Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 11 - 16. januar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Vit kenna ikki dagin. Eldra ættar­ liðið lærdi okkum frá barnsbeini, at dagar okkara her eru ármáldir. Vit mugu tí sláa okkum til táls við, at tá dagurin upprennur, fellur tað okkum eins tungt, og kendu vit dagin frammanundan. Álitismaðurin Sigurd Danielsen, hevur sagt okkum farvæl. Sigurd varð komin til árs, nú hann ­ 85 ára gamalur ­ legði árar­ nar inn, eftir at hava strýðst við óndsynjaðu kreftina seinastu tíðina. Hóast vitugur og klárur inntil sein­ asta tíman, so varð tilvita hjá honum og hansara nærmastu, at stundin varð komin, tá sigast skuldi farvæl. Sigurd var føddur 10. august 1923 í Húsavík. Foreldrini vóru Óli og Jacobina Danielsen á Breyt í Húsavík. Tey aldu níggju børn. Sigurd varð næst elstur av systkjun­ um, fýra brøður og fimm systrar. Sigurd giftist heim á Sand við Turið, ið er dóttir til bóndahjúnini Jóannis og Amaliu Johannesen úr Miðstovu í Trøðum á Sandi. Sigurd og Turið ældu upp fimm børn, fýra gentir og ein drong, Áslu, Tóru, Óluvu, Jón og Sunnuvu. Á yrkisleið síni royndi Sigurd ymiskt. Sum unglingi sigldi hann, eins og flestu føroyingar, tá í tíðini. Eitt tíðarskeið starvaðist hann sum bil­ og maskinførari í familjufyri­ tøkuni í Miðstovuni, men nógvu árini av yrkistíð síni gav Sigurd til Lansdsverk Føroya, tey seinastu inntil sjeyti ára aldur, var hann veg­ formaður fyri oynna. At Sigurd varð mettur sum álitis­ maður kom ikki frá fremmandum. Faðirin, Óli á Breyt, bær eisini hesa tign. Hann røkti Sandoyar Sjúkra­ kassa í mong ár. Hann gekk millum bygdir at røkja skyldurnar, og varð mettur sera álítandi í bygdaløgunum. Fyri hetta ognaðist viðurkenning frá Drotningini av Danmørk. Sigurd varð støðufastur maður, ið kendi sína vitjunartíð. Soleiðis lærdu vit hann at kenna sum børn, og soleiðis vilja vit minnast hann, nú vit nærkast hálvan mansaldur. Soleiðis vilja okkara eftirkomarar ­ ið hava liva seinastu árini saman við honum ­ eisini minnast abba sín. Stórvaksni og prúði maðurin, nýtti sína tíð til dagsins verk, og setti eitt persónligt virði í, at fremja eitt dygdargott arbeiðið, til tess at onki skuldi takast upp eftirfylgjandi. Samstundis gav hann sær tíð til nærleikan, ið hevði so ómetaligan týdning fyri okkum børn. Ein maður í javnvág. Tá deyðin kallar, býðst okkum stundir at hugleiða um løturnar, ið farnar eru afturum. Hóast tárini fella og vit hava lyndi at skeiglast, hugleiða vit í takksemi. Løturnar, tá illfýsna verðurlagið legði sína tálmandi hond yvir oynna. Hvør tilkomin maður, ið hevði ansni fyri seyðinum, ella ætt­ ligum viðurskiftum ­ steðgaði á ­ inntil Sigurd hevði eftirhugt kring­ umstøðurnar, og givið boð. Boðini vóru avgerandi fyri, hvørs maður skuldu fara av húsum, ella sláa seg til táls við støðuna. Í okkara oyggjasamfelagið, har veðurvánirnar skifta tíðum, koma slík boð bert frá manni, tú sjálvur torur at seta títt álit á. Sigurd var ein av hesum monnum. Álitisstørv eru ikki altíð eins løtt, at fara um. Hóast tilvitan, er vandi fyri, at man rennur seg í støður, ein ikki sjálvur hevur ræði á. Hesar upplivdi Sigurd eisini á lívsleið síni, men hann bær tær virðiliga. Sigurd, tú gjørdi ongantíð óneyð­ ugt hóvasták burturúr. Tú hevði bæði mátt og mynduleika, tá tú setti gerð aftan orð. Tílík virðir síggjast bert aftur í persónum ­ sum á einhvønn hátt ­ hvíla í sær sjálv­ um. Mynduleikanum fóru vit ikki skeiv av. Við tínum spaka framfýsni, legði tú lag á hjá okkum í barna­ árum, eins og tú hegnisliga dugdi at handfara okkum sum tannáringar, bæði til gaman og álvara. Tú gav okkum eisini íblástur til umhugsni. Tá farast skuldi í Brekkuna eftir veðrunum, gekk tú undan. Eyguni í abbabørnunum, mintu okkum mest um jaligu brøgdini úr gomlu kvæða­ søgunum. Fyri okkum, ið komnir eru til mans, gav framferðin virð­ ing. Í verkliga leikinum var tú elstur, tó fyrstur tá heystskurðurin skuldi takast. Elstur tó drúgvastur, tá sein­ asta krovi hekk á ásini. Elstur, men ongantíð ov seinur, at bjóða til borðs ­ saman við Turið, hjúna­ felaga tínum ígjøgnum eitt langt lív ­ har tú nýtti høvi, at verða frálíkur vertur. Vit nýttu eisini møguleikan, sam­ an við tykkum og børnum okkara, at hugleiða um gerandisdagin, og tað ið kemur okkum við. Áhugavert, friðarligt og nærleikakent. Nú verður enn meira tómligt handan borðendan ­ og á beinkinum undir glugganum ­ næstu ferð vit taka skurðin. Kanska onkur abba­ sonurin finnur staðið. Saknurin eftir teg verður stórur, men minnini eru rík. Til tykkum, Turið, børn og barna­ børn, vit syrgja saman við tykkum. Friður yvir minni um Sigurd Frits Danielsen. Við virðing, og tøkk fyri tíðina okk­ um untist. Familjunar vegna bm Sigurd Frits Danielsen á Sandi til minnis Føðingar 15. desember fingu Maria K. Sørensen og Halgir Dahl Olesen, Hoyvík, ein drong. Hann vigaði 4025 gr. og var 55 cm. langur. 31. desember fingu Sarina og Hans Andreas Thomsen, Vágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3540 gr. 4. januar fingu Marna Anthoniussen, Fuglafjørður og Súni Kvilt Sigurðsson, Runavík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700 gr. 5. januar fingu Annika Haraldsen Lindenskov og Heðin Joensen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3800 gr. 6. januar fingu Anna Elisabeth og Sámal Jákup Gøte, Toftir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3550 gr. 8. januar fingu Bárur Tindskarð og Rannva E. Hammer, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4600 gr. 9. januar fingu Joan Hansen og Sverri Vilhelm, Kunoy, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3300 gr. 9. januar fingu Vivian Skyt og Hilmar Petersen, Sumba, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2790 gr. 9. januar fingu Jensia Joensen og Martin Iversen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3800 gr. 9. januar fingu Laila Rajani Færø og Oluf Færø, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4300 gr. 10. januar fingu Malfrid Svabo Joensen og Jens Gaardlykke, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 54 cm.long og vigaði 3625 gr. 10. januar fingu Guðrið og Arnfinnur Jacobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3825 gr. 10. januar fingu Hanna Maria Durhuus og Jonhard Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3125 gr. 12. januar fingu Janett Niclasdóttur og Svenbjørn Kvilt Olsen eina dóttir á Hvidovre Hospetali, sum vigaði 3300 g og var 51 cm long. 12. januar fingu Ada Horn og Janus á Húsagarði, Argir, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3400 gr. 12. januar fingu Malan og Petur Elias Debes, Miðvágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3050 gr. 13. januar fingu Súsanna Debes og Herleif Hammer, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr. 13. januar fingu Louisa Sivertsen, Hvannasund og Vilhelm Hansen, Norðdepil, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3400 gr. 14. januar fingu Aleth N. Lamhauge og Steingrím H. Mikkelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 50 ár Leygardagin 17. januar verður Thormóð Nielsen, Skopun, 50 ár. Føðingardagurin verður hildin í Samljóð frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 17. januar hava hjúnini Emma og Johan E. (Hanneba) Poulsen, í Vestmanna verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Leygardagin 17. januar hava Ingrid og Otto Dam, Argir, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 6.01.09 fekk Rebekka eina lítlasystir, sum vigaði 3130 gr. og var 50 cm long. Foreldrini eita Jensia og Kristian Olsen, Trongisvágur