fríggjadagur 16. januar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti
Í 2006 fór Jóhan Petur Johanne
sen til Afrika at starvast, sum
lærari umborð á hjálparskipinum
»Anastasis«. Anastasis vitjaði
í Føroyum í 1990, og aftur í
2004. Jóhan Petur fekk farloyvið
frá sínum starvi, sum lærari á
Eysturskúlanum í Havn. Eitt ár
seinni hevði »Anastasis« siglt
sína síðstu ferð í tænastuni at
geva afrikanarum heilsubót, og
at boða teimum tann kristna
gleðiboðskapin. Jóhan Petur
segði upp á Eysturskúlanum í
2008, og fór at undirvísa umborð
á tí nýggja skipinum hjá kristna
hjálparfelagsskapinum, »Mercy
Ships«, sum nevnist »Africa
Mercy«. Jóhan Petur hevur skriv
að søgu, við at verða lærarin,
sum hevði síðsta undirvísingar
tíman umborð á Anastasis, og
tann fyrsta undirvísingartíman
umborð á Africa Mercy. Í samfull
2 ár og 4 mánaðir hevur Jóhan
Petur starvast hjá Mercy Ships.
Honum stendur í boði at sleppa
at starvast aftur umborð á Africa
Mercy, men hann hevur biðið
um eina umhugsunnartíð uppá
2 mánaðir, áðrenn hann tekur
eina endaliga avgerð. Hesar
2 mánaðarnir er hann fyribils
í starvi, sum vikarur á Eystur
skúlanum.
Veita hjálp og linna
Jóhan Petur greiður frá: Mercy
Ships – miskunnarskip – er ein
felagsskapur, sum ynskir at veita
hjálp og linna til neyðstødd
fólk. Enska herrrópið hjá felags
skapinum er: »To serve the
forgotten, poor and needy« – at
tæna teimum, sum eru gloymd,
fátøk og sum tørva hjálp. Av tí,
at tørvurin er so stórur í Vestur
Afrika, so hevur felagsskapurin
valt at fokusera nógv uppá henda
partin av Afrika seinnu árini,
men ætlanin hjá Mercy Ships
er eisini at fara til onnur støð í
Heiminum. Felagsskapurin virkar
eisini í tí karabiska havinum,
einamest í tí Dominikanska
Lýðveldinum. Felagsskapurin
var stovnaður í 1978 av einum
amerikumanni, sum nevnist Don
Stephens. Ein av orsøkunum til,
at Don og konan, Deyon Stephens
stovnaðu Mercy Ships, var tí tey
áttu ein menningartarnaðan son,
sum eitur John Paul. Tey sóu
hvussu torført lívið kundi verða
fyri sonin, og tá hugsaðu tey um
hvussu nógv børn tað eru kring
Heimin, sum ikki hava umstøður
til at fáa nakra hjálp. Hetta vakti
nakað í Stephenshjúnunum,
at tey vildu gera nakað fyri tey
neyðstøddu í Heiminum. Hjúnini
vóru insperaði av bæði søguligum
persónum, og eisini av Jesusi
sjálvum. Móðir Teresa er eisini
ein av inspirasjónskeldunum hjá
Mercy Ships. Vit tosa um “The
two hands of the Gospel” – báðar
hendurnar hjá Gleðiboðskapinum.
Bæði at vísa menniskjum
likamligam linna, og at vísa
umsorg fyri teimum. At vísa
menniskjum, at tey eisini hava
eitt virðið. Tað er nógv menniskju,
sum halda, at tey einki virðið
hava. Men so royna vit at greiða
teimum frá: “Jú! Tú hevur
virðið, og tað er ein, sum hevur
umsorgan fyri tykkum, og tað er
Gud.”. Undirstrikar Jóhan Petur.
Segði trygt starv
frá sær
Spurdur hví hann valdi fyrst at
fara í farloyvi, og síðani at siga
eitt trygt starv á Eysturskúlanum
frá sær, fyri at fara til Afrika?
Til hetta svarar Jóhan Petur,
at tá hann gjørdist varugur við
tørvin, sum er í Heiminum, og
tá hann sá, at tað eru so mong,
sum ongan góðan eiga, so kendi
hann seg kallaðan at fara við
Mercy Ships. Jóhan Petur heldur,
at hann hevur verið ógvuliga
priviligeraður her í lívinum. Hann
hevur havt góð foreldur, góðan
uppvøkstur, ríkar upplivingar og
góð størv. Men hann kendi á sær,
at hann skuldi brúka nøkur ár fyri
at hjálpa øðrum menniskjum.
Jóhan Petur bar heldur ongan
ótta fyri at fara ta longu leið til
Afrika. Fyri at sleppa við einum
skipi, sum Africa Mercy krevst
sjálvsagt ein heilsuváttan frá
læknanum. Dygdargóðir førleikar
í enskum krevjast eisini fyri at
kunna gerast eitt av starvsfólk
unum umborð á skipinum. Fyri
at gerast lærari umborð á einum
skipi hjá Mercy Ships, krevst
eisini, at ein er fakliga væl fyri,
tá tað kemur til bíbliuundirvísing.
Jóhan Petur var á ungum árum á
bíbliuskúla hjá felagsskapinum
»Youth With a Mission«, og var
tað ein fullgóð váttan fyri Mercy
Ships. Avgerandi er eisini, at
tørvur er á fólki innan tað rætta
fakið. Og tey stóðu og manglaðu
lærarar umborð á Anastasis.
Rektari frá Harrow
Umborð á Anastasis og Africa
Mercy hevur Jòhan Petur so
undirvíst børnum, sum hava
sítt upphav í nógvum ymiskum
londum. Hóast langt frá øll hava
Lærari umborð á »Afri
35 ára gamli Jóhan Petur
Johannesen hevur verið
lærari umborð á hjálpar
skipunum »Anastasis« og
»Africa Mercy«. Fyri før
oyska læraran hevur verið
talan um eitt sera læruríkt
tíðarskeið í einum altjóða
skipaumhvørvi, og í einari
fremmandari mentan í
Liberia og Ghana
Jóhan Petur Johannesen frammanfyri »Africa Mercy«
Hjálpararbeiði
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Jonhard Joensen av Strondum, sum var skipari umborð á Anastasis, saman við konuni, Debbie, og børnunum, Steffan
og Rebekka
12