fríggjadagur 16. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2009
13
Almennu lønirnar hækk
aðar við 800 mió 2000
2007. Fiskaídnaður,
fiskiskapur, skipasmiðju
og annar ídnaður, kryvji
og alivinnan við bert
stívliga 280 mió. krónum,
og almenna ónøgdin
ongantíð størri enn nú
Seinastu 100 árini er sen
tralisering móti stórpláss
um farin fram.
Londini uttanum okkum
eru so fjølment, at her hevur
borið til at miðsavna í fleiri
størri øki ella regiónir, tí
hava hesi klárað at varðveitt
dynamikkin og samstundis
givið ávísa kapping, nakað
sum tíverri ikki er komið til
sjóndar í Føroyum.
Her tók sentraliseringin
dik á seg eftir krígslok,
men gjørdist í høvuðsheit
um, sum tíðin leið, ein
almenn sentralisering bert
inn móti høvuðsstaðnum
og sostatt ein mono
sentralisering, har tænastu
fyritøkur vuksu fram uttan
um tað almenna.
Í øllum øðrum plássum í
Føroyum hava verið kon
junktursveiggj, tí her bert
hevur verið talan um vinnu
fyritøkur og íverksetan av
vinnufyritøkum.
Íverksetarar úti um
landið
Í áhugaverda bókaverki
num, “Sådan skabtes
Danmarks virksomheder”
sæst greitt, at nógv tær
flestu fyritøkurnar, 70 til
80 prosent eru skaptar í
økjum úti um landið.
Onkrar teirra hava tó sum
frá liðið flutt til Keyp
mannahavnar, tí har liggja
almennu stovnarnir og tí
fæst lættari samskifti við
hesar. Men flestu teirra
liggja kortini framvegis t.d.
í Jyllandi og á Fyn á størri
og fjølbygdum økjum.
Ikki er so í Føroyum.
Sentraliseringin hevur
virkað í nógv størri mun til
høvuðsstaðin – ein mono
sentralisering hetta hevur
havt onkrar fyrimunir, men
í flestu førum vansar, sum
hava ført til at føroyska
samfelagið er vorið eitt
minni dynamiskt “krevjara
land” har fólkið krevur
pening og miðlar úr lands
kassanum heldur enn at
vera skapandi íverksetarar.
Kórið av krevjandi fólki
er stórliga økt seinastu
árini og ikki minst, nú
síðani fíggjarlógin fyri
2009 fyrilá.
Ónøgdin økt við øktum
almennum lønarútreiðslum
Almennu lønarútreiðslur
nar eru øktar við 800 mió.
krónum frá 2000 til 2007
og fiskiskapur, fiskiídnað
ur, ali og kryvjivinnan,
skipasmiðju og annar
ídnaður tilsamans eru bert
øktar við 284 mió. krónum
í sama tíðarskeiði ella við
triðingi.
Hvagar eru vit so komin?
Vit hava eitt Landssjúkra
hús í kaos og ilt at fáa
læknar, eldrapolitikkurin er
í stórum trupulleikum,
mentanin í fríum falli,
Fróðskaparsetrið í lasum,
kringvarpsumstøður út av
lagi, fólk við høgum
krøvum til tað almenna
kvíða fyri at koma heim
aftur til hetta “tilafturs
komna” landið, men koma
tey, skulu tey á almenna
lønarkassan, verður sagt,
matstovur í høvuðsstaðnum
krevja at sleppa undan
gjøldum til landskassan
etc. etc.
Listin av krøvum til
almenna kassan og til
totalu frumskapandi
vinnuna er endaleyst.
Monosentralistisku
dreymarnir um nýmótans
samfelagið hildu ikki!
Hinvegin hevur víst seg,
at almenni loftimiðilin
herjar uttan íhald á fríu
vinnuna!
Tí er spurningurin, og
hann verður helst ósvar
aður: “ Gjørdust Føroyar
sum land ríkari av eini
monosentralisering?”
Gjørdust Føroyar sum land ríkari av eini mono-sentralisering
www.keldu.com
Jógvan við
Keldu
Í Útvarpi Føroya í dag á
miðdegi segði formaðurin í
Trivnaðarnevndini Jákup
Mikkelsen, at byrjað var at
byggja Ellis og Røktar
heim suðuri í Vági. So
seint sum í fyrradagin settu
vit okkum í samband við
borgarstjóran í Vági fyri at
fregnast um, nær Ellis og
Røktarheimið í Vági
verður tikið í brúk.
Borgarstjórin hevði einki
boð upp á hetta, tí einki er
avgjørt í hesum máli, men
vónaði, at avgerð verður
tikin áðrenn 1. mars 2009.
Okkum kunnugt er
framvegis bert eitt stórt hol
vesturi við vatnið, sum
hevur skapt manga øsing
millum fólk.
Eg fari við hesum at
spyrja Jákup Mikkelsen,
nær arbeiðið, sum hann
segði frá í dag, er byrjað.
Spurningur til Jákup Mikkelsen um Ellis- og Røktarheimið í Vági
ingeborg
godtfred
Realkredittlán frá Eik
hava fleiri fyrimunir, enn
Dimmalætting nevnir í
síni greinarøð. Kundar
við realkredittláni hava
leingi havt væl bíligari
rentu enn kundar við van
ligum sethúsalánum. Í
summum førum útvega
hesi lán Eik atgongd til
kapital, ið síðani aftur fer
í umfar í Føroyum. Með
an alt fleiri bankar eru
noyddir at venda kund
um í hurðini, ber fram
vegis til at fáa realkreditt
fígging í Eik, um kreditt
virðið annars er í lagi
Í Dimmalætting 14. og 15.
januar er ein greinarøð, ið
snýr seg um realkreditt
lánini hjá Eik Banka. Tí
hesar viðmerkingar.
Tørvur kundans er
grundarlagið
Lat meg beinanvegin undir
strika, at bankin leggur seg
eftir at veita eina heiður
liga og ærliga ráðgeving.
Okkara kundaráðgevarar
vita – og hava fingið undir
vísing í – at veruligi tørvur
kundans er útgangsstøðið
fyri allari ráðgeving. Til
eina og hvørja tíð er tað
kundin, ið tekur avgerð
um, hvørt hann vil hava
eina tænastu.
Hetta merkir m.a., at so
nevnda “kanónsølu” vilja vit
ikki hava í okkara banka.
Ongin banki kann loyva
sær at trýsta ávís produkt
yvir á kundarnar, tí so
rýma kundarnir sjálvandi.
Hetta er eisini í stríð við
grundleggjandi bankasið.
Hinvegin skal bankin
sjálvandi vinna pening uppá
sítt virksemi og sína ráðgev
ing. Hetta er sum vera man
grundleggjandi í øllum
bankavirksemi og vinnu
ligum virksemi annars.
Røsk starvsfólk fáa eyka
viðurkenning
Í Eik fáa kundaráðgevarar
avriksløn. Tað merkir, at
kundaráðgevarar fáa eitt
sindur meira í sín part, um
teir náa sett mál. Harum
framt skipa vit av og á fyri
innanhýsis sølukappingum,
har kundaráðgevarar kunnu
vinna eitthvørt. Tað kann
vera ein flogferðaseðil ella
ein góður biti á einari
matstovu e.l.
Hetta er góð og sunn
starvsfólkarøkt. Avriksløn
og sølukappingar eru
avmarkaðar og eru mest av
øllum við til at motivera
starvsfólkini í dagliga
arbeiðinum.
Eik Banki er einasti pen
ingastovnurin í Føroyum,
ið veitir Realkredittlán.
Henda tænasta er lutfalls
liga nýggj fyri okkara kund
ar, og tað krevur munandi
meira vitan, orku og nær
lagni hjá okkara kundaráð
gevum at greiða kundunum
frá um møguleikarnar við
realkreditti, í mun til at
vísa kundanum á eitt av
gomlu sethúsalánunum. Í
allar flestu førðum er
realkredittur betra valið. Tí
er náttúrligt at eggja kunda
ráðgevunum til at greiða
kundunum frá um real
kreditt.
Hinvegin, so royna vit at
tryggja, at avriksskipan og
sølukappingar ikki sleppa at
skeikla ta góðu og grund
leggjandi kundaráðgeving
ina, m.a. við hollari útbúgv
ing og við at skjalfesta ta
ráðgeving, ið fer fram. Har
til kemur, at talan er um eitt
varandi kundasamband;
kundaráðgevin skal møta
kundanum aftur, og hevur tí
ein sjálvstøðugan áhuga í, at
ráðgevingin er røtt og góð.
Eik hevur kunnað um
avriksløn
Longu fyri einum lítlum
ári síðani upplýsti Eik al
ment um sína avriksløn
arskipan í ársfrágreiðing
sínari fyri 2007. Henda frá
greiðing er børsfráboðað
og er eisini til taks á heima
síðu bankans.
Hinvegin mugu vit taka í
egnan barm, tá tað kemur
til sølubonus; her áttu vit
helst at havt kunnað betri,
eins og nýggja kunngerðin
um góðan bankasið frá 3.
oktober 2008 ásetur. Vit
hava tí nú, – í tráð við góð
an bankasið – lagt eina
kunning á heimasíðu okk
ara um hetta. Vit fara har
umframt at vita, um vit
sum heild kunnu styrkja
kunningina í tráð við
nýggju kunngerðina um
góðan bankasið.
Stórir fyrimunir við
realkreditt
Dimmalætting nevnir tí
verri ikki, at realkredittlán
leingi hava havt eina rætti
liga nógv bíligari rentu enn
vanlig bústaðalán. Harvið
er fyrst og fremst talan um
eitt gott og kappingarført
produkt fyri kundarnar.
Í skrivandi løtu er rentan
á RTL1realkredittlánunum
heili 1,71 prosentstig lægri
enn á 1. veðrættarlánunum.
Tað er ein fyrimunur fyri
kundarnar.
Realkreditt minkar um
rentuváðan
Nevnt verður dømi, har
fólk, ið hava biðið um ein
skáa, eru komin út aftur
við einum realkredittláni,
har tey samanlagt koma at
rinda meira aftur.
Her mugu vit minnast til,
at ein skái eisini merkir, at
ein kemur at rinda meira
aftur, tí eisini eitt av gomlu
sethúsalánunum rentar,
hóast tað ikki verður
goldið niður!
Fyri tað næsta ber ikki til
frammanundan at siga, at
viðkomandi kemur at rinda
meira aftur enn við einum av
gomlu sethúsalánunum. Tað
veldst um rentugongdina!
Heimurin hevur ongantíð
upplivað, at rentan hevur
verið óbroytt í eitt 20 ella
30 ára skeið, sum tað tekur
at rinda aftur eitt sethúsa
lán! Fært tú eitt av gomlu
sethúsalánunum, meðan
rentan er 5%, og rentan
síðani økist til 10%, so
rindar tú munandi meira
aftur, enn tú hevði ætlað.
Hinvegin, fellur rentan, so
rindar tú minni aftur. Tað
er lántakarin, ið ber váðan
í hesum føri. Tí skal hann
eisini hava nakað at standa
ímóti við fyri at hava hetta
slagið av lánum.
Við einum realkredittláni
til fasta rentu veit lántakar
in við vissu, hvussu nógv
hann skal gjalda, uttan
mun til hvussu rentan ann
ars háttar sær. Lántakarin
hevur soleiðis ongan rentu
váða. Hetta er ein orsøk til,
at fólk, ið ikki hava so
nógv at standa ímóti við,
ofta við fyrimuni kunnu
fáa eitt realkredittlán, tí tað
minkar um váðan hjá
húsarhaldinum.
Millum realkredittlánini
við fastari rentu og gomlu
sethúsalánini hava vit har
til rentutillagingarlánini,
eitt slag av realkredittlán
um, har rentan er føst í eitt
styttri tíðarskeið, millum 1
til 10 ár. Hesi lánini líkjast
meira gomlu sethúsaláni
num við skiftandi rentu,
men rentan hjá kundanum
er bara lægri.
Eik veitir trygd fyri
øllum realkredittlánum
Dimmalætting fær tað til at
vera illgrunasamt, at real
kreditt ikki bert er ein
fyrimunur fyri kundarnar
men eisini fyri Eik Banka,
og at Eik fær atgongd til
gjaldføri umvegis real
kredittlánini.
Í grundini er hetta ein
vinnvinnstøða, og tað er
positivt: Kundin fær
atgongd til eitt betri lán.
Eik fær atgongd til gjald
føri. Og gjaldførið kemur
út í umfar í føroyska
samfelagnum.
Í einari fíggjarliga trong
ari tíð, har peningastovnar
sum heild eru sera aftur
haldandi við at veita lán til
bústaðabygging, veitir Eik
framvegis lán til kundar, ið
hava kredittvirðið í lagi.
Hetta er sera positivt og er
við til at tryggja, at sam
felagshjólini í Føroyum
halda fram at mala.
Teir kundar ið leggja um
til realkreditlán eru eins
góðir kundar og aðrir
kundar. Eik veitur trygd
fyri øllum realkreditlánum
og tí er talan um eina mis
skiljing, at pástanda at Eik
við realkreditláni roynir at
sleppa av við kundar.
Á heimasíðu bankans –
www.eik.fo – eru fleiri
upplýsingar um real
kredittlán.
Vónandi skapa hesar
viðmerkingar eina frægari
javnvág í greinarøðina hjá
Dimmalætting.
Ein annar sannleiki um realkredittlán
forstjóri í Eik Banka
Marner
Jacobsen
viðmerkingar