Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 181 - 20. september 2001 Nr. 181 - 20. september 2001 7 Ein nýggj kanning av sjálvmorði í Føroyum seinastu tjúgu árini vísir, at menn nýta harðligari hættir at taka lívið av sær enn kvinnur. Tormóður Stórá, ið er lækni, er júst liðugur við eina kanning av sjálv- morði, sum eisini vísir, at rúsdrekka hevur havt ein leiklut í helvtini av øllum sjálvmorðum hesi tjúgu árini SJÁLVMORÐ Stefan í Skorini Tormóður Stórá hevur síðstu tíðina lagt seinastu hond á vísindaligu kann- ingina um fyribrigdið sjálv- morð í Føroyum. Tormóður hevur kannað tilburðirnar síðan 1980, og soleiðis hev- ur hann gjørt sær nakrar niðurstøður. Menn eru harðligari Tormóður hevur kannað, hvussu sjálvmorðini eru framd, og hvørjir hættir eru vanligast, tá føroyingar ikki vilja liva meira. Føroyskir menn halda seg heldur til harðligar hættir. Tað er mest vanligt hjá monnum at skjóta seg við byrsu ella øðrum skot- vápni. Tormóður Stórá heldur, at orsøkin til hetta kann vera, at tey flestu húsar- haldini í Føroyum hava okkurt skotvápn liggjandi, og tað hevur verið vanligt frá gamlari tíð hjá monnum at nýta hesi vápnini. Tí verða tey eisini nýtt til sjálvmorð. Tormóður lýsir tað so- leiðis, at menn ofta nýta tað, sum liggur við hond- ina, og tað er mangan eitt skotvápn. Kvinnur velja heldur at tveita seg í havið og drukna seg sjálvan. Niðurstøðan er, at menn velja dramatiskari hættir, men kvinnur lata tað heldur ganga meira stillis- liga fyri seg. Hetta hevur verið mynstrið í fleiri ár, men nú er kanska ein broyt- ing at hóma. Í londunum kring okkum er alt meira vanligt at eitra seg til deyðis við tablettum, onkrum sterkum heilivági, sum tekur lívið av fólki, ella at anda drepandi gass í seg. Tað gerst meira vanligt í Føroyum, at fólk eitra seg við tablettum ella heilivági, men ikki í sama mun sum í Danmark og aðrastaðni. Fleiri ávirkað Seinastu tríati árini hevur tað víst seg, at alt fleiri sjálvmorðsfólk eru ávirkað av rúsdrekka í tí løtuni, sjálvmorðið verður framt. Rúsdrekka hevur sostatt fingið ein størri leikluk í sjálvmorðstilburðum sein- astu árini. Hagtølini siga, at umleið helvtin er ávirkað av rús- drekka í tí løtuni, tá sjálv- morðið fer fram. Hesi verða býtt í tríggjar bólkar. Tað eru tey, sum eru alkoholiserað, og sum tískil næstan altíð eru ávirkað. Tá sjálvmorðið verður framt, eru tey eisini rúsað. Síðani eru tað tey, sum drekka sær mót at fremja morðið, tí tey ikki tora, meðan tey eru við síni fullu fimm. At enda er tað bólkurin, ið verður óstýriligur eftir at hava fingið kenningina, og sum tá handlar uttan at hugsa seg um. Tormóður sigur, at hetta var ein gongd, sum byrjaði einaferð í sjeytiárunum. Fleiri menn Ein heldur eyðsýnd niður- støða í kanningini er, at tað eru nógv fleiri menn, ið velja at taka lívið av sær enn kvinnur. Tølini tala fyri seg. Tríggir fjórðingar av øllum teimum, ið taka lívið av sær, eru menn. Um vit sam- anbera hetta talið við grannalondini, so er vanligt har, at umleið tveir triðing- ar eru menn. Føroyar er so- statt eitt øki, ið víkir frá hinum Norðurlondunum á hesum økinum. Tó er ilt at siga, hví nógv fleiri menn gera sjálvmorð enn kvinn- ur. Síðan 1980 hava umleið 70 føroyingar gjørt sjálv- morð, og tað eru hesir til- burðirnir, sum Tormóður hevur kannað nærri í sam- bandi við kanningina. Kanningin staðfestir eis- ini niðurstøður, ið August G. Vang kom fram til. Nevniliga at Føroyar er eitt øki, har títtleikin av sjálv- morði er ógvuliga lágur sammett við onnur lond í Vesturheiminum. Títtleikin verður gjørdur upp soleiðis, at roknað verður við tilburðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í Danmark hevur hetta í fleiri ár verið omanfyri 20, men nú er hesin títtleikin er fall- andi. Størsti bólkurin er miðaldrandi Um hugt verður at aldurs- býtinum av sjálvmorðsfólk- um, so sæst eitt greitt mynstur. Tað eru fyrst og fremst tey miðaldrandi, sum eru væl umboðað.Tey flestu eru í aldursbólkinum 40-60 ár. Í øðrum londum sæst ofta, at títtleikin av sjálv- morði millum ung er stórur, men hetta er ikki soleiðis í Føroyum, har tað sjáldan kemur fyri, at ung doyggja fyri egnari hond. Tormóður Stórá er lækni og er undir útbúgving til at gerast sálarlækni. Kanning- in av sjálvmorði er ein part- ur av hesi útbúgving. Henda kanningin byggir á doktararitgerðina hjá Aug- usti G. Vang um sama evni og er samstundis ein upp- fylging av ritgerðini hjá honum, sum bygdi á til- burðir frá krígnum til 1982. Henda kanningin er gjørd saman við Augusti. Tormóður Stórá, ið er havnarmaður, hevði fyri- lestur um kanningina á norðurlendsku ráðstevnuni fyri psykiatriskar sjúkra- systrar, sum var í Norður- landahúsinum herfyri. Sálarsjúka og sjálvmorð Kanningin nemur eisini við sambandið millum sálar- sjúklingar og sjálvmorð. Tað vísir seg, at sjúklingar við ávísum sjúkum hava oftari lyndi til at taka lívið av sær enn frísk fólk. Tað er staðfest í øðrum kanningum, at umleið helvtin av sjálvmorðsfólk- um líða av svárum tung- lyndi. Av teimum tilburðum, sum Tormóður hevur kann- að vísir tað seg, at umleið 30% hava havt eitthvørt samband við sálarligu skipanina í Føroyum. Tað kann vera ein ábending um, at sálarveik menniskju hava ilt við at klára gerandisdag- in. Talið av sálarsjúkum í Føroyum er á sama støði sum í Danmark, men tó er talið av sjálvmorðum nógv hægri niðri í Danmark enn her. Ein orsøk kann vera, at fleiri sokallað »anomisk sjálvmorð« eru í Danmark. »Tað anomiska sjálvmorð- ið« er eitt fyribrigdi, tá ein persónur hevur mist sam- bandið við tann samfelags- bólkin, sum hann hevur verið tengdur at, og tí tekur lívið av sær. Tá ein fremur sjálvmorð, tí kenslan av at hoyra til onkran bólk er burtur, verð- ur tað nevnt anomiskt sjálv- morð. Granskarar meta, at vøksturin av sjálvmorðum í sjeytiárunum, stóðst av rembingum í samfelagnum, sum høvdu við sær, at fleiri fólk mistu tilknýti bólkarn- ar, sum tey frammanundan høvdu tilknýti til. Ein av orsøkunum til at títtleikin av sjálvmorði í Føroyum er nógv lægri enn í Danmark kann vera, at føroyingar eitt nú hava sterkari familjubond. Tað er sostatt lættari at gerast einsamallur, sum kann elva til sjálvmorð, í Danmark enn í Føroyum. Noreg hevur eisini lægri títtleika av sjálvmorði enn Danmark, og granskarar halda orsøkina vera, at t.d. familjubondini eru sterkari í Noregi og í Føroyum. Annars væntaðu fleiri, at tann svára búskaparliga kreppan fyrst í nítiárunum, fór at økja um tilburðirnar av sjálvmorði. Hetta er tó ikki hent, og vit hava heldur upplivað eina lílta lækking seinastu tíggju árini. Sjálvmorð í Føroyum: Menn nýta harðligari hættir enn kvinnur Tormóður Stórá hevur gjørt eina kanning sum sjálvmorð í Føroyum. Har er hann millum annað komin fram til, at helvtin av øllum sjálvmorðsfólkum eru ávirkað av rúsdrekka í gerningsløtuni Mynd: Jens Kr. Vang Hóast Klaksvíkar kommuna í farna ári fekk 15 milliónir meira inn í skatti, enn mett varð í fíggjar- ætlanini, vóru allir hesir pengar brúktir beinanvegin til átrok- andi arbeiði í komm- ununi MEIRNÝTSLA Eyðun Klakstein Klaksvík: Tað gekk so væl í Klaksvíkar kommunu í fjør, at skattainntøkan var umleið 15 milliónir krónur hægri, enn roknað varð við, tá árið byrjaði. Men hóast nógvir pengar komu í kommunukassan, fóru allar krónurnar út aftur beinanvegin, og tí vóru eis- ini einar 15 milliónir krón- ur meira brúktar í fjør, enn ætlanin var í fíggjarætlanini fyri árið. Hetta fekk onkran bý- ráðslim at lyfta peikifingur- in, tá býráðsfundur var í Klaksvík týskvøldið. – Hvat skulu fólk halda, tá vit koma við eini fíggjar- ætlan, tá árið byrjar, men tað vísur seg, at vit hava brúkt nógv meira pengar, tá árið er liðugt, og stórar flyt- ingar eru gjørdar millum konti, spurdi Rani Nolsøe, sum umboðar Tjóðveldis- flokkin í býráðnum. – Her er talan um, at inn- tøkur og útreiðslur eru nógv hægri, enn fíggjarætl- anin fyri árið er, og tí kann mann av røttum spyrja, um fíggjarætlanin er nakað verd, tá hon verður gjørd, segði hann. Rani Nolsøe helt, at tað var undrunarvert, at komm- unan ikki hevði lagt pengar til síðis í ein grunn til at standa ímóti við. Býráðið avgjørdi Jógvan við Keldu var borg- arstjóri í Klaksvík í fjør, og hann hevði eina frágreiðing um, hví øll meirinntøkan varð brúkt beinanvegin. – Hetta var ein tilvitað avgerð hjá undanfarna bý- ráð. Vit vistu ikki, at inn- tøkurnar fóru at verða so stórar, tá árið byrjaði, men tá vit fingu meira pengar inn, vildi býráðið eisini brúka teir til átrokandi mál í kommununi. Eg legði stóran dent á, at vit høvdu býráðsviðtøkur aftanfyri hesa nýtslu, segði Jógvan við Keldu. Fyrrverandi borgarstjórin vísti á, at í kreppuárunum vóru íløgur og raktstur hjá kommununi undir stórum trýsti, tí skattainntøkan minkaði so ógvusliga. Hetta gekk millum annað út yvir íløgur og viðlíkahald býnum og ognum hjá kommununi. – Tí er so stórur tørvur á íløgum, viðlíkahaldi og umvælingum í kommun- uni, og tá vit í fjør fingu møguleikan at gera meira við býin, gjørdu vit av at gera tað. So her kann ikki tosast um vánaliga stýring, tí hetta var ein tilvitað av- gerð hjá undanfarna býráði, segði Jógvan við Keldu. Fingu nakað fyri pengarnar Hilmar Danielsen, sum um- boðar Kristiliga Fólka- flokkin, helt, at tað var skilagott av býráðnum at hava brúkt meira pengar í farna ári, enn ætlanin var. – Eg eri av tí sannføring, at tú skalt gera varnar fíggj- arætlanir, so tú hevur nakað av geva út við, men kanska er tað ikki gott at vera so langt við síðuna av, sum vit vóru í fjør, segði hann. – Eg taki ikki undir við vanligari meirnýtslu, men í fjør fingu vit veruliga nak- að fyri pengarnar, sum vit brúktu afturat. Við hvørt stinga átrokandi mál seg upp, og tá er gott at kunna loysa tey beinanvegin, segði Hilmar Danielsen, sum fegnaðist um, at ein partur av meirinntøkuni í farna ári varð brúkt til at gjalda skuld fyri. Karl Heri Joensen úr Sjálvstýrisflokkinum helt, at fíggjarætlanin skal verð neyvari. – Tað er ikki tekin um gott fíggjaræltanararbeiði, at amboð verða keypt við tøkum peningini ein mán- aða inn í nýggja fíggjarárið. Tað hevur tað verið okkurt dømi um, segði hann. Karl Heri Joensen helt, at býráðið skuldi endurmeta fíggjarætlanina ígjøgnum árið, so hon kundi verið broytt, um tað var neyðugt. Hetta helt Jógvan við Keldu var eitt gott hugskot, men hann legði dent á, at fíggj- arætlanin bert er ein ætlan, og at tað kann verða sera trupult at fylgja henni til fulnar. – Í míni tíð í býráðnum hava vit bæði undir- og yvirmett, tá vit hava gjørt fíggjarætlan, og fer hetta býráðið eisini at gera, segði Jógvan við Keldu. Klaksvíkar kommuna hevði í fjør nógv størri skattainntøku, enn roknað varð við, tá árið byrjaði. Øll meirinntøkan hjá kommununi varð tó brúkt til ymisk arbeiðið í býnum, sum býráðið helt verða átrokandi Brúktu 15 milliónir meira enn ætlað C M Y K 7 6