Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • 16. januar 2009 Vikuskifti enskt, sum sítt móðirmál, so er enskt undirvísingarmálið umborð á skipunum hjá Mercy Ships. Týdningarmikið er at hava eina skúlaskipan at halda seg til, og fylgir undirvísingin tí amerikonsku skúlaskipanini. Næmingarnir verða ikki testaðir við teimum tiltiknu »Pisa-kanningunum«, men teir verða testaðir við einari amerikanskari test, sum nevnist »Stanford-testin«. Hetta verður sjálvsagt gjørt fyri at tryggja, at undirvísingin er á einum dygdar- góðum støði. Allir næmingarnir skulu upp til hesar testirnar, fyri at vita hvar teir flóta. Ameri- kanska skipanin koyrir nógv uppá testir. Ein lærari skal undirvísa í einum evni í nakrar vikur, og so skal tað verða ein roynd. Tá tann royndin er avgreidd, verður farið víðari til næsta evnið. Lærarnir á skúlanum umborð vóru úr teimum enskt-talandi londunum, Føroyum og Danmark. Rektarin umborð á skipinum, var ein maður, sum hevði undirvíst á tí tiltikna enska kostskúlanum, Harrow. Saman við Eaton er Harrow kostskúlin, tann kendasti kostskúlin fyri børnini hjá yvirklassanum í Bretlandi. - Tað var stuttligt at kjakast við ein slíkan mann, um hvussu ein frálæra eigur at skipast. Tað var eitt sindur torført hjá mær, sum eri vanur við, at ein skal hava heildina við í undirvísingini. So eg gjørdi hálvgum eina kombinasjón av tí frálæra sum eg var vanur við, og hesa amerikonsku skip- anina. Og eg hevði eisini frælsið til at gera tað. Jóhan Petur fekk eisini starvsfólk frá teimum ymisku londunum at koma inn í skúlastovuna í samband við frálæruna í landalæru. Hann fekk fólkini at greiða frá sínum londum, og var tað væl fagnað av næmingunum. Fakheiti manglaðu Jóhan Petur hevur búð, og ferðast nógv í Bretlandi, og er sera stinnur í enskum. Men kortini kundi tað hendingaferð koma fyri, at hann stóð fastur, tí hann ikki kendi øll tey fakligu heitini á enskum. Men næmingarnir hava havt forstáilsi fyri, at enskt ikki er móðirmálið hjá honum, og hevur tað annars gingið uppá stás. Jóhan Petur hevur undirvíst í kristni, søgu og landalæru og búskapi. Jóhan Petur undirvísti eisini Steffan og Rebekku, børnunum hjá Jonhardi og Debbie Joensen í føroyskum. Jonhard Joensen er ættaður av Strondum, og Debbie er úr deilríkinum, Maine á amerikonsku eysturstrondini. Jonhard Joensen var í nøkur skipari umborð á Anastasis. Jóhan Petur sigur, at tørvur er á nógvum ymiskum starvsfólkum, men tað er serliga tríggir starvs- bólkar, sum stórur tørvur er á. Læknar og sjúkrasystrar til tað umfatandi heilsubøtandi og linnandi arbeiðið, sum Africa Mercy ger, og so maskinfólki. Hóast skipið liggur nógv við kaj, so koyra ljósmotorarnir alla tíðina. Tað er ikki ein treyt, at ein er ein kristin trúgvandi fyri at kunna starvast, sum lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur við Mercy Ships. Men ein má binda seg til reglugerðirnar, t.d. at møta til føst tiltøk, tí talan er um ein kristnan felagsskap. Læknar o.o. starvsfólk fáa onga løn fyri at arbeiða umborð. Jóhan Petur mátti sjálvur gjalda eitt mánaðarligt gjald fyri at kunna verða umborð. Annars eru nógvar funksjónir umborð. Har er enntá ein lítil banki, tannlækni, o.a. í hesum lítla altjóða samfelagnum, sum telur 400 starvsfólk. Gott norðurlendskt samanhald Gott samanhald er millum norðurlendingarnar umborð á skipinum. Danskarnir, svenskarnir, føroyingarnir og norðmennirnir møtast javnan umborð. Norðurlendingarnir skipa fyri Lucia-gongu, og syngja norðurlendskar jólasálmar fyri hinum, tá jól verða hildin umborð. Tá bjóða norðurlendingarnir eisini skipsfólkunum siroppskøkur. Av og á hava norðurlendingarnir so norðurlendsk kvøld, har tey koma saman fyri at tosa tey norður- lendsku málini. Og tann sum dugir bæði danskt og føroyskt hevur ein stóran fyrimun í tí sam- skiftinum. Samskifti við sjúklingarnar Jóhan Petur fekst ikki bara við at undirvísa umborð. Tørvurin er óendaligur, og tað er nógv ein kann fáast við umborð. Eingin fær hjálpt øllum, og tí ræður um at hjálpa til, har sum ein er førur fyri at veita hjálp. Eitt sum Jóhan Petur fekst nógv við og valdi sum sína tænastu, var at vitja sjúklingarnar á sjúkrahúsinum umborð. - Eg treivst so mikið væl í hesari tænastuni, at í juni 2008 var eg spurdur, um eg kundi gera hesa tænastuna fulla tíð. Tá hevði eg undirvíst børnunum í tvey ár. Talan var um eitt kombinerað starv, sum nevndist »Ward Canselor«. Talan var bæði um at aktivera børnini umborð, og at hava frálæru fyri teim- um. Hin parturin av ca Mercy« Jóhan Petur vitjar í afrikanskari landsbygd, har tey fingu kokosnøtur og bananir Starvsliðið av lærarum og undirvísarum ➘ 13