hósdagur 20. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 181 - 20. september 2001
Nr. 181 - 20. september 2001
5
Øll tey, sum brúka
Tilhaldið í Havn,
fingu ein rættiligan
skelk, tá ið tey frættu,
at Býráðið viðgjørdi
eina umsókn um at
gera matstovu í
kjallaranum
ELDRARØKT
Áki Bertholdsen
Øll tey gomlu, sum brúka
Tilhaldið í Havn, fingu ein
rættiligan skelk herfyri, tá í
tað frættist, at ein maður
hevði søkt Býráðið um
loyvi til at gera matstovu í
kjallaranum í Tilhaldinum.
Hetta hevur loypt rætti-
ligan ótta á tey, sum brúka
Tilhaldið, tí kjallarin er
sjálvt hjartað í Tilhaldinum,
har tey hava goymslur,
frystiboks, grovkøk, men
eisini rúm til ymiskt handa-
lig ítriv og samkomur og
framsýningar, tá ið kvøld-
setur eru, ella aðrir gestir
eru.
– Missa vit kjallaran, er
onki eftir, tí Tilhaldið kann
ikki virka við ongum kjall-
ara, sigur Vanja Petersen,
sum er dagligur leiðari í
Tilhaldinum.
Annars skilir hon, at boð
eru eftir kjallaranum, tí
hann man vera hugnaligasti
kjallari í landinum.
Eisini Hanna Lisberg,
sum er skrivari í nevndini
fyri Tilhaldið, hevur verið
rættiliga uppreitt av tíðind-
unum um, at Matstova
skuldi gerast í Tilhaldinum.
Hon sigur, at tað hevði
ikki verið uttan stríð, at tey
lótu kjallaran fara, tí í okto-
ber í 2000 samtykti Býráð-
ið einmælt, at Tilhaldið
skuldi fáa brúksrætt til øll
húsini, so hvørt sum tey,
sum vóru har frammanund-
an, funnu onnur høli.
Síðani hava tey fingið
kjallaran til taks og tá ið
Kvøldskúlin fær høli í býn-
um, fáa tey eisini loftið.
– Býráðssamtyktin frá
2000 er galdandi til ein
onnur er gjørd og eg vildi
fegin sæð tann býráðs-pol-
itikara, sum fór at broyta
tað býráðssamtyktina, so at
tey eldru mistu Tilhaldið til
frama fyri eina matstovu,
sigur Hanna Lisberg.
Tilhaldið hevur ovurstór-
an sosialan týdning í Havn-
ini. Har koma eini 40-60
fólk um dagin, og javnan
verður skipað fyri ymsum
tiltøkum. Alt árið í fjør
brúktu 11.220 fólk Tilhald-
ið. Tað eru mest pensjónist-
ar, sum brúka Tilhaldið,
men yngri støkka eisini inn
á gólvið við hvørt, ikki
minst tá ið tiltøk eru.
Tey, sum brúka Tilhaldið,
hava tí sagt Býráðnum
kortanei til, at kjallarin
verður tikin til matstovu.
ELDRARØKT
Áki Bertholdsen
– Øll tey gomlu, sum brúka
Tilhaldið í Havnini hava
onki at ræðast. Tey hava
fyrsta rætt til Tilhaldið og
tann rættin missa tey ikki.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havnini kann í dag
sissa øll tey mongu, sum
dagliga brúka Tilhaldið í
Havnini.
Hann váttar, at Býráðið
hevur fingið eina umsókn
frá manni, sum hevur hug
at gera matstovu í kjallar-
anum í Tilhaldinum.
– Umsøkjarin ætlaði at
gera Grasagharð til ein part
av matstovuni og tað kundi
gjørt sítt til at skapa meiri
lív í økið, sigur borgar-
stjórin.
Men samstundis kann
hann beinanvegin sissa øll
tey, sum hava stúrt fyri Til-
haldinum:
– Tað er samtykt, at vit
ganga ikki umsóknini á
møti, sigur hann.
Hann viðurkennir fult út,
at Býráðið hevur einmælt
samtykt, at húsið skal brúk-
ast til Tilhald og tað verður
ikki brúkt.
–Vit hava fingið nógvar
umsóknir um kjallaran í
Tilhaldinum, men vit hava
hvørja ferð víst á, at hølini
eru ikki tøk.
Men kortini helt borgar-
stjórin, at hendan umsóknin
varð øðrvísi.
– Vit hildu, at tey, sum
brúka Tilhaldið kundu eis-
ini fingið gagn av hesum, tí
ein møguleiki er, at Tilhald-
ið fekk leiguna fyri kjallar-
an.
Hann sigur, at býráðið tí
helt, at tað var rætt at spyrja
Tilhaldið, hvar tað helt um
ætlanin at gera matstovu í
kjallaranum.
– Tilhaldið hevur svarað,
at tað vil ikki hava Mat-
stovu í Kjallaranum.
Og harvið verður tað,
sigur borgarstjórin. Hann
sigur, at Sosiala nevnd við-
gjørdi málið týskvøldið og
har varð samtykt at svara
umsøkjaranum, at kjallarin
í Tilhaldinum er ikki tøkur
til Matstovu.
Men hann sigur, at nú
veit Býráðið eisini av, at
kjallarin í Tilhaldinum er
ikki tøkur og sostatt sleppur
Býráðið undan at brúka tíð
uppá viðgera fleiri um-
sóknir.
– Hereftir kann umsiting-
in avgreiða møguligar um-
sóknir beinanvegin við at
vísa, at hølið er ikki tøkt.
Stúra fyri at Býráðið
tekur hølið frá teimum
Tey, sum brúka Tilhaldið
hava verið rættiliga uppreitt
av, at Býráðið hevur viðgjørt
eina umsókn um at taka
kjallaran í Tilhaldinum til
matstovu. Tey høvdu ikki
ætlað at latið kjallaran frá
sær við góðum
Tey gomlu í Tilhaldinum í Havn
hava onki at ræðast
– Tey, sum brúka Tilhaldið í Tórsgøtu kunnu vera púra rólig. Tey eiga fyrsta rætt til kjallaran í
húsinum og hann verður ikki tikin, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn
USA hevur fáar freist-
andi møguleikar í tí
stríðnum móti yvir-
gangi, sum leiðslan í
Washington er farin
at royna eftir yvir-
gangsálopini týsdagin
í farnu viku. Her-
málsligir greinarar
siga, at tað í tí
væntaða krígnum
verður heldur barst
við njósnarum og
kommandohermonn
um á odda enn við tí
ómetaliga ameri-
kanska stríðsmátt-
inum, sum amerikan-
arar hava brúkt móti
øðrum tey seinnu
árini
Sonne Smith/
Ritzau/AFP
Donald Rumsfeld, ameri-
kanski verjumálaráðharrin,
hevur fleiri ferðir sagt, at
terrorkríggið verður drúgt,
dýrt og óvanligt — nakað
heilt annað enn tað, USA
hevur upplivað í teimum
seinastu kreppunum móti
eitt nú Irak og á Balkan.
“Fólk hugsa um tey
kríggj, vit hava hugt at í
seinastuni.
Nakað
við
krússararakettum, ið verða
skotnar út og raka og eru at
síggja í sjónvarpinum. Tað
er ikki tað, sum hetta snýr
seg um,” segði verjumála-
ráðharrin seinasta viku-
skifti.
At døma eftir teimum
ábendingum, sum Donald
Rumsfeld og aðrir í Wash-
ington-umsitingini
eru
komnir við, er ein sonevnd
lágorkukreppa
væntandi
við duldum amerikonskum
kommandoálopum,
ið
stundum verða kvett av við
onkrari krússararakett ella
einum loftálopi.
Samstundis snýr tað seg
um upplýsingarkrígsførslu
til tess at spora og spilla
peningaflytingar til terror-
istar og til at lumpa teir og
geva teimum skeivar upp-
lýsingar, tá ið høvið býðst.
“Gamaní hava vit eina
fult modernaða, velduga
stríðsmegi, men okkum
vantar eitt gott mál at raka,”
sigur Andrew Krepinevich,
hermálsligur serfrøðingur
og stjóri á stovninum fyri
strategisk mál og fíggjar-
mál í Washington.
“Tað ber í sær, at tað
kann blíva ein kreppa við
nógv minni stríðsmegi og
nógv meiri bundin av holl-
um upplýsingum, kvikum
og huldum hermonnum,
sum eftir einari løtu kunnu
fara langt burtur út í
verðina at stríðast,” sigur
hann.
Líkt er til, at aðalmálið
hjá USA í løtuni er at taka
ella drepa Osama bin
Laden, tann saudiarabiska
milliarderin, sum er undir
illgruna fyri at hava skipað
fyri yvirgangsatsóknunum í
USA, og at beina fyri hans-
ara heimsumfatandi yvir-
gangsliði.
Paul Wolfowitz, vara-
verjumálaráðharri, setti sær
í síðstu viku eitt nógv víð-
ari mál, nevnliga at støðga
londum, sum hjálpa ella
hýsa yvirgangsmonnum.
Bæði málini hava við
sær, at Afghanistan er í
skotlinjuni fyri tí ameri-
kanska krígnum, tí at bin
Laden heldur helst til í
Afghanistan sum “gestur”
hjá Taliban-stýrinum.
Tað ber illa til at hugsa
sær ein ólagaligari vígvøll.
Afghanistan er eitt land við
víðum oyðimarkarøki, illa
framkomandi fjøllum við
trongum gjáum. Í tvey
áratíggju er landið illa løst-
að av einum kríggið, sum
millum annað rak tann
sovjetska innrásherin úr
landinum í 1988.
Hermenninir úr gamla
Sovjetsamveldinum
eru
ikki teir einastu áleyparar,
sum eru riknir úr Afghan-
istan. Gjøgnum tíðina hava
eisini
Aleksandur
Hin
Mikli,
tey
mongolsku
harkaliðini
og
bretska
heimsveldið lútað fyri af-
ghanarum.
Ein amerikonsk innrás er
“væntandi tað seinasta,
nakar fer at hugsa um”,
sigur Krepinvich.
Michael O’Hanlon hjá
hugskotsbankanum Brook-
ings metir, at ein innrás á
landi hevði kanska lukkast,
men hon kann krevja
“ h u n d r a ð t ú s u n d t a l s ”
mannalív.
“Men vandi er eisini fyri,
at ein innrás miseydnast við
landslagnum og fígginda-
skapinum og mótstøðuvilj
hjá afghanarum í huga,”
leggur hann aftrat.
Bush forseti hevur eisini
tann møguleika, at hann
kann royna at “roykja” bin
Laden út, siga eygleiðar-
arnir.
Tað fer at krevja, at her-
menn verða sendit til støðir
nærindis Afghanistan sum
Usbekistan og Pakistan ella
enntá har norðuri í Afghan-
istan, har uppreistrarmenn
ráða. Tað kann geva ameri-
kanarum møguleika fyri
snarálopum, eins og stríðs-
tyrlur kunnu brúkast.
Men hetta fer at krevja
upplýsingar. Nettar upplýs-
ingar frá njósnarum í
felagsskapinum hjá bin
Laden, og mong ivast í, at
tann amerikanska fregnar-
tænastan fær sníkt seg inn á
tann innasta skaran hjá bin
Laden.
Góð úrslit hjá amerikan-
arum valdast eisini, um
lond sum Pakistan, og enn-
tá Iran, vilja skifta fregnar-
tænastuupplýsingar
við
USA.
“Lykilin til hetta er
upplýsingar. Vit vilja ikki
senda kommandohermenn
inn í eitt slysálop ella eina
snaru. Vit vilja, at tað eru
teir og ikki tú, ið verður
tikin á bóli. Og snarálop er
lykilin til virkið verk,”
sigur Krepenvish.
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið út ungdóms-
bókina Oyggin í
havinum eftir Anniku
Thor
ÚTGÁVA
Oyggin í havinum er fyrsta
av fýra bókum um systrar-
nar, Steffi og Nelli, sum í
1939 verða sendar úr Wien
í Eysturríki til Svøríkis at
vera, tí týskararnir hava
hersett heimland teirra.
Steffi er 12 ár, og Nelli er
nøkur ár yngri. Mamman
og pápin eru eftir í Wien,
tey fáa ikki loyvi at fara.
Systrarnar skulu búgva á
einari oyggj stutt frá Göte-
borg, hjá hvør sínum húski.
Í teimum fýra bókunum
fylgja vit systrunum, til
kríggið endar í 1945. Tá er
Steffi 18 ára gomul. Fyrsta
árið eru báðar í oynni, men
so fer Steffi til Göteborg at
ganga í framhaldsskúla, og
Nelli verður eftir.
Tað er ikki lætt at koma
fremmandar í fremmant
land, tí hóast fólk flest
tykjast at taka væl ímóti
teimum, so duga bara fá at
ímynda sær ræðuleikarnar,
sum Steffi og Nelli longu
hava upplivað, og sum
mamman og pápin skriva
um. Men tær fáa brátt
annað at hugsa um, t.d. vin-
konur, nýggju heimini og
skúlan. Nelli er so lítil, at
hon gloymir og, henni
fellur lætt at læra svenskt
og fáa nýggjar vinir. Tað er
truplari hjá Steffi, sum
eisini hevur lovað mammu
og pápa at ansa væl eftir
lítlusystur.
Hóast hetta er fyri umleið
60 árum síðan, viðgera
bøkurnar evni, sum eisini
eru uppi í tíðini nú, t.d.
happing, átrúnaður, støðan
hjá flóttafólki, rasismu,
frælsi, lívið og deyðan.
Høvundurin,
Annika
Thor er fødd í Göteborg í
1950. Foreldrini eru jødar.
Mamman flýddi undan
nasistunum í Týsklandi, og
hon kom til Svøríkis í
1933. Eisini tvey systkina-
børn Anniku komu til
Svøríkis við ongum for-
eldrum í krígnum, so hon
hevur hoyrt nógvar søgur
um flóttafólk, tá ið hon
vaks upp.
Annika Thor er útbúgvin
bókavørður, og hevur har-
afturat lokið fjølmiðlaút-
búgving. Hon hevur skriv-
að handrit til fleiri filmar,
m.a. ungdómsfilmin SP
ella K - sannleiki ella
avleiðing. Annika Thor býr
nú í Stokkhólmi saman við
sínum.
Fyrsta bókin, hon skriv-
aði, er Oyggin í havinum í
1996. Í 1997 kom, umframt
næstu bókina um Steffi og
Nelli, eisini SP ella K -
sannleiki ella avleiðing,
sum Bókadeildin gav út í
1999 í týðing eftir Katrin
Michelsen. Fyri hesa bók-
ina fekk hon mætastu
svensku bókmentavirðis-
lønina,
“Augustpriset”.
Seinni hevur hon fingið
nógvar
virðislønir
fyri
bøkur sínar, m.a. “Deutcher
Jugendlitteraturpreis” 1999
og “Astrid Lindgren priset”
2000.
Karl N. Hansen týddi
Oynna í havinum.
Torført hjá USA at roykja
bin Laden út við hervaldi
Oyggin í havinum
C
M
Y
K
5
4
Bamsan
Bamsan &
Nor
Norðfashion
fashion
í miðbýnum
Norðfashion
&
N. Finsensgøta 20 • 100 Tórshavn • Tlf. 32 25 50
Hópin av
nýggjum
vørum,
bæði til
børn og
tilkomin
Hava gjørt brakandi umvælingar og
eru flutt niður á stovuhædd
Støkk inn á gólvið