Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 11 - 16. januar 2009 Løgmaður er, eftir at hava tosað við Anders Fogh Rasmussen “ser­ stakliga væl nøgdur” við at føroyska politiska skip­ anin ikki sleppur framat í samráðingunum um og harvið onga ávirkan fær á bankapakka II Samstundis sum politiskar samráðingar eru í Danmark - eisini við andstøðuna - er Føroya løgmaður “væl nøgdur” við at landsstýrið ikki sleppur at sita við borðið – og harvið hvørki fær innlit ella kann bera føroysku áhugamálini fram í fyrireikandi fasuni. Aftur- fyri fær Anders Fogh Ras- mussen eina stóra bukett av reyðum rósum frá okkara løgmanni. Føroysku áhugamálini Men vit eru fleiri, ið ikki eru eins ovurfegin og løg- maður. Endamálið við banka- pakka II er fyrst og fremst um at tryggja vinnuni og burðardyggum virksemi kreditt. - Hevur landsstýrið yvir- høvur kannað, um Føroyar og føroyska vinnulívið hevur brúk fyri banka- pakka II, ella um okkara vinnulívi tørvar eina aðra loysn, sum er snikkað til tann tørv, ið føroyski fíggjargeirin og føroyska vinnulívið hava? - Fer bankapakki II at geva tann likviditet, út- flutningskreditt og ta fíggjarliga trygd, sum okkara vinnu og okkara borgarum tørvar? - Hvat kemur banka- pakkin at kosta okkum? - Hvørji átøk ætlar lands- stýrið at fremja, fyri at forða fyri, at likviditetur, sum okkara búskapi tørvar, óneyðugt verður fluttur av landinum? Lýsa okkara tørv Politiska skipanin hevur bráðneyðugan tørv á at fáa staðfest støðuna hjá før- oyska fíggjargeiranum, hvussu likviditetsstøðan í Føroyum er í dag, og hvørji átøk eru neyðug fyri best at tryggja vinnuni atgongd til kapital. Sum er, hava vit als ikki eitt grund- arlag at meta um hvørt loysnin í bankabakka II verður ein loysn, ið gagnar føroyska fíggjargeiranum, føroysku vinnuni og samfelagnum sum heild. Ella man landsstýrið hava sett eitt slíkt útgrein- ingararbeiði í gongd, so Løgtingið fær eitt haldgott grundarlag at taka støðu út ífrá tá bankapakki II verð- ur lagdur fyri Løgtingið? Um so er, vilja vit fegin frætta! Higartil vita vit bert, at pakkin verður designaður til tørvin hjá danska fíggj- argeiranum og donsku vinnuni. Umbøn og svar Løgmaður bað Anders Fogh um at sleppa við í fyrireikingarnar til banka- pakkan, “således at også vi kan forberede sagerne på en god og ordentlig måde i landsstyret såvel som i Lagtinget”. Hann fær eitt greitt nei – men játtan um at vit kunnu sleppa at velja um vit taka undir við pakkanum ella ikki – tá alt er leyst og liðugt. Hvussu í allari verð kann ein føroyskur løgmaður verða nøgdur við eitt svar sum hetta?? Takk, takk, søde hr statsminister Løgtingskvinna, Tjóðveldi Bjørt SamuelSen Løgtingið samtykti at lækka játtanina til umboðs- mannin við kr. 520 tús. fyri fíggjarárið 2009. Henda avgerð fer at geva umboðsmanninum trupul- leikar við virksemi sínum komandi ár, m.a. um tørvur verður á einum setursum- boðsmanni el. Avgerð løgtingsins er ikki í tráð við umboðs- mansskipanina, og hartil er hon sera óheppin fyri rættartrygdina. Gerst tað eftir umboðs- mansins tykki neyðugt at lata einum setursumboðs- manni eina ávísa uppgávu, letur hetta seg ikki gera, tí eingin játtan er til enda- málið. Umboðsmaðurin er har- afturat munandi skerdur í sínum arbeiðið, og fær ikki virka eftir lógini, hevur hann ikki eina rúmsátta játtan at virka undir. Onkur heldur kanska, at umboðsmaðurin kann søkja fíggjarnevndina um eykajáttan til endamálið, og so kann fíggjarnevndin velja at geva hesa játtan, ella at vísa hana frá sær, men hetta ber ikki til. Eftir stýrisskipanarlógini er tað bara landsstýrið, sum kann venda sær til fíggjar- nevndina fyri at biðja um eykajáttan til sínar stovnar, tá tørvur er á hesum. Tá eingin landsstýris- maður hevur tann politiskt óhefta umboðsmannin undir sínum málsræði, er eingin møguleiki at royna hendan leistin. Vit eru tí komin hartil, at løgtingið eftir tilráðing frá fíggjarnevndinin, hevur skert og heft virksemið hjá tí óhefta umboðsmanninum at politiska valdinum. Landsgrannskoðanin, sum heldur ongan landsstýris- mannin hevur yvir sær, hev- ur verið fyri somu vanlagnu sum umboðsmaðurin. Eisini her er ein javnstór upphædd skarvað av játt- anini, so at heldur ikki grannskoðanin fær virkað eftir galdandi lógum og reglum, og kanska noyðist at siga fólki úr starvi. Føroyska fólkaræðið og rættartrygdin eru fyri stór- um afturstigi við hesum avgerðum. Sera viðkomandi er nú at spyrja, um vit í heila tikið skulu hava hesar stovnar, tá vit ikki hava dirvið til at lata teir vera politiskt óheft- ar, og ikki ráð til at lata teir virkað eftir galdandi reglum. Skalaðir stovnar og skerd rættattrygd Hergeir nielSen Landskassin fær rættuliga stórar búskaparligar trupul- leikar komandi árini – ver- andi skatta- og avgjaldsinn- tøkur fara at minka mun- andi, fáar nýggjar skatta- og avgjaldsinntøkur koma av sær sjálvum í staðin, rakstrarútreiðslurnar hækka og gerast muga fleiri íløgur fyri at skapa vinnuligt virksemi o.a. Spurningurin er m.a., hvør búskaparpolitikkur hóskar frægast til hetta útgangsstøðið? Í løtuni er onki greitt politiskt svar uppá henda spurningin. Búskaparliga útgangs- støðið er m.a., at í 2009 er planlagt eitt hall uppá 520 mió.kr. og roknast kann við framhaldandi stórum halli komandi 3-5 árini. Politiskt verður lagt upp til at halda aftur í rakstrarúreiðslunum fyri at minka um hallið á fíggjarlógini – m.a. tí land- ið uppá sikt kann fáa stórar trupulleikar at fíggja eitt hall ella ein rakstur, sum ikki tamarhald er á polit- iskt. Ætlanin er kortini at fremja íløgur fyri at skapa vinnuligt virksemi o.a. Vit kunnu eisini her tosa um konjunkturjavnan í búskap- inum og stabilisering. Almennar tænastur eru vorðnar ein alt meira týð- andi partur av vælferðini og er ein høvuðsorsøk til, at fólk búleikast í landi- num. Tí skal ansast eftit, at almennar kjarnuveitingar (orðing hjá Jóannes Ejdes- gaard) og aðrar veitingar verða skerdar ella skornar burtur – avleiðingin kann heilt einfalt gerast fólka- fráflyting ella ongin til- flyting. Harfyri verður ikki sagt, at landsstýrið og løgtingið ikki eiga at gera øðrvísi raðfestingar og sparingar, har tað ber til. Av tí, at almennar tænastur eru ”ókeypis” fyri flestu borgarar, so kann eftir- spurningurin lættliga gerast óendaligur. Eitt samfelag er sett saman av nógvum individ- um og málbólkum, sum øll hava ymiskan tørv – og tað kostar tíð, orku og pening- ar at veita hesum tænastur. Tað skal verða pláss fyri okkum øllum. Vilja vit varðveita demokrati, væl- ferð, trivna, frælsi og dygd til tann einstaka og serligar málbólkar, so kostar tað peningar. Eri tí samdur við teimum, sum siga, at trýst- ið á almennar tænastur bara fer at vaksa við kravi, um betri tænastur og fleiri nýggjar tænastur frá tí almenna. Tað, sum er viðkomandi politiskt, er at fáa til vega faktuella vitan um tænastu- støðið í mun til tey sam- feløg, sum vit kappast við, um okkara borgarar – rokn- skaparanlysur og bench- marking er eitt amboð at greina hetta. Spurningurin er, um tørvurin á almenn- um tænastum er undirtrykt- ur, normalur ella um vit hava ein kappingarføran almennan sektor í mun til okkara grannalond. Loysnir, sum eru frammi, eru td. trimming, rationaliseringar og spar- ingar. Men vit hava við at gera eina rættuliga við- brekna skipan, sum eigur at viðgerðast við skili – leingi at byggja tænastur upp, men nakrar mánaðir at bróta niður. Vit kunnu taka eitt dømi um val av tænastum – valið kann standa ímillum sjúkravið- gerð ella útbúgving – ella skulu vit kalla sjúkravið- gerð eina almenna kjarnu- veiting og ikki útbúgving, og hvat við øðrum almenn- um tænastum, sum onnur halda verða virðisskapandi uppá longri sikt. Logiskt kann sigast, at verða næst- an ongi fólk eftir Føroyum, kann alt gera tað sama – tí muga nøkur økir raðfestast meira enn onnur. Tað nýtt- ar lítið at hava góð klæðir og bil, og lurta eftir góðum tónleiki – men ongan mat og drekka. Samanlegging og felags skipanir er eitt gandaorð – men vit muga ansa eftir ikki at skapa kaos og taka alla motivatión frá einstøku stovnunum og skipanunum. Stóripottur kann hava við sær líkasælu, nakað óstýr- ligt og flýggjan undan ábyrgd. Ein kanning í Danmark herfyri vísti, at danir heilt greitt ynskja eina høga vælferð frá tí almenna heldur enn skattalækkingar. Hetta sigur nógv um, hvussu týdningarmikið og høgt borgarin raðfestir eina góða og kontinuerliga almenna tænastu til børn, ung, vaksin og eldri. Tað er áhugavert, at kanna, hvussu vit kunnu varðveita verandi tænastu- støðið, við hvussu stórum halli og í hvussu nógv ár. Í meðan eigur tað almenna at satsa uppá, at skapa karmar fyri vinnuligari menning – eitt nú í útflutn- ingsvinnuni. Bara við ein- ari kappingarførari út- flutningsvinnu kunnu vit varðveita og menna ein kappingarføran almennan sektor - alternativt kunnu føroyskir borgarar lætt flyta til onnur lond. Tað handlar um at tora politiskt at gera neyðugar raðfestingar og ikki skjera javnt við tí úrsliti at skaða allastaðnis. Til hetta krevst amboð sum langtíðarætlan- ir til rakstur og íløgur. Á henda hátt kunnu vit stig- víst og kontinuerligt byggja upp og skapa dygd í almennu tænastunum – ein almennur sektor, sum eisini kann samstarva professionelt við vinnuna (ikki kappast við vinnuna). Føroyskir politikarar vilja hava alt, býta gott og ringt javnt, men fáa aftur- fyri lítil og ongi framstig – minnir nógv um meginregl- urnar fyri ein planbúskap. Skuldi nakar ivast, so er knappheit á pengum í Før- oyum í løtuni og komandi 10 árini. Einasti møguleik- in at skapa bestu búskapar- ligu úrslitini og skapa størri virðisøking í sam- felagnum og vinnuni, er at fokusera og raðfesta rætt. Tað snýr seg um at flyta tilfeingi í nýggjar vinnur og skipanir – og ikki at gera fólk arbeiðsleys. Hvat er boðskapurin í fyriliggjandi fíggjarlóg 2009 – sparingar allastaðn- is, nýggjar inntøkur til landskassan, búskaparligur stabilitetur og hvussu, økt vælferð, nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, raðfestingar av ávisum økjum, effektivi- seringar á ávísum økjum, útbjóðing av almennum tænastum, sjálvberandi búskapur, visjón 2015, privatisering av almennum fyritøkum, arbeiðsskapandi íløgur, globalisering, tøkni- menning, vinnulig gransk- ing og innovatión, bygnað- arbroytingar, menning av nýggjum útflutningsvinn- um, menning av lokaløkj- um o.a. - ella bara rutina og óendalig avritan av fortíðini? Kann landsstýrið ella løgtingið, sum hevur sam- tykt fíggjarlógina, í 3 punktum nevna høvuðs- boðskapirnar í fíggjarlógini 2009 – hetta kann brúkast til at fáa áhugabólkar og aktørar í samfelagnum og vinnuni at hjálpa til at náa teimum málum, sum sett verða politiskt. Er talan um kreppu í samfelagnum snýr politisk leiðsla seg um at skapa stabilitet, men stabilitetur merkir ikki at verða passiv- ur ella afturlítandi. Kreppu- leiðsla inniber m.a. innlit, royndir, váðagreiningar, serloysnir, raðfesting, sam- starv, samskifti, teamwork, mál, strategi, plan A og B, støðutakan og handling. Spurningurin er um politiska skipanin megnar at loysa eina slíka krevj- andi leiðsluuppgávu. Demokrati og vælferð kostar pengar reidar nónfjall viðmerkingar