fríggjadagur 16. januar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2009
19
Tað vóru eini sera tung boð
frá læknanum, tá okkara kæra
kona og mamma fekk at vita,
at hon var vorðin illa sjúk av
krabbamein. Tú hevði følt teg
illa tilpassar í langa tíð og
visti, at okkurt álvarsligt var á
vási. Vit minnast, at Elin var
til arbeiðis í Havn og Martin
var til arbeiðis í Lopra, men tú
hevði mannin hjá tær, tá tey
tungu boðini komu, at tú hevði
krabbamein og tað fanst
eingin hjálp fyri júst tínum
tørvi.
Eftir, at tú vart liðug í fólka
skúlanum, tókst tú leiðina til
Kerteminde í Danmark og
fekk tær eina útbúgving innan
hondarbeiði. Tú var sera
dugnalig í hondunum, tí kann
eisini nevnast, at tú fekk eitt
flott 13 tal í hondarbeiði á
skúlanum. Fríðborg arbeiddi á
Ellis og røktarheiminum á
Tvøroyri í samfull 24 ár. Har
afturat hevði hon kvøldskúla í
skúlanum í Hovi hvønn vetur
í sera nógv ár, og hetta dámdi
henni væl. Tú heklaði nógvar
dúkar, bant troyggjur, húgvur,
turrukløð og nógv ymiskt
annað fyri fólk. Í hesum sambandi kann nevnast, at tú
eisini hevur gjørt altardúkin í Bønhúsinum í Øravík.
Tey seinastu árini, arbeiddi tú á flakavirkinum í Vági.
Okkum er fortalt, at tú vart altíð í sera góðum lag og
dámdi væl at skemtast við tínar starvsfelagðar.
Tá tú vart 24 ára gomul, fingu tú og Niels Arni
sonin Eirikur. Tit trý høvdu tað sera gott saman, til
Eirikur, sum 3 ára gamal, gjørdist sjúkur av
krabbameini. Tit ferðaðust nógv til Danmarkar á ríkis
sjúkrahúsið við vón um, at hann kundi fáa hjálp og
gerast frískur. Tað var sera tungt fyri tykkum sum
foreldur at lílta fitta Eiriki. Tit vildu so gjarna hava
hann frískan, men fingu einki gjørt. Hjarta á Eiriki
orkaði ikki at bera hesa sjúku, og tí andaðist lítli Eirkur
bert 4 ára gamal í 1985. Hettar var ein hørð tíð fyri
tykkum, men tit royndu at standa sterk saman og fingu
nógva hjálp frá familju og vinum.
Í 1987 fingu tit Elin og í 1990 Martin. Tú vart ein
sera góð mamma fyri okkum bæði øll árini. Elin
spældi nógv klaver og urgu, og hetta dámdi tær væl at
lurta eftir. Tú hevði eisini tínar yndis sálmar, sum tú
ofta bað Elin spæla fyri tær. Tú vart altíð hjá og stulaði
henni, tá hon spældi til konsert. Ikki minst stulaði tú
báðum tínum børnum í
ítrótti. Elin spældi flogbólt
og Martin fótbólt. Tú fylgdi
runt Føroya land við Martini
og stulaði honum dúgliga.
Allar mammurnar stóðu væl
saman og róptu á teir, og tit
høvdu tað so stuttligt. Eisini
tá Martin kom í vaksnamanna
fótbólt, kundi tú væl finna
uppá
at
fara
ein
túr
norðureftir at hyggja eftir
hansara dystum.
Ikki hevur tú havt eitt lætt
lív. Pápi tín gjørdist eisini
sjúkur av krabbameini. Hann
fekk krabbamein í lunguni.
Hann ferðaðist eisini til
ríkissjúkrahúsið fyri at fáa
viðgerð, lá leingi og bardist
við hesa sjúku, men kláraði
ikki meira og fór frá okkum
í 2005.
Tann 21. desembur fingu
vit tey tungu boðini um, at
tú
vart
sera
sjúk
av
krabbameini. Hetta vóru eini
sera ring boð at fáa beint
upp undir jól. Sjálv tókst tú
tað pent og vart tú tann
sterkasta av okkum. Hóast
tað var trupult at góðtaka, at
tú vart so sjúk, so royndu vit at halda jól og nýggjár,
sum vit annars plagdu, og tú vart so røsk millum
okkum alla tíðina. Tú fekst nógvar vitjanir hesar
dagarnar, men royndi alla tíðina at verða uppi soleiðis,
at tú kundi práta við tey sum frægast.
Tú var ein sterk kvinna og bardist so dúgliga móti
sjúkuni, men tann 17 januar 2008 orkaði títt hjarta
heldur ikki meira. Hetta var sera tungt fyri okkum, ið
her sita eftir við sorgini. Vit hava mist eina góða konu
og mammu, og sigast kann, at tað er stórur saknur í tær
og eitt stórt tómt hol í heimi okkara. Tú hevur fylt so
ómetaliga nógv í okkara gerandisdegi og tað vísti tann
stóri skarðin, sum fylgdi tær til tín síðsta hvíldarstað.
Vit kunnu ugga okkum við, at tú ert farin heim til
Eirik, og hevur tað gott, har eingin sorg og pína er.
Góða kona og mamma, vit vilja takka tær fyri alt, tú
hevur verið fyri okkum, og vit ynskja, at tú og Eirikur
hvíla í friði í Harrans hondum.
Niels Arni, Elin og Martin
Minningarorð um okkara kæru konu og mammu
Sannu Fríðborg Tausen
fødd: 22.05.1957 andaðist: 17.01.2008
Fyri 20 árum síðan:
Í Sosialinum 14. januar 1989 stendur at lesa, at í gjár var
eftir øllum at døma seinasti arbeiðsdagur hjá Atla P. Dam
sum løgmaður. Atli hevur verið løgmaður í 14 ár og hevur
sostatt verið tann sum hevur sitið longst sum løgmaður í
Føroyum.
Hann gjørdist landsstýrismaður í januar 1970, eftir at
Villi Sørensen andaðist, og eftir valið í november sama ár
var Atli valdur til løgmann í samgonguni millum Javnaðar
flokkin, Sambandsflokkin og Sjálvsstýrisflokkin. Hann sat
sum løgmaður uttan slit í tíggju ár. Í 1985 varð hann aftur
valdur til løgmann, fyri tað landsstýrið sum nú leggur frá
sær. Í tí landsstýrinum sótu, umframt Alta Dam, Jógvan
Durhuus og Jóngerð Purkhús úr Tjóðveldisflokkinum, Vil
helm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Karolina Petersen
úr Framsóknarflokkinum og Lasse Klein úr Sjálvsstýris
flokkinum.
Í landsstýrinum sum tók við í 1989 sótu Tordur Niclasen
úr Kristiliga Fólkaflokkinum, Karl Heri Joensen úr Sjálv
stýrisflokkinum, Signar Hansen og Finnbogi Ískason úr
Tjóðveldisflokkinum og Anfinn Kalsberg úr Fólkaflokk
inum.
Vit kunnu leggja afturat at Alti P. Dam var aftur løgmaður
frá 1991 til 1993. Hann sat sum løgmaður í tilsamans 16
ár. Atli P. Dam andaðist 7. februar 2005, 72 ára gamal.
Sosialurin 14. januar 1989
Tað var hósdagin 15. januar
2004 at Norrøna bar við
molan og sigldi tvær ferðir
á Viðarnes, tá hon royndi at
leggja við bryggju í Havn.
Norrøna steðgaði, tá hon
seinnu ferðina kom inn á
grótkastið á Viðarnesi. Eitt
fýra metur langt hol var tá
komið í síðuna á skipinum.
Norrøna var komin úr
Íslandi, og Ritan tók ferða
fólkini,
sum
vóru
við
skipinum. Tey komu á land
á Burstatanga.
Ætlandi skuldi Norrøna
sama kvøldið fara á promo
tionferð á nýggju leiðina
millum Bergen og Hanst
holm.
Fimm ár síðan
Norrøna sigli á land