Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2009 Mótmæla oljuboring í Norra Leygardagin verður fundur í Svolvær í Noregi, har fólk fara at stovna ein felagsskap, hvørs endamál er at forða fyri oljuboring í Lofoten og Vesterålen. Gaute Wahl, sum hevur tikið stig til fund­ in, sigur við NTB, at tann lokala mótstøðan ímóti oljuboring í øki­ num er stór. Í 2006 kom stjórnin til ta niðurstøðu, at umhvørvið í Lofoten og Vesterålen er ov viðbrekið til oljuvinnu. Tann støðan skal endurskoðast í 2010, og nýggi felagsskapurin skal tryggja, at politikararnir taka somu støðu tá. Kjakfundur um framtíðar pensjónsviðurskiftir Mikudagin 21. januar kl. 19.30 verður kjakfundur um ætlaða pensjónsre­ formin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við pallborðið sita Sonja Jógvans­ dóttir, Samtak; Kári Petersen, búskaparfrøðingur; Sigvald Kristiansen, Før­ oya Pensionistafelag, og Jóannesi Ejdesgaard, landsstýrismaður í fíggjar­ málum. Av tí at talan er um rættiliga umfatandi mál, rokna fyrireikararnir við góðari uppmøting eisini frá politisku flokkunum. Høvi verður nevni­ liga at kunna um sína egnu støðu og at varpa ljós á føroysk pensjónsviður­ skifti sum heild. Fyrireikararnir vóna, at fundurin fer at elva til alment kjak um, hvussu pensjónsviðurskiftini skulu skipast framyvir. Nú skal ein kanning gerast fyri at vita, hvussu nøgd van­ ligi fólk eru við tænastuna hjá almennum stovnum, sigur Sjálvstýris­ flokkurin. Flokkurin vil eisini hava eitt fult yvirlit yvir sjúkradagar, fráveru vegna sjúk børn og skeiðvirksemi hjá almennum starvsfólki hesi seinastu trý árini Almenn fyrisiting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Allir almennir stovnar skulu nú leggjast undir sjón­ eykuna. Tað heldur Sjálvstýris­ flokkurin. Eitt tað fyrsta, sum flokk­ urin fer at gera, tá ið Løg­ tingið kemur saman aftur í næstu viku eftir hava hildið jólafrí, verður at reisa viður­ skiftini hjá almennum starvsfólkum í Løgtingi­ num, so at politikarar kunnu taka støðuna til viðgerðar. ­ Og tað fara vit at gera upp á tveir mátar, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum Ì fyrra lagi fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta eina nøgdsemis­ kanning í verk fyri at vita, hvussu nøgdur vanligi brúk­ arin er við tænastuna hjá teimum almennu stovn­ unum. Í øðrum lagi fer hann at biðja landsstýrismannin í fíggjarmálum um eitt full­ fíggja yvirlit yvir sjúkra­ dagar hjá almennum starvs­ fólki hesi seinastu trý árini, umframt at hann vil hava eitt fullfíggja yvirlit yvir fráveru hjá almennum starvsfólki vegna sjúk børn hesi seinastu trý árini og samstundis vil hann hava eitt yvirlit yvir skeiðvirk­ semið hjá almennum starvs­ fólki í hesum sama tíðar­ skeiði. Kannast til botns Og formaðurin í Sjálvstýris­ flokkurin heldur, at tað er neyðugt við eini djúptøknari kanning av teimum almennu stovnunum. ­ Tað fyrsta vit vilja hava, er, at Løgtingið samtykkir at heita á løgmann um at skipa fyri eini nøgdsemis­ kanning av allari almennari fyrisiting, fyri at vita, hvat vanligi brúkarin heldur um tænastuna hjá teimum almennu stovnunum og ráð­ unum, sigur Kári P. Høj­ gaard. Hann sigur, at í hesum sambandi eigur ein óvildug kanning eisini at verða gjørd av telefontænastuni hjá hesum somu stovnum og ráðum. Men formaðurin í Sjálv­ stýrisflokkinum vil eisini hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at kanna frá­ veru hjá teimum almennu starvsfólkunum. Í tí sambandi fer hann at biðja landsstýrismannin í fíggjarmálum leggja hagtøl fyri Løgtingið sum útgreina talið av sjúkradøgum, frá­ veru vegna sjúk børn og skeiðdagar hjá alment løn­ tum starvsfólkum hesi seinastu trý árini. Hann vil eisini hava at vita um fráveran og skeið­ dagarnir eru øktir í tali hesi trý árini. ­ Eg vil eisini hava lands­ stýrismannin um at útgreina um tað er sjónligur munur á fráveruni í teimum ymsu stovnunum. Og at enda vil Kári P. Høj­ gaard hava at vita um tað finnast hagtøl, sum greina sjúkrafráveru, fráveru veg­ na sjúk børn og skeiðdagar hjá alment løntum starvs­ fólkum samanborið við privata arbeiðsmarknaðin. Javnan verða harðar atfinningar settar fram ímóti almennum starvsfólki og eg ivist ikki í, at tað særir tey. Tí vil eg hava kortini á borðið, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Almenn fyrisiting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta má avgjørt ikki upp­ fatast um eitt álop á almenn starvsfólk. Tað leggur Kári P. Høj­ gaard doyðin á, nú hann vil hava løgtingið at viðgera støðuna á teimum almennu stovnunum. Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, vil hann hava, at kikarin verður sett­ ur á teir almennu stovnar­ nar. ­ Tað skerst ikki burtur, at tað regluliga eru atfinning­ arsamar røddir at hoyra um telefontænastuna og tænast­ una yvirhøvur hjá almenn­ um stovnunum, sigur Kári P. Højgaard. ­ Øll menniskju hava sjálvsvirðing og royna sítt ítasta, til tess at eingin kann seta fingurin á tað, tey avrika. ­ Tí harmar og sárar tað uttan iva alment sett starvs­ fólk, at tey verða hongd út fyri ikki at røkja sítt starv til fulnar, vegna skeið, sjúkufráveru, ella fyri at sita heima hjá sjúkum børn­ um, sum tey hava fullan rætt til eftir sáttmálanum, sigur Kári P. Højgaard. ­ Tað verður eisini javnan ført fram, at tað mangan er trupult, ella ógjørligt at fáa fatur á almennum starvs­ fólki í arbeiðsørindum, tí antin eru tey sjálvi sjúk ella eru tey heima hjá sjúkum børnum. ­ Slík páhald eiga ikki at hanga í leysum lofti, heldur Kári P. Højgaard. Ikki nøktandi Tí vil hann hava ein djúp­ tøkna kanning, sum kort­ leggur støðuna og tí vil hann hava hagtøl á borðið fyri fráveruna hjá almennum starvsfólki seinastu trý árini. Hann sigur, at uttan iva finnast nágreinilig hagtøl fyri slíka fráveru og hann heldur at fyri starvsfólk, almenningin og politiska myndugleikan er tað við­ komandi at fáa tey á borð­ ið. ­ Tað, sum er mest av­ gerandi, er, at teir almennu stovnarnir virka væl og at mest møgulig nytta fæst fyri hvørja krónur. ­ Men tað hevur eisini avgerandi týdning, at almenn starvsfólk hava góð­ ar arbeiðsumstøður og mannsømilig kor at virka undir. Kári P. Højgaard sigur, at tað er ikki nøktandi, at øll almenn umsiting verður koyrd í stórapott og stemplað sum óvirkin og vánalig. ­ Men líka høpisleyst er páhaldið um, at alt er gott og ljósareytt og at allir almennir stovnar virka fyri­ myndarliga. Tí heldur hann, at ein brúkarakanning kann geva ábendingar um, hvat brúkararnir halda um tænastuna. ­ Er tað so, at stór ónøgd valdar um ein ávísan stovn ella ráð, kann tað vera grundað á manglandi arbeiðsorku, skeivan leiðslu­ hátt ella mannagongdir, ella okkurt heilt annað, sum kann og má rættast. Men hann heldur eisini, at telefontænastan hjá almennu stovnunum er eitt kapittul fyri seg ­ Hvussu lætt er tað at fáa fatur í rætta fólkinum, tá ringt verður til ein almennan stovn, og hvussu skjótt fæst eitt nøktandi svar, spyr hann. Hann sigur, at slíkar brúkarakanningar eiga at verða gjørdar regluliga, tí tær kunnu antin afturvísa ella staðfesta um ónøgdin, ið mangan kemur til sjóndar í fjølmiðlunum og av ting­ sins røðarapalli, er grundað ella ikki. ­ Vit skylda almennu starvsfólkunum, at tey hava virðilig kor at virka undir, og at tey ikki alment ógrund­ að verða happað í miðlunum fyri ódugnaskap. ­ Tí er neyðugt at vit fáa staðfest í kanning, hvussu støðan í almennari fyrisiting er fyri at kunna rætta skeiv­ leikarnar, sigur Kári P. Høj­ gaard. Kári P. Højgaard heldur, at tað er ikki nøktandi, at øll almenn starvsfólk verða løgd undir ódugnaskap fyri tað um onkur einstakur stovnur ikki virkar. Nú vil hann hava allar upplýsingar á borðið um fráveru og skeið hjá almennum starvsfólki og hann vil eisini vita, hvat vanligi brúkarin heldur um almennu tænasturnar Harmar og særir almenn starvsfólk Seta kikarin á almenn starvsfólk