Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 181 - 20. september 2001 Nr. 181 - 20. september 2001 3 Seinnapartin týsdagin tók Amerada Hess yvir bori- pallin Sovereign Explorer frá Statoil. Pallurin verður nú fluttur teir umleið 17 fjórðingarnar suður til boristaðið hjá Amerada Hess samtakinum, ið verð- ur nevnt Marjun. Eftir ætl- anini verður byrjað at bora seint í hesi vikuni ella tíðliga í næstu viku. Amerada Hess fingið pall FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini Týsdagin koppaði ein stórur treylari við Kjalnes- tanga í Kollafirði. Akfarið hevði ov nógva ferð í tí stóra svinginum, og hetta hevði við sær, at pakning- urin í lastini flutti seg. Pakingurin, sum skuldi til eitt flakavirki, var helst ikki festur nóg væl, og tá bilurin hevði ov nógva ferð, so koppaði bilurin. At byrja við var bara tann eina farbreytin stongd vegna óhappið, men tá menn fóru at rudda upp klokkan 15.30, varð lands- vegurin stongdur. Ferðslan var ístaðin beind inn á bygdavegin. Uppruddingin var ikki liðug fyrr enn klokkan 19. Lastin var innilokað, men pakningurin fór út- ígjøgnum veggin. Pakning- urin lá sløddur oman ímóti fjørðuni, so tað sá heldur dramatiskt út. Førarin varð fluttur á sjúkrahúsið við smærri snuddum. Ov nógv ferð koppaði treylaranum Hesin stóri treylarin koppaði við Kjalnestanga í Kollafirði. Landsvegurin varð stongdur í fleiri tímar, tí uppruddingararbeiðið var drúgt Mynd: Jens Kr. Vang – Kreppuraktu kvinn- urnar hava í stóran mun tørv á trygg- leikanum, vit kunnu veita teimum. Vit hjálpa teimum at finna fótafestið aftur, eitt nú við at fáa tær at seta orð á tað, sum teimum hevur verið fyri. Við at tosa, finna tær út av, hvat tær kunnu og eiga at gera fyri seg sjálvar, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnu- húsinum KVINNUHÚSIÐ Turið Kjølbro Hvønn dag vendir ein kvinna sær til Kvinnuhúsið við eini áheitan um hjálp. Orsøkin til neyðarrópið kann vera ymisk, men í nógv flestu førum er harð- skapur atvoldin til, at fleiri kvinnur á hvørjum ári kenna seg noyddar at finna friðskjól í Kvinnuhúsinum í Havn eina tíð. Í fjør komu 142 áheitanir um hjálp til Kvinnuhúsið, ella Kreppu- miðstøðina, sum húsið eis- ini verður nevnt, vegna harðskap, tó okkurt árið hevur talið ligið væl hægri. – Harðskapur kann vera so nógv, bæði likamligur og sálarligur, og í flestu førum verður hann framdur av nú- verandi ella fyrrverandi monnum, sambúgvum og vaksnum synum. Kvinnan kennir tí í flestu førum mannin, ið fremur harð- skapin, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnu- húsinum. Nógvar orsøkir Umleið 20-30 áheitanir koma til Kvinnuhúsið um mánaðin. Í fægstu førum endar áheitanin við gisting. Umframt harðskap eru sundurlesing, hjúna- skilnaður, misnýtsla, ótrúskapur, fosturtøka, blóðskemd, neyðtøka, fíggjarligir og sálarligir trupulleikar orsøkir til, at kvinnur venda sær til stovnin um hjálp. Hesi tíggju árini, Kvinnuhúsið hevur virkað, hava 154 kvinnur og 137 børn gist í Kvinnuhúsinum, styttri og longri tíðarskeið. Í fjør gistu 14 kvinnur og 6 børn í húsinum. Til samanber- ingar kunnu vit nevna, at í 1995 gistu 18 kvinnur og 24 børn og í 1999 gistu 21 kvinnur og 28 børn. – At færri kvinnur gistu í fjør í mun til undanfarnu ár, er av tilvild, tí vit vita, at harðskapurin er støðugur. Møguliga er ein orsøk til minkingina, at kvinnur hava betri umstøður at fara, og at tær fara fyrr frá mann- inum, sum fremur harðskap ímóti teimum. Tá kvinnur koma á Kreppumiðstøðina, hava onnur fólk, kanska onkur í familjuni ella onn- ur, ið standa viðkomandi nær, hjálpt ella eggjað kvinnuni at taka stigið at fara, sigur Elin Reinert Planck. Vanliga fara kvinnurnar úr Kvinnuhúsinum eftir tríggjar mánaðir ella meir í egna íbúð. Onkur fer aftur til mannin. – Vit síggja sjáldan somu kvinnurnar aftur. Sundurbrotnar kvinnur Rúsevni er ein trupulleiki, ið í fleiri førum er tengdur at harðskapi. Tá er tað mað- urin, ið er misnýtari, sum fremur harðskap ímóti kvinnuni. Ein harðskaps- rakt kvinna er ikki ein kvinna, sum hevur fingið ein lúsing ella hevur verið til hendurs við mann sín. Ein kvinna er rakt av harð- skapi, um hon er fyri endurtiknum og álvarslig- um harðskapi ella álvarslig- um hóttanum um harðskap. Grovleikin og álvarsemin í tí likamliga harðskapinum er eyðsýndur. Oftast er tal- an um bæði nevasløg, spark og tveitan í veggir ella inn- búgv. Hon er løstað likam- liga og sálarliga, stundum í lívshóttandi mun. – Nógvar kvinnur verða sundurbrotnar. Talan kann eisini vera um kvalaratøk og annað, ið veruliga setur lívið hjá kvinnuni í vanda, og nógv dømi eru um, at tað væl kundi endað verri, sigur Elin Reinert Planck. Kvinnurnar, sum seta seg í samband við Kvinnuhús- ið, koma úr øllum løgum í samfelagnum. Talan er so- statt um kvinnur, sum eru væl fyri arbeiðsliga, fíggj- arliga, sosialt og í aðrar mátar. – Hjá kvinnuni, sum er væl fyri í samfelagnum, er nóg mikið at ringja til okk- ara og fáa vegleiðing, tí hon hevur ofta ein fíggjarkarm, sum ger, at hon hevur nak- rar valmøguleikar. Kvinn- urnar, sum flyta til okkara, hava í stóran mun tørv á tryggleikanum, vit kunnu veita teimum, tí tær hava livað í eini kreppu í langa tíð mangan. Vit hjálpa teimum síðani at gerast tær kvinnurnar, tær vóru áðr- enn, eitt nú við at fáa tær at seta orð á tað, sum teimum hevur verið fyri. Við at tosa um tað, teimum hevur verið fyri, finna tær út av, hvat tær kunnu og eiga at gera fyri seg sjálvar. Kvinnan upplivir ofta harðskapin, í øllum førum í eitt tíðarskeið, sum nakað óveruligt og roynir at lata sum onki er farið fram. – Kvinnan kennir seg tóma innan, leggur lok á sínar kenslur, og tigur pín- una burtur, sigur Elin Rein- ert Planck. Børnini vitni Harðskapurin fer oftast fram í heiminum, har øll áttu at kent seg trygg. Og børnini eru ofta einastu vitni, til tað sum fer fram. – Børnini eru antin bein- leiðis ella óbeinleiðis fyri harðskapi. Tey royna at verja mammuna og eru tá beinleiðis uppií, ella tey eru stødd í sama húsi og hoyra hvat fer fram. – Tey eru avgjørt ávirkað av tí, tey hava sæð, men gentur og dreingir vísa tað ymiskt. Dreingirnir eru meiri útvendir enn genturn- ar, sum eru rættiliga stillar. Børnini eru ógvuliga vakin yvir fyri mammuni, og eyg- leiða okkum starvsfólk nógv og væl fyri at vita, um eisini vit gera okkum inn á mammuna. Hetta eru børn, sum hava fingið nakrar royndir og upplivingar, tey áttu at verðið spard fyri. Vit eggja børnunum til at tosa um pápan og vera góð við hann, tí hann rúmar nærum altíð kenslur fyri teimum. Tað er umráðandi at fyri- byrgja, at børnini hoyra negativa umtalu av pápan- um. Hinvegin sleppa tey at siga tað, sum liggur teim- um á hjarta, og vit hoyra børnini siga, at »babba er býttur, tí hann slær«, men eisini, at »babba er fittur«, sigur Elin Reinert Planck. Ein av avleiðingunum av harðskapinum er, at kvinn- an verður avbyrgd frá fam- ilju og vinum. Ofta tí, at maðurin er øvundsjúkur. – Hon skammast av at vera fyri harðskapi og er ikki frí fyri at kenna seg lutvíst seka í tí, ið fer fram. Soleiðis er mangan í heim- um, har álvarsligir trupul- leikar eru. Eisini er vónin um, at harðskapurin heldur uppat, tí hann angrar og lovar, at tað hendir ikki aft- ur. Tað er umráðandi hjá kvinnuni at tosa við onnur um harðskapin og eisini at vita, at hon ikki er einsa- møll um at vera í sínari støðu, sigur Elin Reinert Planck. Ráðgeving Kvinnur kunnu venda sær til Kvinnuhúsið og fáa ráð- geving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Tann, ið ring- ir nýtist ikki at siga navn ella at rættvísgera, hví støð- an er, sum hon er. Kvinnur kunnu gista saman við børnum sínum í eina av- markaða tíð. 1. oktobur hevur Kvinnuhúsið virkað í ellivu ár. Tvey starvsfólk starvast í húsinum burturav, og 35 sjálvboðin skiftast um at ganga á vakt. Fleiri finna friðskjól í Kvinnuhúsinum Elin Reinert Planck C M Y K 3 2