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað enn er ein hálv- finala eftir at spæla, so eru kvinnurnar hjá Tjaldri mest sum komnar í steypafinaluna longu nú. Í gjárkvøldið spældi Tjaldur á útivølli móti StÍF. Undan dystinum varð rumblað nakað aftur og fram millum Tjaldur og Hondbóltssambandið, sum týsdagin gav boð um, at dysturin skuldi flytast 24 tímar fram, men hetta tókt- ist tó ikki nerva Tjaldur, tá dysturin varð spældur. Tí hóast StÍF fylgdi við fyrstu lítlu løtuna, so stóð fyri tað mesta greitt, at Tjaldur skuldi fara avstað við sigrinum. Um miðjan fyrra hálvleik eydnaðist eisini hjá gestunum at leggja seg eini fýra mál framum, og frá hesi løtuni hevði Tjaldur fult tamarhald á tí, sum gekk fyri seg á vøllinum. Eitt skifti í seinna hálv- leiki var eisini líkt til, at talan veruliga skuldi gerast um stórsigur, men hóast munurin eftir hetta minkaði nakað, so minkaði hann ongan tíð somikið nógv, at spenningur aftur kundi verða um úrslitið. Og tað er tað neyvan held- ur um samlaða úrslitið, tá finalisturin skal finnast. Tað ber sjálvandi til hjá StÍF at vinna á Tjaldri, og bara tað í sjálvum sær vildi verið eitt framúr úrslit í seinnu hálvfinaluni. Men talan verður undir ongum umstøðum um ein sigur upp á seks mál ella meira, so runavíkingar kunnu helst longu nú gera seg til reiðar at fara til Havn- ar tann 7. februar. Bæði Joe Kinnear og Phil Brown fingu reyða kortið at síggja, tá Newcastle og Hull spældu umdyst í ensku steypa­ kappingini Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Newcastle og Hull spældu umdyst í FA kappingini. Dysturin var á Saint James Leikvøllinum í Newcastle. Hull vann 1-0, og hevur vunnið sær sætið í 4. um- fari. Tað er tó ikki úrslitið, sum eftirtíðin fer at minnast, men heldur, at venjarnir báðir, Joe Kinnear hjá New- castle og Phil Brown hjá Hull vóru vístir niðan á áskoðaraplássini. Harði orðadrátturin mill- um venjarnar byrjaði, tá Fabricio Coloccini hjá New- castle fekk eitt gult kort fyri eina grova takling ímóti Daniel Cousin hjá Hull. Venjarnir vóru ógvuliga ógvuliga ósamdir um hesa avgerðina hjá dómaranum, og knappliga stóðu teir and- lit til andlit og hóttu hvønn annan, hvør illari enn ann- ar. Dómarin, Phil Dowd sá onga aðra loysn, enn at vísa báðar venjarnar av vøllin- um, og upp til áskoðara- plássini. Frá áskoðarapláss- unum sóu Joe Kinnear og Phil Brown, at Daniel Cousin skoraði sigurs- málið fyri Hull eftir 81 minuttirs spæl. Hull møtir Millwall í 4. um- farinum í FA Cup kappingini. Báðir venjararnir útvístir StÍF-Tjaldur 23-29 (11-15): Tjaldur er ávegis finaluni StÍF-Tjaldur 23-29 (11-15): 10 min: 3-2 20 min: 6-10 40 min: 13-20 50 min: 18-26 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 9(2), Fríðrun Danielsen 4, Bára Berthelsen 4, Louisa Andreasen 3, Ninna K. Johansen 2, Anna PEtersen 1 Tjaldur: Adina Petrea 10(3), Alina Olaru 5, Benadikta Johannesen 5, Annika Thomsen 4, Elinbjørg Hammer 2, Jacoba Langgaard 1 Brotskøst: STÍF 2, Tjaldur 5 Útvísingar: StÍF 1, Tjaldur 3 Dómarar: Birgir Sondum & Thomas Juul Thomsen FAKTA um dystin Dramatikkurin var stórur uttan fyri hvítu strikurnar, tá Newcastle spældi umdyst móti Hull Umdystirnir í FA Cup kappingini : Crystal Palace – Leicester 2-1 Newcastle – Hull 0-1 Southend – Chelsea 1-4 Birmingham – Wolverhampton 0-2 Bristol City – Portsmouth 0-2 Burnley – QPR 2-1 Crewe – Millwall 2-3 Histon – Swansea 1-2 Leyton Orient – Sheffield United 1-4 Norwich – Charlton 0-1 Peterborough – West Bromwich 0-2 Cheltenham – Doncaster 0-0