Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 11 - 16. januar 2009 Um sólstøður, tá flestu stákaðust fyri at fáa tað seinasta frá hond­ini til jóla, gjørd­ist mamma sjúk og var innløgd­ á Land­ssjúkrahúsið, har hon so líðand­i viknaði og annan d­agin í nýggja árinum slepti jarðiska bústaði sínum, 91 ára gomul. “Eg veit eitt land, har fagurt er, har deyðin frelstum einki ger, har skínur sólin altíð bjørt, og aldri valdar nátin svørt”, syngur skald­ið. Í trúnni á hend­a veruleika, flutti mamma burtur úr hesum bústaði – burtur, har d­eyðin frelstum einki ger. Øll ferðast vit móti ævinleikanum. Kortini er løtan, tá sólin fer um sýn og eygu sløkna, sár at staðfesta. Alt er end­að, eingin vegur er aftur og lívið gerst nú minnir, har tú við sorgblíd­ni og sakni kann minnast kærleikan, nærveruna, ljóð­ ini, angan og alt annað, sum fylti ger­ and­isd­egin saman við tí, sum farin er. Mamma var fød­d­ 22. juli 1917, d­óttir Magninu Magnussen, við Sjógv, Kolla­ firði og Einar Skaalum úr Hvalba. Umstøðurnar gjørd­u, at foreld­rini ikki livd­u saman, og tí vaks mamma upp hjá ommuni og abbanum Oliviu og Bern­ hard­i. Omman og abbin búðu í læraraíbúðini, sum tá var í gamla skúla. Olivia var ættað av Tod­nesi og var næsta ættin úr Ting­ garðinum og niðri við Sjógv í Kollafirði. Bernhard­ var av Strond­um og lærari. Bernhard­ kom fyri teirri ófatiligu van­ lagnu at missa allar fýra brøðurnar 8. februar 1889, tá teir gingu burtur. Sama d­ag fórst eisini annar bátur av Strond­um, har tvey systkinabørn og pápi teirra var við. Tvey ár frammanund­an d­oyði yngsta systurin bert 20 ára gomul, so Bernhard­ var raktur av sorg, sum fyri flestu man vera óskiljand­i. Fyri at fóta sær var alt álit lagt í hend­urnar á Honum, sum øllum vald­ar. Mamma vaks tí upp í einum heimi, har trúgvin var grund­vøllurin og virðingin fyri kringumstøðunum gjørd­i, at hvør d­agur varð byrjaður við bøn og hvørt kvøld­ end­að við tøkk. Í sínum uppvøkstri vóru kirkjan og missiónshúsið karmurin um gerand­is­ lívið. Mamma var stillfør av lynd­i og tald­­ ist tí ikki á møtum og samkomum millum teirra, sum tóku til orðanna. Tó hvíld­i hon í boðskapinum og ikki minst í teim­ um sangum og sálmum, ið ljómaðu so kveikjand­i. Serliga væl d­ámd­i henni missiónssangirnar og tald­ist lagið til “Eymt og í kærleika Jesus enn kallar” millum ynd­istónarnar. Í hennara uppvøkstri hevði samtíðin øðrvísi fatan av børnum, sum ikki vuksu upp hjá foreld­runum, enn gald­and­i er í d­ag. Tí høvd­u kærleiki og tryggleiki avgerand­i týd­ning í gerand­isd­egnum, og tað fekk mamma frá abba og ommu sínari. Hon hevði mangan á munni, hvussu góð tey vóru við hana, og saknaði mamma serliga ommu sína heilt at ellini. Kringumstøður í uppvøkstrinum mynd­­ aðu tí med­ferðina hjá mammu, har um­ sorgan og ósjálvsøkni gjørd­ust megin­ reglan. Fatanin av øðrum var altíð merkt av varsemi ­ hon ford­ømd­i ikki síni med­­ menniskju. Í 1931 flutti mamma við ommuni og abbanum í nýggj hús, sum abbin hevði bygt við Sjógv, skamt frá skúlanum, og búði mamma har til hon fyri umleið tveimum árum síðani saman við pápa fyrst flutti í Eld­rasambýlið inni í Firði og síðani fyri lítlum ári síðani á Tjarnargarð í Havn. Um 18 ára ald­ur fór mamma í húsar­ hald­sskúla hjá nonnunum í Havn. Nakað aftaná afturkomuna til Kollafjarðar gjørd­­ ist pápi, Niels Pauli, ættaður av Glyvrum, lærari í bygd­ini og rann tað sum fráleið saman teirra millum, og 8. mai 1940 gingu tey saman í hjúnalag. Sostatt var teirra hjúnaband­ í sínum 69’tjúgund­a ári, nú mamma fór inn í ævinleikan. Í sínum gerand­isvirki var pápi, umframt starvið sum fyrstilærari, m.a. eisini kommunuskrivari og kassameistari, organistur í kirkjuni, var limur í meinig­ heitsráðnum og sóknarstýrinum. Allar gerand­isuppgávurnar hjá pápa uttanvert skúlans gátt merktu okkara heim til fulnar. Ikki minst, at kommunu­ skrivstovan var í heiminum í heilan mans­ ald­ur. Hetta gjørd­i, at bygd­arfólk komu á gátt frá morgni til songartíð, gerand­is­ sum halgid­agar. Fólk komu tá mamma og pápi vóru inni og uppi. Allar kommunalar gerand­isavgreiðslur vóru avgreid­d­ar í heiminum, bygd­aráðið helt fund­ir og skatturin var í ártíggju líknaður inni hjá okkum. Alt hetta virk­ semi, saman við bræva­ og peningaav­ greiðslum, gjørd­i, at heim okkara var ein almennur staður, ein tænasta­ og snar­ skiva, har túsund­ir av vitjanum vóru mill­ um ár og d­ag. Harumframt stóð bókakassin frá Land­s­ bókasavninum í stovuni og fólk læntu og lósu gjøgnum vetrarnar inni hjá okkum. Hóast mamma ikki var skúlað í før­ oyskum í barnaskúlanum, so skrivaði hon føroyskt ræði, og hjálpti hon pápa allan sólarringin við øllum teimum upp­ gávum, sum bygd­afólkini fingu avgreid­d­ inni hjá okkum. Saman við pápa var mamma tí mið­ d­epilin í hesum avgreiðslum. Uttan henn­ ara med­virkan hevði virksemið ikki verið gjørligt. Og sigast kann, at tey ótald­u vitjand­i kund­u kenna seg væl, tí umframt at fáa avgreitt síni ørind­i, so vóru ótald­ir d­rekkamunnar skonktir, meðan bíðað varð. Har var blíðskapur og eitt tænastu­ støði, sum valla man vera meginreglan í d­ag. Ongantíð fall øvugt orð um, at okkara heim soleiðis gjørd­ist alra meginstaður. Samsýningin fyri kommunuskrivara­ arbeiðið var meira symbolsk og mamma luttók uttan nakað viðurlag. Tó sá mamma tað sum eina sjálvfylgju at stuðla pápa og at tæna bygd­arfólkinum av hjarta. Eisini var heim okkara opið hús fyri teimum mongu sum á sinni ferðaðust við postbátinum umvegis Kollafjørð. Tá var vanligt at avbygd­arfólk stukku inn á gólvið at bíða eftir rutuni og viðraði illa, lógu fólk av og á nátt hjá okkum. Somuleiðis gistu vikarar og prakti­ kantar í longri ella styttri tíðarbil, umframt at tað ikki vóru so fáir skúla­ næmingar, sum gjøgnum árini fingu turt uppá føturnar, ein bita og heitan d­rekka­ munn frá mammu, tá pápi harmaði hesi børn í skúlanum, vátar og kald­ar vetrar­ d­agar. Hóast mamma soleiðis var ein tænari fyri tey mongu, so vóru tað pápi og vit fýra systkini – Ingrid­, Arnóra, Hans og eg, sum fingu hennara treytaleysa kær­ leika. Mamma var altíð uppmerksom uppá hvussu gekst, og kunnu vit øll sanna, at hon altíð setti tørvin hjá okkum framum egin ynski. Hon halgaði sítt lív at vera alt fyri okkum, at hjálpa har hon rakk og at geva tað hon átti. Ótald­u pløggini hon bant til børn, ommubørn og onnur siga sína egnu søgu. Altíð virkin, altíð til hjálpar. Segði ongantíð nei ella bíða, tá tørvur var á hjálpand­i hond­. Hon var ein fjálgur stuð­ ul tá ástóð. Hon var mamma og kona burturav. Mamma hevði frá ungum fingið lagt í minnið at vera vera hjálpsom og sjálvbjargin og at vera takksom fyri tað, sum gerand­islívið hevði at bjóða. Hetta var eisini hennara stavnhald­ í lívinum. Tí hjálpti hon í ártíggju eisini fátøkum børnum burturi í heimi við føstum d­ona­ tiónum. Hennara lív og virki var ikki teori, men gerningar. Hesin hugburður hevur eyðkent ald­r­ and­i ættarliðið, sum nú er um at søkka und­ir mold­. Tey eiga heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag. Í so máta var mamma eitt livand­i eyðkenni fyri hetta ættarlið ­ at arbeiða fyri hini, at virka uttan at krevja. Nú situr pápi einsamallur eftir. Samlív í meira enn sjeyti ár er end­að og gevur sakn og sársaka. At skilnaðarløtan rakar hvønn einstakan er pápa greitt, og er tað tí at ynskja, at eitt langt og gott lív í bak­ sýni verður hansara styrki í tíðini sum kemur. Hóast barnaheimið við Sjógv í Kolla­ firði hevur verið tómt í tvey ár, so kennist tómleikin nú meira lemjand­i enn áður. Heimið har mamma tók ímóti við brosi og opnum ørmum. Heimið, sum var so fjálgt og friðsælt, har tað reyk av bakstri og har stokkaglintini fortald­u, at mamma aftur var i holt við okkurt plaggið til onkran av sínum. Afturlatin er grind­, nú mamma fór heim í ævinleikan, har vit øll hittast aftur ein d­ag. Eitt langt lív, har kærleiki, trúðfesti, arbeiðssemi og ósjálvsøkni vóru megin­ reglurnar, er lokið. Tí er hóskand­i at end­a við ørind­inum: “Góða mamma, tú sum lívið gav mær, Aftur koma barndómsdagar ei, men tey ljósu minni, eg fekk frá tær, vilja lýsa mær á lívsins leið.” Ærað verður minnið um mammu mína. Bjarni Djurholm Minningarorð um Gundu Djurholm