Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 16. januar 2009 inngangur grams.fo Mortan í Hamrabyrgi 16 Keypiorka Nú fíggjarkreppa herjar um allan heim, ávirkar tað sjálv- sagt eisini vanligar borgarar. Á ymsan hátt. Torførari er at læna pening, bæði hjá privatum og hjá fyritøkum. Summar fyritø- kur mugu siga fólki úr starvi ella gevast heilt. Valuta-virðið á lokala gjaldoyranum er min- kað í nógvum londum og við hesum eisini keypiorkuna. Men hvat er keypiorka? Tað kann vera ringt at skilja. Men um vit hugsa, hvat ein arbeiðari kann keypa av vørum og tænastum fyri eina tímaløn, so er tað á góðari leið. Talvan uppiyvir vísir hvussu keypiorkan (Purchasing Power Parities) var í ymsum londum í Evropa í 2007 í mun til matvørur. Meðaltalið 100 er sett fyri øll 27 ES-lond. Tað sæst at londini, ið nýta evruna hava nakað verri keypi- orku enn miðal og aftur størri munur er í Noregi og Íslandi. Her er orkan at keypa mat fyri væl lægri. Felags ES-gjaldoyrað, evran var fyri nøkrum árum síðani fyri atfinningum at minka um ve- ruligu keypiorkuna hjá borga- rum í evru-londunum saman- borið við londini uttanfyri Keypiorkan í nógvum londum er minkað heilt nógv seinastu mánaðirnar. Í Íslandi og eystur- evropa í stóran mun. Summi hava skift til tryggu evruna og onnur droyma um tað. Slovakia er seinasta landið sum slapp sær uppí evru-land eftir nýg- gjár. Eisini danir eru farnir at tosa um skifta til evruna eftir at hava eygleitt tað trýst, ið eitt nú svenska krónan hevur verið fyri. Ein fólkaatkvøða kemur ivaleyst um hetta. Hvussu so við okkum? Vit eru partur í danska kongaríkinum og danska gjaldoyranum, men standa uttanfyri Evropeiska Samveldið. Monako, San Marino og Vati- kan-staturin, ið hava handilsav- talu við ES, hava eisini valt at nýta evruna sum gjaldoyra. Andorra, Montenegro, Og Kosova nýta eisini evruna, hóast eingin avtala er við ES. Kanska eru dagarnir hjá føroysku pengaseðlunum taldir, nú røddir eru frammi um at nærkast ES og teirra skipanum.