Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2009 15 viðmerkingar Dramatiseraður spá­dóm­ ur um fíggjarligt omanlop Tann 31. august 1928, var allarfyrsta framførslan í Berlin á Theater am Schiff­ bauerdamm* av tí beisku, men stuttligu samfelags­ satiruni hjá Bertolt Brecht, Dreigroschenoper (Laser og pjalter), har hann lýsir tað borgarliga privatkapital­ istiska samfelagið sum bart út sminkaðan kriminalitet og ger vart við tann týðu­ liga felagsnevnarin millum ta grádigu havisjúkuna í banka­heiminum og brots­ mannaverðini, har manna­ lív ikki verða takseraði sum annað enn ein vøra ella ein aktia. Gott eitt ár seinni fekk aktiu­børsurin í Wall­street so álvarsaman skaða av tí fulkomuliga amoralska hazard­spælinum við akt­ ium, at meginparturin av tí bólgnaðu amerikonsku bløðru­økonomiini kollaps­ aði. Tann legendariska svarta hósdagin í oktober mánaði rakti finanskreppan meginpartin av bankaverð­ ini, og sum tey flestu vita, fekk tað transatlantiskar fylgjur, sum sendu ein europeiskan banka fyri og annan eftir á húsagang. Úr eini ”lokalari” børskrisu fingu vit eina globala bankakrisu. Um ársskiftið 1929/30 lógu meginparturin av teimum vesturlendsku bankunum í andaleypi, og fíggjarkrisan sendi milli­ ónir av fólki út í arbeiðs­ loysi! ­ Teir klynkandi bankarnir og tann hálovaða kapitalisman máttu fáa kunstigan andadrátt frá tí almenna; annars buðu tey ikki bøtur. Eftir at so nógvir bankar vórðu avdúkaðir sum hálv­ kriminellir og skuldu hava almannahjálp, hildu nógv fólk, at Brecht mátti hava profetiskar gávur, tí tað dramatiska aðal­temaið í sjónleikinum hjá honum er m.a. spurningurin um, hvør ið er tann størsti brotsmað­ urin: Tann, sum rænir ein banka, ella tann, sum stovnar ein banka! Brecht vendir samfelagnum á­ ranguna Sambært Brecht er kapital­ eigarin og yvirklassaborg­ arin, eitt nú bankastjórin reelt ein ránsmaður. Men strategiin hjá teimum er sjálvandi subtil og meira raffinerað enn hjá tí trivi­ ella tjóvinum. Tí hvat nytt­ ar eitt kúbein afturímóti eini aktiu? Her er dygdar­ munur á (brots)monnum! Í samfelagsmálum er Brecht moralistur og held­ ur, at tá ið pengarnir sleppa at stýra øllum, og okkara egocentriska havisjúka verður tann einasta peiling­ in, ja, so hava vit jú beint út einki samfelag longur. Eitt samfelag kann ikki byggja á grádigheit, men á solidaritet. Eftir hansara tykki er tað kapitalistiska borgarliga ”samfelagið” ein kynisk parodi, tí tað (for)brúkar fólk sum eina vøru, og ein vøra kann jú altíð blakast burtur! Solidaritetur er og verður tessvegna altíð ein moralskur spurningur! ­ ­ Hóast sjónleikurin Drei­ groschenoper er um gang­ starar, tjóvar, alfonsar og alskyns órudd, veit áskoð­ arin væl, at Brecht við samfelagsranguni vil vísa, at tann sociala darwinis­ man er minst líka fúl í erva sum í neðra. Metodurnar eru bara øðrvísi: At kvala spakuliga við mjúkum floyals­handskum er líka so brutalt sum at fletta við knívi ella skera á háls! Støðan í dag Í mínum studentadøgum t.e. umleið 1960 vóru sjónleikir hjá Brecht nógv vitjaðir, og hartil vælfagn­ aðir, sjálvt av tí borgara­ skapinum, sum hann bøð­ ilsflongdi á sjónleikara­ pallinum. Nú privatkapitalisman um ársskiftið 2008/09 einaferð enn skal hava internationala almanna­ hjálp, eisini í Føroyum, fyri ikki at nevna Ísland, hevði verið forvitnisligt at tikið Brecht framaftur undan væðingini, tí tann gløggi dramatikarin forstóð intuitivt kapitalismuna og varnaðist gjøllari enn tey flestu, hvussu farligt tað er, tá ið ein ótamd og illastýrd økonomi idealiserar ósoli­ dariskan atburð og eggjar til egocentriska penga­ grískheit og hedonistiska havisjúku! Hóast bæði størri og smærri kreppur hava eyðkent kapitalismuna við ca. tretivu ára millumbili í meira enn 250 ár, so vilja finansdreingir og borgar­ ligir politikarar aldri er­ kenna, at fíggjarligt kollaps er organiskt innbygt í sjálvari konstruktiónini. – Tí paradoksið er, at kapi­ talisman noyðist at hokna av síni egnu framgongd, so leingi sum tað er grádig­ heitin, sum stýrir henni! Í dag hevur staturin í teim­ um flestu londum nógv størri fíggjarmegi enn í 1929, men kortini hevur tað verið eitt tungt tak at koma aftur umaftur og skulla fíggja roulettuspælið hjá pengajassunum. Í 1929 vóru statskassarnir so veik­ ir, at tað hevði slett ikki verið ráð til tær finansgáv­ ur, sum nú verða pakkaðar til bankarnar. Blandingsøkonomiin ­ tann triðji vegurin ber tað til at tálma og stýra kapitalismuni? ­ Ja, social­ demokratiskir flokkar hava dúgliga víst á tann triðja vegin millum kapitalismu og kommunismu, nevniliga ta sonevndu blandings­øko­ nomiina, har tann tamda kapitalisman er undir strongum eftirliti av einum krútsterkum statsvaldi. Teir javnaðarmenn, sum serliga umboðaðu blandingsøko­ nomiina aftaná kríggið, vóru danskarin Viggo Kampmann, týskarin Willy Brandt og svenskarin Olof Palme fyri bara at nevna tríggjar. Teir vildu ikki beina fyri kapitalismuni, men teir vildu hava effek­ tivt tamarhald á henni, soleiðis at hon bara slapp framat, har profitt­motivið ikki gjørdi skaða. Teir friðaðu nógv øki undan henni, t.d. heilsusektorin, transport og sjálvandi allan tann sociala sektorin! Tað var altavgerandi, at staturin kundi syrgja fyri at útjavna kreppusveiggini við miðvísum finanspolitikki. Men so kom Friedmann og lokkaði menn at flyta tann økonomiska politikkin frá stjórnini yvir til tað gramma bankalagið og privatismuna! Síðani tá hava allir bankastjórar havt millionérskriða og kravt astronomiskt óforskamm­ aða løn! Teir eru ikki í høgum kursi beint nú! Í Onglandi missioneraðu konservativir Thatcher­ dreingir í 70´unum fyri nýliberalismuni og fortaldu sentimentalar søgur um pengapolitikk og privati­ sering, og ein løgin javn­ aðarmaður í Onglandi, harra Tony Blair loftaði hesum møsninum í 80´ unum og gjørdi tað til eingilskan Labour­politikk. ­ Hetta sjuskuta mótafyri­ brigdið breiddi seg tíverri til fleiri javnaðarflokkar, eisini í Føroyum – og tað gjørdist ein katastrofa fyri rørsluna. Javnaðarmenn gloymdu sína solidarisku stevnu og fóru at smá­ fríggja við hvørvisjónum og hedonismu hjá mappu­ dreingjum. Vaksnir menn settu seg í dagavís sum skikkiligir skúlanæmingar at gera gruppuarbeiði um eina Hvørvisjón 2015, sum skuldi gera okkum til fremsta(og ríkasta) land í verðini! Hetta var ikki sjónleikur, men føroyskur politikkur í 2006! Nógvir føroyskir javnaðarmenn mistu heilt orienteringina av privatiseringsrúsinum og fóru eisini uppí dansin um bankakálvin saman við ráum plutokratum og stupidum nationalistum. Teir blivu so garvillir av dansinum, at teir foreraðu bæði ein banka og eitt flog­ felag burtur. Og harafturat premieraði man íslendskar dólgar við eini stórari pengagávu, sum akkurát svaraði til hallið á fíggjar­ lógini! ­ Endiliga er rúsur­ in av, og menn eru plágaðir av herviligum ideologisk­ um ”timburmonnum”. Tað íslendska skuldareyvamodellið Tað eru avgjørt ikki bara javnaðarmenn, sum hava grund til at vakna við kaldan dreym aftaná tað stóra almenna gávugildið, men fyrst og fremst allir teir fjølmiðladólgarnir, sum vælsignaðu festina og harafturat runnu um geilarnar og missioneraðu fyri tí íslendska túsundárs­ ríkinum, har sum tann plutokratiska psykosan var nógvar ferðir fúlari enn í Føroyum. Hóast skandinaviskir analytikarar í fleiri ár høvdu víst á, at íslendsk økonomi var ein katastrofa, so blivu føroyskir journal­ istar og nationalistiskir politikarar við at trútta, at vit skuldu kopiera Ísland, har flestøll kundu liva av permanentum bankalik­ viditeti, heitum vatni og lýggjari luft. M.a. ýldu teir um tað sonevnda íslendska modellið, sum bæði skuldi vera nýtt og genialt. Men tað sonevnda modellið var steinaldargamalt og sjáld­ sama óbegávað. Tað var tann klassiska leiðin til armóð og forder­ vilsi, nevniliga tað at amor­ tisera gamla skuld við nýggjari (ofta útlendskari) skuld. Henda konvertering gongur bara so leingi, sum bankarnir tora og vilja, men hon ber fyrst og fremst til har, sum man hevur púra ódugiligar ella passivar politikarar, og teimum hevði man nógvar av í Íslandi. Teir sótu og fnisaðu hendur í favn og gjørdu einki fyri at steðga ørskapinum – tvørturímóti, teir góvu bankunum somik­ ið blátt stempul, at teir kundu senda vælklæddar pengadreingir út um alt Europa at ”ræna”. – Hvør minnist ikki tann hjálpar­ leysa statsministaran Davið Oddson, sum bleiv spark­ aður uppeftir til seðlabanka­ stjóra. Tað var verri enn at seta ein rev til at goyma at gásum! Undir honum fór íslendski nationalbankin at minna um spælibankan í Monte Carlo. Er nakað, sum hjálpir móti ideologiskum timbur­ monnum? Føroyingar skullu í dag vera takksamir fyri, at teir ikki lótu seg lokka av vitloysinum í Íslandi. Íslendingar høvdu annars fingið nógvar at renna skitin ørindi fyri seg. Tíbetri vóru fleiri føroyskir politikarar, sum høvdu so mikið av realitetssansi, at teir ongantíð fóru heilt uppí dansin um Gullfoss, men tann politiski bindi­ klubburin, sum í dag kallar seg tjóðveldi, føldi seg kortini sera freistaðan av tí íslendska galskapinum. Nú teir fíggjarligu timb­ urmenninir herja um land­ ið, mugu vit tó ikki gloyma tann sonevnda Íslandssátt­ málan, sum var ein ólukku­ lig farca. Vit eru eisini noydd til at minnast aftur á eitt løgið skald**, sum í tí pubertila organinum Fregnir í álvara skjeyt upp, at vit sum sjálvbodnir trælir áttu at leggja okkum undir Ísland og íslendskan valuta í eini 50 ár. Soleiðis sum íslendska krónan hevur tað beint nú, hevði verið fátæksligt hjá tí uppfinnsama skaldinum! Tað er uppá tíðina, at vit sleppa okkum av við Íslandssjúkuna, og geva íslendskum sambands­ monnum durafjórðingin. Tað tykist næstan, sum um íslendingar hava instru­ erað sín samfelagsliga harmaleik eftir manuskript­ inum til Dreigroschenoper! Brecht meinar jú, at har fyrst grádigheitin sleppur at seta dagsskránna, verður landsins stjórn líka amor­ alsk sum undirverðin við sínum gangstarum. Alt tað privatkapitalistiska sam­ felagið verður stutt sagt gjøgnumsúrgað úr erva av økonomiskum ábyrgdar­ loysi og primitivari havi­ sjúku. ­ Visti tann ironiski Bertolt Brecht um Ísland í dag, hevði hann flent leingi og konstaterað, at Mack mit Messer er ein krimi­ nellur amatørur í mun til teir ráðandi íslendsku mappudreingirnar, sum hava svansað seg fram á teimum bonaðu gólvunum í øllum Europa. Visti Brecht um Føroyar, hevði hann bara gemytliga bros­ að og sagt, at tað er ótrú­ liga farligt at lata seg tøla av plutokratiskari mega­ lomani, og teir, sum vilja eta kirsuber við teimum stóru, fáa ofta steinarnar í eyguni! Men hvussu lofta javn­ aðarmenn sær, rakna við og finna aftur á beint ? Hvussu sleppa vit av við teir herviligu timburmenn­ inar, nú penga­rúsurin er av? Ja, tað finst ein gamal og hollur eleksirur – hann eitur solidaritetur. Tað er tann einasta verndin móti tí gríska og misantropiska egocentrisiteti, sum kapitalisman byggir á. * Aftaná kríggið fekk tað navnið ”Berliner Ensemble” ** Tað sigur sjálvt, at tað er Føroya størsta skald. Havisjúka contra solidariteti Virgar T. DalsgaarD Fimtiundi partur Eg eri komin til endan við hesum hugleiðingum. Hetta bleiv eitt sindur longri, enn eg hevði rokn­ að við, tá eg byrjaði. Ætlanin var serliga at vísa á, hvussu høpisleyst tað er at siga, at menn hava skriv­ að bíbliuna sjálvir. Teir siga allir, at Gud hevur talað til teirra. Orð Harrans kom til teirra. Tí samsvarar alt so væl, hóast teir livdu til ymiskar tíðir (ca. yvir 1600 ár). Høvundur bíbliunar er Gud, og teir sum skrivaðu bert amboð, sum hann brúkti. Tann, sum ikki trýr Gudi bíbliunar kann jú siga tað, sum hann vil, tí kunnu vit ikki forða. Men við at pástanda, at bíblian er tankar manna, ger ein allar hesar , sum skrivað hava, til lygnarar og tað, sum verri er, hann ger Gud sjálvan eisini til lygnara. Sálmur 19 sigur okkum, at Gud hevur talað til okk­ ara við tigandi talu síni skapanar verkinum: ”Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hans­ ara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist ”… og við orði sínum: ”Lóg HARR­ ANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan;” Eg takki lesarum mínum og vóni, at mangir eru vorðnir uppbygdir og styrktir í trúnni, og ikki minst, vónandi fleiri ið hava tikið ímóti Kristusi við trúgv. At enda vil eg takka blaðstjóranum fyri høvið at nýta teigar blaðsins. Eisini ein tøkk til skyld­ mannin, Magnus Gunnars­ son. Eg ynski tykkum øll­ um á Sosialinum Harrans ríku signing í hesum ári. Endi Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud richarD Danielsen