Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 11 - 16. januar 2009 Í seinasta lagi á ólavsøku skal nýstovn­ aða kommunala umskipanarnevndin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, nú hevur mannað, koma við uppskoti um ein kommureform. Nevndin skal eitt nú koma við tilmæli um, hvørjar tær kommunalu eindirnar skulu vera, hvussu hesar skulu skip­ast og um eina javning­ arskip­an millum kommun­ urnar. Eisini skal nevndin mæla til eina raðfesting av up­p­gávu­ og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og hvussu ein møgulig blokkstuðulsskip­an skal skip­ast. Arbeiðsup­p­gávurnar hjá nenvdini eru hesar: Kommunueindir Við støði í Løgtingslóg nr. 12 frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunu­ samanleggingar og kommu­ nal samstørv í sambandi við lógarbundnar up­p­gávur, skal nevndin koma við til­ mæli um, hvørjar tær kommunalu eindirnar skulu vera, og hvussu hesar skulu skip­ast. Millumkommunal javningarskipan Allar kommunur verða javntsettar mótvegis lóggáv­ uni, t.e. at tær allar skulu loysa tær somu up­p­gávurnar. Við hesi javningarskip­an skal miðast eftir, at allar kommunur eru fíggjarliga førar fyri at loysa tær komm¬unalu up­p­gávurnar, sjálvt um umstøðurnar hjá teimum ikki eru tær somu. Javningarskip­anin skal tí fevna um javning av muni í inntøkugrundarlagi p­r. borg­ ara og í útreiðslutørvi p­r. borgara. Raðfesting av greið­ um uppgávu­ og ábyrgdarbýti millum land og kommunur Allýsing verður gjørd av ábyrgdarøkjum, so sum eldraøkið, fólkaskúlin, vega­ kervið og aðrar up­p­gávur, sum kunnu flytast kommu­ num at umsita. Gerast skal ein ítøkilig raðfesting, ið ásetur hvørji økir, í hvørjari raðfylgju og nær hesi verða løgd til kommunurnar. Fyrs­ ta stóra øki verður lagt til kommunurnar 1. januar 2011. Blokkstuðul Ætlanin er ikki at broyta skattaskip­anina, og skal nevndin gera up­p­skot um, hvussu ein møgulig blokk­ stuðulsskip­an skal skip­ast, sum tryggjar, at fígging er til tær up­p­gávur, sum verða fluttar til kommunurnar at umsita, tá tað ikki er gjørligt longur at broyta í býtinum millum lands­ og kommunu­ skatt uttan at broyta skatta­ skip­anina. Eftirmeting Gjørd verður ein eftirmeting av, hvussu tað hevur eydnast at lagt dagstovnaøkið og barnaforsorgarøkið til kommunurnar. Harumframt skal gerast ein fastur eftir­ metingarleistur til tey øki, sum verða løgd til kommun­ urnar at umsita. Eyðbjørn Larsen, løgfrøðingur, Formaður Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur Jóan Petur Hentze, aðalskrivari, Kommunusamskipan Føroya Eyðun Christiansen, ráðgevi, Føroya Kommunufelag Doris Bjarkhamar, fulltrúi, Almannamálaráðið Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, Mentamálaráðið Sofus Debes Johannesen, fulltrúi, Fíggjarmálaráðið Poula Árnadóttir Lervig, fulltrúi, Innlendismálaráðið Hilmar Høgenni, deildarstjóri, Innlendismálaráðið Kommunala umskipanarnevndin SkrivStovufólk NSR-tænastan í Tórshavn søkir eftir skrivstovufólki. uppgávur · vanligt skrivstovu­ hald og skrivara­ uppgávur · telefonavgreiðsla · skjalaskráseting · samskifti við viðskiftafólk førleikakrøv · hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir · tænastusinni · góðan kunnleika til føroyskt · góðan telduførleika · góð samstarvsevni vit bjóða Eitt áhugavert, fjøl­ broytt og sjálvstøðugt starv við skiftandi uppgávum, herímillum samstarv við skúlar, dagstovnar, ráðgevar, Sernámsdepilin og tænastueindirnar. NSR­tænastan í Tórs­ havn er nýggj deild undir Sernámsdepli­ num, og tú verður við til at skipa og byggja upp virksemið saman við starvsfeløgunum. Sernámsdepilin fer í næstum at arbeiða við elektroniskari skjala­ handfaring. Upplæring fæst í hesi skipan. Setanartreytir Starvið er fulltíðarstarv og verður sett og lønt eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðs­ gevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. umSóknir Send umsókn við prógvum, c.v. og øðrum skjølum til nSr-tænastuna frælsið 30, postboks 3150 110 tórshavn ella til nsr@nsr.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í sein­ asta lagi 30. januar 2009. Starvið verður sett skjótast til ber. Fleiri upplýsingar fáast við at venda tær til Harriet Hansen, sam­ skipara, tlf. 212055, harriet@nsr.fo. Sernámsdepilin veitir sernáms frøðiliga ráðgeving til børn og ung frá 0–18 ár. NSR-tænastan hoyrir undir depilin og er skipað í øki kring landið. Sí www.snd.fo. NSR-tænastan er stytting fyri náms- og sálarfrøðiligu ráðgevingartænastuna hjá Sernámsdeplinum. SeRNámSdepiliN SnD Havnar­ maður skrivar dagbók Dagbókin ”Memoirer og Autobiografi” verður løgd fram í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórs­ havnar kommunu í Post­ húshjallaranum hósdagin 29. januar kl 16:00. Mentunnargrunnur Studentafelagsins gevur dagbókina út. Tað er langabbasonurin Heri Kragesteen,ið legg­ ur bókina fram fyri almenninginum. Skráin fyri tiltakið, sum er alment og ókeypis, er henda: Mads Andreas Winther, abbasonur fyrsta borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, sigur frá Heðin Mortensen, borgarstjóri, fær handað eintak av dagbókini ”Memoirer og Autobiografi” Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, heldur talu um dagbókina hjá Sámali á Krákusteini Tórshavnar manskór syngur Sámal Tróndur Finnsson Johansen, landsskjalavørður, up­p­runahandritið til dagbókina ”Memoirer og Autobiografi” í varðveitslu Síðani fæst kaffi Nú skal kommunu­ málið loysast