fríggjadagur 16. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 16. januar 2009
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Makrelur er virðismikil fiskur
og føroyingar fiska heilt fitt av
hesum fiskaslagi, eini 13.000
tons um árið. Seinnu árini er
fiskiskapurin av makreli hjá
føroyskum reiðaríum vaksin.
Sum vanligur brúkari kenna
vit ivaleyst bert makrelina
sum fryst agn ella sum roykta
delikatessu í matvøruhand-
lunum. Og so ikki at gloyma
niðursjóðaðu makrelina í
tomatsós í dós.
Fólkaheilsuráðið mælir føroy-
ingum til at eta enn meira av
fiski. Í fjør vísti ráðið til eina
kanning, har staðfest var, at
føroyingar eta munandi minni
av fiski samanborið við undan-
farin ár. Tilmælið er 300 g av
fiski um vikuna. Her telur fiska-
viðskeri eisini uppí. Makrelur
í tomat er sera væl dámdur
viðskeri, kanska serliga hjá
børnum. Tað sæst á ómetaliga
stóra úrvalinum. Hendan dagin
fann eg heili 12 ymisk sløg av
makreli í tomatsós.
Fiskaoljan í makreli inniheldur
fitt av n-3 feittsýrum, ið kunna
fyribyrgja hjarta-æðrasjúkum
hjá fólki. Danska Fødevaresty-
relsen hevur skipað eitt átak
við frámerking, ið teir rópa
Spis Mest/Mindre/Mindst. Tá
ið umræður fiskaviðskeri sum
niðursjóðaður makrelur verður
hugt eftir innihaldinum av fiski
í prosentum og innihaldinum
av feitti og mettaðum feitti.
Feitt kann stava frá tomat-
sósini, so her ræður um at vera
ansin. Skal ein vøra fáa frámer-
kið Spis Mest krevst í minsta
lagi 70 % innihald av fiski og
minni enn 10 g feitt/100 g vøra
og harafturat minni enn 4 g
mettað feitt/100 g vøra. Eingin
av makrelunum í ummælinum í
dag lúka hesi krøv. Men tað er
líka við hjá summum. Nógvum
dáma væl at smyrja majones
omaná makrel. Tá gerst føðslu-
virðið enn verri. Væl smakkar,
men majones inniheldur nógv
mettað feitt og er ikki hóskandi
at eta hvønn dag í matpakka-
num. Roynið við sitrón-flís og
onkra grøna kryddurt í staðin
fyri.
Skoðsmálini í dag eru latin í
mun til smakk sum heild, men
hugt verður eftir bygnaðin og
smakkinum av fiskinum fyri seg
og somuleiðis eisini tomatsósini
fyri seg. Føðsluvirðið á ymsu
makrelunum líkjast nakað. Tey
flestu eru í Spis Mindre-bólki-
num.
18
Dronningen
(Miklagarður)
kr. 20,95/250 g (2x125 g) (kr.
83,80/kg)
60 % makrelur. Fiskurin
púrasta morlaður sundur. Sósin
smakkar súr og er sera vamlis-
lig.
Supergros
(Miklagarður)
kr. 24,00/375 g (3x125 g) (kr.
64,00/kg)
60 % makrelur. Rímiliga frískur
smakkur, men nakað morlutur
fiskur.
Danfjord
(FK)
kr. 19,95/375 g (3x125 g) (kr.
53,20/kg)
64 % makrelur. Pen stykki av
flaki og góður smakkur í bæði
fiskinum og sósini.
Frederikshavner
(Miklagarður)
kr. 24,95/400 g (2x200 g) (kr.
62,38/kg)
Fiskurin morlutur og smakkar
ikki av nógvum. Sósin ov søtlig.
Capitaine Cook
(FK)
kr. 26,95/185 g (kr. 145,68/kg)
57 % makrelur. Sera vakurt
flak av makreli. Framúr smak-
kur og somuleiðis er sósin sera
raffinerað. Besta vøra!
Sunnmöre
(Miklagarður)
kr. 15,95/170 g (kr. 93,82/kg)
68 % makrelur. Stórt og vakurt
stykki av flak. Sera góður
smakkur. Sósin hevur góðan og
reinan smakk av tomat. Seks
lítlar.
Glyngøre Makrelguf
(Miklagarður)
kr. 22,95/132 g (6x22 g) (kr.
173,86/kg)
50 % makrelur. Malið sundur
til pinkubarna-morl. Sósin er
óalmindiliga søt og vamlislig.
Makrelur í tomatsós
Fiskeduserne
(Miklagarður)
kr. 9,95/75 g (kr. 132,67/kg)
52 % makrelur. Fiskurin er
morlaður sundur og so er
smakkurin av fiski at kalla full-
komiliga fjaldur. Løgin smakkur
av søtligari grønmetis-bót.
Glyngøre
(Miklagarður)
kr. 14,95/125 g (kr. 119,60/kg)
64 % makrelur. Góð stykki
av flaki. Heilt góður smakkur.
Sósin hevur reinan og góðan
tomatsmakk.
Blue Ocean
(Miklagarður)
kr. 10,95/125 g (kr. 87,60/kg)
64 % makrelur. Heil stykki av
flaki. Góður fiska-smakkur og
sósin er eisini væl gjørd.
Amanda
(Miklagarður)
kr. 14,95/125 g (kr. 119,60/kg)
56 % makrelur. Pen stykkir av
makrel-flaki. Smakkurin í fiski-
num er í lagi, men sósin er ikki
góð. Vamlisligt kryddað.
Coop
(FK)
kr. 9,95/125 g (kr. 79,60/kg)
64 % makrelur. Góð stykki av
makrel-flaki. Sera góður fiskas-
makkur og tomatsósin er rein
og sera vælsmakkandi. Besta
keyp!