fríggjadagur 16. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti
arbeiðnum var at verða eitt slag
av einum sjúkrahúspresti. Jóhan
Petur fekk nógvar góðar samrøður
við afrikonsku sjúklingarnir.
Men nógvir sjúklingar høvdu
upplivað ræðuleikar undir drúgva
borgarakrígnum í Liberia.
Misti 9 systkin
- Eg minnist serliga ein ungan
21 ára gamlan mann, sum eitur
Jacob. Upprunaliga vóru tey 12
systkin, men tað eru bara 3 av
teimum eftir á lívi. Hini 9 doyðu
undir borgarakrígnum, ella doyðu
í hungri. Jacob greiddi frá beiggja
sínum, sum var dripin. Hesin
hevði eina føðingardagsveitslu,
sum tey hildu uttanfyri smáttuna
í heimbygdini. So skuldi Jacob
líka fara inn eftir nøkrum
drykkivørum. Tá hann kemur
út aftur eru gestirnir burtur, og
tá stóðu menn frá uppreistrar-
herliðunum uttanfyri smáttuna.
Uppreistrarmennirnir tóku sínar
stóru machettuknívar fram,
og høgdu beinini og armarnar
av beiggjanum, sum bløddi til
deyðis. Tað er skakandi at hoyra
slíkar søgur. Jacob slapp til
rýmingar, og mamma hansara
leitaði leingi eftir honum. Men
aftaná tvey ár funnu tey hvønn
annan, og vóru tey sjálvandi
ovurfegin. Til tíðir kundi ein
síggja á andlitinum hjá Jacob,
at hann píndist av hesi ræðuliga
upplivingini.
Nýggja nøs
Jóhan Petur fekk eisini ein vin,
sum eitur Joseph Mark. Joseph
Mark misti nøsina hjá sær, tá
hann var smádrongur. Ein av
hinum konunum hjá pápanum tók
lítla dreingin til ein heksadoktara,
sum blásti okkurt gjøgnum nøsini,
so Joseph Mark misti nøsina.
Kortini bleiv Joseph Mark giftur,
og eigur hann tvey børn, og er
rættiliga ríkur, mett við onnur í
Liberia. Hann átti nógv húsdjór,
men tann eina dagin høvdu menn
frá uppreistrarherinum dripið øll
húsdjórini hjá honum. Saman við
familjuni mátti hann fjala seg í
buskalendinum í 3 mánaðir. Tey
flýggjaðu so víðari til granna-
landið, Fílabeinstrondina. Hóast
nógva mótgongd í lívinum, so
var Joseph Mark ein ógvuliga
takksamur maður, sum altíð segði
takk, og takkaði Gudi. Hann tók
ikki nakað fyri givið. Umborð fekk
hann eina skurðviðgerð, har hann
fekk eina eftirgjørda nøs, og tað
var Joseph Mark ógvuliga takk-
samur fyri.
Ymiskar
skurðviðgerðir
Ymiskar skurðviðgerðir verða
gjørdar umborð. Hjá nógvum
í Vestur-Afrika er opið millum
nøsina og yvirvørrina, og fremja
læknirnir tá eina skurðviðgerð,
sum nevnist »Haru-skar«, sum
bøtir væl uppá hetta. Summi hava
eisini ein »Opnan Himmal«, og
verða tey eisini løgd undir skurð.
Nógv verða eisini skorin fyri
»grástær«, og nógvir svullir verða
eisini skurðviðgjørdir. Ein tann
kendasta tænastan, sum Mercy
Ships ger, er at skurðviðgerða
gentur, sum verða giftar 12-13
ára gamlar. Hesar kvinnur eru
fyri tí vanlagnu, at tað kemur
hol á bløðrina, tí teir eiga børn
í so ungum árum. Tær klára ikki
at halda uppá vatnið, og verða
útstoyttar av samfelagnum.
Umborð eru serlæknar, sum
seyma bløðrina hjá hesum
kvinnum aftur, og er talan um
eina sera kompliseraða skurðv-
iðgerð. Viðhvørt mugu tvær
skurðviðgerðir til. Tá ein skurð-
viðgerð er væleydnað verður ein
serlig seromoni hildin umborð á
skipinum fyri teimum ungu kvinn-
unum, sum fáa ein serligan kjóla,
sum gávu. Hesar ungu kvinnurnar
eru ovurfegnir um at hava fingið
eitt nýtt lív, og at tær nú kunnu
sleppa inn aftur í samfelagið,
sum tær á sinni vóru stoyttar út
frá.
Nógvar upplivingar
Jóhan Petur fór eisini í land,
og fór hann saman við øðrum
at vitja landsbygdir í Liberia
og Ghana, og var tað ógvuliga
forkunnugt og spennandi. Jóhan
Petur hevur eisini upplivað, at
skipið hevur havt spennandi og
forkunnugar vitjanir. Leiðarin
fyri Sameindu Tjóðir í Liberia,
tann danska Ellen Margrethe Løj
vitjaði umborð, og fall tað Jóhan
Peturi í lut at vísa henni runt.
Liberiski forsetin, Ellen Johnson
Serleaf, og varaforsetin, Joseph
Boakai hava eisini javnan vitjað
umborð. Upplivingarnar hava
verið nógvar, men fyri Jóhan
Petur eru tær bestu løturnar, tá
hann var saman við sjúklingunum,
antin á sjúkrahúsinum umborð,
ella í samtalu við tær á dekkinum.
Hann hevur eisini fingið góðar
vinir í nógvum ymiskum londum,
og hevur hann nógv fólk hann
kann vitja í nógvum ymiskum
londum. Tað er spennandi og
mennandi at liva í einum altjóða
umhvørvi, og samstundis verða
við til at hjálpa menniskjum, sum
veruliga hava brúk fyri hjálp.
Jóhan Petur kann viðmæla øðrum
at fara við Mercy Ships. Hann
svarar gjarna spurningum frá fólki
um Mercy Ships á tlf.nr 510069
og á johanpetur@hotmail.com.
Um tveir mánaðir fellir avgerðin,
um Jóhan Petur aftur fer umborð
á Africa Mercy, fyri at tæna Gudi
og mannaættini í Vestur-Afrika.
Jóhan Petur vitjar sjúklingar á sjúkrahúsinum umborð á skipinum
Alt er øðrvísi í Afrika, eisini handlarnir í Ghana
Samstarvið og millum norðurlendingarnar umborð var sera gott
Jóhan Petur undirvísir børnum umborð á skipinum
14
Hoyr samrøðuna við Jóhan
Petur Johannesen á Rás2,
fríggjadagin 23. januar
kl. 11.10