Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2009 3 Kundin í miðdepilin, er týðandi mál í Tryggingarfelagnum Føroyum. Ein liður í at røkka hesum máli er, at øll skaðaviðgerð er miðsavnað á eini deild í Tórshavn, fyri á henda hátt at tryggja eina fakliga góða og einsháttaða viðgerð av skaðum. Til hesa deild verður søkt eftir leiðara. Arbeiðsøkið er fjølbroytt og spennandi. Tað fevnir í høvuðs- heitum um at hava dagligu leiðsluna av skaðaviðgerðini og teimum starvsfólkum, sum har starvast, og styrkja kundatænastuna innan skaða, soleiðis at kundin í øllum viðurskiftum fær eina góða tænastu. Uppgávurnar fevna m.a. um > at leiða og fordeila arbeiðið viðvíkjandi øllum privatum og vinnuligum skaðum > at hava dagligu starvsfólkaábyrgdina av áleið 12 starvsfólkum og skiftandi næmingum > at taka avgerðir í serliga truplum málum > at støðugt dagføra arbeiðshættir og mannagongdir innan skaðaviðgerð Vit vænta > at tú hevur hug og evnir at ganga á odda, og ganga nýggjar leiðir > at tú hevur lætt við at samstarva, og dugir at fáa starvsfólk at virka væl saman sum eina eind > at tú ert tænastusinnað/ur > at tú megnar at taka avgerðir og fremja hesar í verki > at tú ert fyrikomandi og fryntlig/ur Fyrimun hevur umsøkjari sum > hevur leiðsluroyndir > hevur løgfrøðisliga útbúgving ella royndir > er væl fyri tryggingarfakliga. Lønar-og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í Føroyum. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Helga L. Petersen, deildarstjóra á tlf. 34 56 00 ella við at senda teldupost til hlp@trygging.fo. Umsóknarfreistin er 30. januar 2009 kl. 12.00. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella umvegis www.trygging.fo Leiðari til Skaðadeildina sansir.fo