fríggjadagur 16. januar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 11 • 16. januar 2009
Njóting í ymsum líki var
felags evnið á tiltaki á Lærara
skúlanum leygardagin, har
njótingargranskarin Morten
Kringelbach og bretska skaldið
A.S. Byatt kjakaðust um sam
bandið millum njóting og list
millum annað við atliti til
hugtakandi stuttsøguna "Ein
steinkvinna" eftir Byatt, sum
stendur í nyggjasta Vencil.
Vøkur steinrenning
Í bókini Njótingarsami heilin vísir
Kringelbach á, at hóast list er at
meta sum ein yvirskipað njóting, so
verður listarliga njótingin stýrd av
somu mekanismum, sum grund
leggjandi tráain eftir mati og sex.
Í sambandi við list stavar
hendan trongdin millum annað
frá tørvinum hjá menniskjum á
at skapa samanhang og meining
í lívinum, eru Kringelbach og
Byatt samd um. Byatt vísir mill
um annað á, at fyri hana sum
rithøvunda, byrjar ein tekstur
altíð við trongdini at seta tvey,
sera ymisk fyribrigdi saman
uttan iva í tráan eftir at uppliva
njótingarsamu løtuna, tá tað
eydnast og kanska verður til
okkurt heilt triðja.
Í ”Ein steinkvinna” visti eg frá
byrjan, at eg vildi royna at tvinna
íslendskar sagnir um huldusteinar
saman við sorg. Sum frá leið
smeltaðu hugskotini saman í
steinkvinnuni, sum soleiðis gjørd
ist ímyndin av sorg, sigur Byatt.
Í søguni missir kvinnan Ines
mammu sína, sum doyr av sjúku. Í
sorgini yvir mammuna umskapast
Ines spakuliga til stein. Men
hóast hon so at siga verður
steinrunnin av sorg, fær hon sum
hesin nýggi løgni skapningur eitt
hugtakandi nýtt lív. Tá hon til
endan hvørvur sum menniskja av
kjøti og blóði, er tað kortini ikki
endin á henni, men byrjanin til
okkurt annað, har hon er vorðin
eitt við íslendsku náttúruna. Á
sín heilt sermerkta hátt megnar
Byatt soleiðis at gera pínuna og
sorgina hjá Ines til eina sorgblíða
og vakra uppliving, sum fangar
lesaran frá byrjan:
Beinini gneltu ímóti hvørjum
øðrum, tá ið hon gekk. Fyrsta
ábendingin um, at steinskorpan
sást uttan á klæðunum, var
serstøk og vøkur. Hon varnaðist
tað fyrstu ferð í speglinum ein
morgunin, tá hon bustaði sær
hárið: eitt hovið hálsband oman
fyri øsibeinini dagaði líðandi
fram úr húðini, sum eygu úr
eygnalokum, og varð sum opalar -
eld-opalar, svartar opalar, geysiritt
og kókistein, á tremur við vátligum
ljósi. Hon tók seg í at njóta at
hyggja at sær í speglinum
(”Ein steinkvinna”, Vencil 5, s. 15)
Byatt viðgongur, at hennara
størsta njóting sum høvundur er
at finna so nógv orð, sum gjørligt,
fyri eitthvørt fyribrigdi.
Hesuferð byrjaði eg so at
samla ymisk orð fyri steinar,
sjálvt um eg ikki ánaði, hvat eg
skuldi brúka tey til í søguni. Fyri
at sleppa at brúka øll tey vøkru
orðini, eg fann, valdi eg at seta
allar hesar vøkru steinarnar á
steinkvinnuna á ein hátt, so
søgan meir at kalla bleiv eitt
ævintýr, greiðir Byatt frá.
Deiliga pínan
Einastaðni í søguni sker Ines seg
í tummilin og varnast, at hennara
blóð er vorðið til flótandi lava,
sum setir brennimerki eftir seg
allastaðni, har blóðið dryppar.
Sorg er jú ein øgilig megi,
sum hertekur menniskju eins
og eldur. Men sorg er eisini
ein prosess, sum liggur har
eins og okkurt flótandi, ið rekur
aftur og fram, steðgar á og so
knappliga spríkir aftur. Tað var
nakað soleiðis, eg hugsaði, tá
eg kom í tankar um at brúka lava
sum myndbering, sigur Byatt,
og ásannar, at tað sjálvandi
eisini liggur okkurt ræðandi og
pínufult í tankanum um dryppandi
glóðheitt blóð.
Í hesum sambandi ger Morten
Kringelbach vart við, at njóting
og pína stava frá sama depli í
heilanum. Um ein kensla verður
til njóting ella pínu er bara ein
spurningur um, hvussu nógv hesin
depilin verður stimuleraður. Tí
er tað kanska ikki so løgið, at vit
ofta njóta pínufullar søgur
Ein søga um pínu er væl altíð
ein roynd at fáa tamarhald á
pínuni bæði fyri høvundan, men
eisini fyri lesararn. Við at lata
ein fiktivan persón kenna pínuna
fyri teg, kanst tú uppliva somu
njótingasomu kenslu, sum tá tú
langt um leingi sleppur av við
eina pínu, hugleiðir Byatt
Heilin dámar
metaforar
A.S. Byatt er annars sannførd um,
at okkara heila dámar myndamál
og metaforar, nettup tí teir kunnu
vera tvítýddir.
Hatta er sum við optiskum
snýtimyndum, sum knappliga
verða til nakað annað, tá tú
hyggur at teimum uppá ein
annan máta. Tað gevur bæði eina
primitiva og sofistikeraða njóting,
fyrst at kenna seg eitt sindur
snýttan, og so knappliga finna
út av, hvat goymir seg aftanfyri,
sigur Byatt.
At tvítýddar søgur og metaforar
hava okkurt dragandi við sær,
hongur eisini saman við okkara
grundleggjandi trongd at skapa
meining í lívinum, heldur hon.
Tá okkurt skelkandi og mein
ingsleyst hendir, eru vit altíð skjót
at royna at forklára tað fyri á tann
hátt at sannføra okkum sjálvi
um, at onkur meining er kortini.
Tað trúgvi eg, at vit gera heilt
instinktivt, so okkara sjálvsmynd
og øll okkara heimsmynd ikki
skramblar saman, sigur Byatt.
Hon steðgar á eina løtu,
áðrenn hon leggur afturat, at
tað í grundini eisini er okkurt
njótingarsamt í at siga, at
heimurin er meiningsleysur.
Bara við at siga tað, bara
við at seta orð á, at heimurin
er kaotiskur, fáa vit eitt sindur
av tamarhald á honum, og tað
kennist gott, grunar bretska
skaldið, A.S. Byatt.
BØKUR
Byatt og vakra pínan
Tað liggur ein ávís njóting í at skriva og lesa um pínu, metir bretska skaldið A.S Byatt, sum var at hoyra
í kjaki á Læraraskúlanum leygardagin
Bókmentir
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Við at lata ein fiktivan persón pínast, kanst tú uppliva somu njótingasomu kenslu, sum tá tú langt um leingi sleppur
av við eina pínu, hugleiðir bretska skaldið A.S. Byatt
Tað er Pauli Nielsen, sum
hevur týtt ”Ein steinkvinna”
til føroyskt