fríggjadagur 16. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti
4
Tað kann tykjast tungt at vera
til í dag, nú vit dagliga verða
upplýst um avleiðingarnar av
stóru fíggjarkreppuni, sum longu
hevur gjørt mong arbeiðsleys, og
fleiri kenna seg hótt av kreppuni.
Rundanum okkum er bankaverðin
ótrygg, og tos og gitingar um
sparingar og uppsagnir hoyrast í
hvørjum króki.
– Jú, kreppan merkist eisini her
hjá okkum, heldur bispur. Sært
tú, tað er týdningarmikið at hava
fleiri bein at standa á. Eg havi í
mong ár tikist við at finna út av
hvat innihaldið í lívinum er, og
hetta er eitt gott høvi at hugleiða
eitt sindur um evnið. Eingin ivi er
um, at høvuðsinnihaldið er lívið
sjálvt, tí tað varðir alt lívið. Og
lívið myndast av okkara familju
og teimum, vit velja at liva saman
við. Vit vita, at hákonjunkturur í
búskapinum hevur vælferð við
sær, og øvugt lækkar vælferðin,
tá lágkonjunkturur er. Sjálvsagt
ávirkar tað okkum. Men við at
taka okkum av lívinum, og fylla
tað við teimum góðu virðunum,
kunnu vit tryggja okkum eina
javnvág, sum ger okkum mót
støðufør í truplum tíðum, sigur
Jógvan Fríðriksson, bispur.
Jú fleiri bein vit hava at
standa á, betri útgjørd eru vit
til myrkari tíðir. Og hesi beinini
kunnu vera ymisk. Hevur ein
bert tað fíggjarliga at missa, er
tað skjótt at fella í fátt. Í staðin
metir bispur, at mentanin her
kann spæla ein týðandi leiklut. Til
dømis kann kirkjan her koma at
vera ein týðandi partur.
– Tað er vorðið so populistiskt
at tosa um mentanarlig virðir.
Men her meini eg ikki við ein
sjónleik ella list, men við kirkjuna,
sum skapar nakað, ið hevur
varðandi virði. Og tey virðini
kunnu vera hent fyri einstaka
menniskjað, um kreppan fær
fastatøkur.
Kreppa broytir lív
Bispur veit hvat hann tosar um,
tá hann tosar um menniskju í
kreppu. Tá seinasta kreppa var
í 1990 árunum, sá hann hvat
kreppan gjørdi við fólk.
– Kreppan broytti mítt lív, líka
sum hon broytti tey, hon rakti. Tá
livdi eg tætt upp at fólki, ið mistu
hús og heim, og vit mistu nógv
fólk av landinum. Og enn í dag
tosi eg við fólk, ið bera sjónlig arr
frá tí kreppuni. Nógv av teimum,
ið tá fóru av landinum, komu ikki
aftur, og vit hoyra tey tosa um
hvussu nógv prosent ikki koma
heim aftur. Men í prædikuverðini
er einki, sum eitur hagtøl. Eitt
mist lív er eitt ov nógv, sigur
bispur álvarsliga.
Kreppuna skal mann taka í
álvara, tí enn vita vit ikki hvussu
álvarslig hon verður.
Í ringum tíðum leita fólk sær í
kirkjuna. Hvør er orsøkin til tað,
veit bispur ikki. Møguliga er tað
av neyð ella er tað mangulin upp
á onnur tilboð, ið gera at fólk
leita sær í kirkju.
– Tað skuldi verið óneyðugt
at sagt, at øll eru vælkomin í
kirkjuna. Men kirkjan má eisini
kenna sína ábyrgd. Kirkjan skal
ikki bert vera eitt plástur, men
í staðin skal hon vera við til at
lekja. Og styrkin hjá kirkjuni, er
júst hetta meditativa, sum kann
geva fólki eitt friðskjól, heldur
Jógvan Fríðriksson, bispur.
Í júst hesi fíggjarkreppuni, eru
øll sum ein tilvitað um støðuna.
Tey við makt og kapitali líka so
væl sum tey, ið lítið ella einki
eiga. Vanligi borgarin sær seg
kanska ikki vera føran fyri at
gera so nógv annað, enn at sum
frægast at breyðføða sær sjálvum
og sínum. Men eina hond kann
ein altíð rætta einum vini. Tendra
eitt ljós.
– Eg minnist tá SEV í undan
farnu kreppu sløkti fyri streym
inum. Tá hjálptust fólk at við
at leiða olju millum hús, fingu
oljufýringar í gongd, soleiðis at
ongum nýttist at sita kaldur. Og
tað er so nógv annað, mann kann
gera. Lata mat ella geva burtur
klæðir, ið ikki vera nýtt longur. Vit
skulu ikki útiloka, at vit koma har
til, at vit mugu taka ímóti vrakaðu
klæðunum hjá grannanum, sigur
bispur við einum smíli.
Mugu yvirliva
mentalt
Stórur missur og sorg eru fylgjur
av eini umfatandi kreppu. Sorg er
køvandi, og vit kunnu syrgja um
nógv ymiskt. Til dømis er tað ein
sorg at missa nakað, ein er góður
við, eitt nú eitt arbeiði.
– Tað er ein sorg at fáa at
vita, at tú verður send til hús
av arbeiðsplássinum. Tú syrgir
yvir at hava mist títt arbeiði,
umhvørvið, tínar starvsfelagar.
Og við hesum fer mist virði av
tær sjálvum. Hví eg?, hevur
tú hug at spyrja, og hví ikki
síðukammeraturin?
Eitt, Jógvan Fríðriksson lærdi
av undanfarnu kreppu, er at
menniskja verður ikki tað sama
eftir eina umfatandi kreppu. Tað
er umráðandi í slíkari tíð, at mann
ikki fer at leita eftir sekum ella
situr inni við fjaldum hatri móti
ríkum og vælbjargaðum, ið líka
lítið kunnu gera við støðuna,
men í staðin lærir seg at síggja
møguleikar.
– Hóast tíðirnar vóru so ringar,
sum tær vóru í 1990 árunum, sá
eg heilar bygdir yvirliva mentalt.
Stóra katastrofan í krepputíð,
er um ein ikki yvirlivir mentalt.
Tað kemur nógv upplýsing um
kreppuna frá serfrøðingum til
tann einstaka. Men vit mugu
síggja støðuna innanífrá. Eg má
síggja meg við egnum eygum, og
síggja at eg dugi og kann nógv,
hóast tað sær dapurt út.
Lívið er nóg mikið
Bispur er eksistentialist, og
Fyll lívið við góð
Samrøða
Eilen
Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Sum so mong onnur, ger bispur sær eisini
nakrar tankar um gerandisdagin, nú fíggjar
kreppan er yvir okkum. Í síni karrieru sum prest
ur, virkaði hann tá kreppan í 1990 árunum gjørdi
um seg, og livdi hann tætt upp at og sá hvussu
kreppan oyðilegði menniskju. Ráðini til at brynja
seg til nýggja kreppu, eru at fylla okkara lív við
góðu virðunum. Á tann hátt kunnu vit gerast
mótstøðuførari í svárum tíðum, metir bispur