fríggjadagur 16. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 16. januar 2009
aftur eftir lættari og meira ele-
gantum vínsløgum við reinari
og frískari frukt. Tað er júst
hvat Beaujolais snýr seg um!
17
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
Louis Jadot, AOC Bourgogne,
Couvent des Jacobins 2006
Uppruni: Turt hvítvín úr Frak-
landi (Bourgogne)
Ummæli: Glógvandi korngulur
litur. Kraftmikil og samansettur
angi av feitari búnaðari frukt
í góðari javnvág við framúr
fat-handverki. Somuleiðis stór
fylla í smakkinum, ið ber brá
av melón, fersku, súrepli og
so smør og vanilju frá fat-
lagringini. Smakkar sum ein
væl “størri” Bourgogne enn
AOC-upplýsingarnir lova. Hetta
er niðasta rók í AOC-stigskipa-
nini, men hendan fløskan frá
Jadot minnir tó ikki sørt um
eina góða Mersault, ið er væl
fínari øki. Hon skríggjar eftir
róma-sós!
Kostnaður: Kr. 121,50 / 16,35
Skoðsmál:
Louis Jadot, AOC Mâcon Vil-
lages, Grange Magnien 2006
Uppruni: Turt hvítvín úr Frak-
landi (Bourgogne)
Ummæli: Glógvandi korngulur
litur. Angin er lættari, men sera
elegantur og mineralskur. Ein
feril av sitrus-frukt. Smakkurin
hevur meðal fyllu og fyrst og
fremst merktur av grønum sú-
replum og so hetta mineralska
og skifer-kenda. Turr og strøm
í stílinum. Hóskar sera væl
afturvið skeljadjórum, hvítum
fiski og løttum salatum.
Kostnaður: Kr. 108,00 / 14,54
Skoðsmál:
Louis Jadot, AOC Beaujolais-Vil-
lages, Combe aux Jacques 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Frak-
landi (Bourgogne)
Ummæli: Vakur granatreyður
litur. Løtt reyð berfrukt. Nakað
afturlatin í anganum. Krevur
luft og umhelling. So hendir
nakað! Fínt og yndisligt reyðvín
við elegantari fruktsýru og
spælandi tónar av ripsberum,
hindberum og jarðberum. Við-
brekið sum kinverskt postalín.
Hetta er vín, ið krevur “sensi-
blan intelligens”. Tað krevur
víðopin sansa-gøgn og næmi.
Skal skeinkjast svallig. Hóskar
sera væl til stoktan fisk.
Kostnaður: Kr. 102,50 / 13,80
Skoðsmál:
Louis Jadot, AOC Morgon,
Château des Lumières 2002
Uppruni: Turt reyðvín úr Frak-
landi (Bourgogne)
Ummæli: Djúpur granatreyður
litur. Fyrst helt okkurt var galið
við anganum, propp ella okkurt
sovorðið, men so er tað at eg
varnist eitt øgiligt “dýr”, ið
kemur undan kavi djúpt, djúpt,
djúpt í dýpinum av hesum
anga. Spakuliga sansi eg ein
heilt fantastiskan kaleidoskopi-
skan lukt. Rúmi hann næstan
ikki í nasaholuni. Tekur ein løta
at lesa hann. Loyndarfullur og
órannsakaður er hann eins
og hvít trøfla. Her er talan um
symfoni-orkestur ella stórsligin
ballett, Wiener Philharmonikar-
arnir ella Kiev Ballettin á fløsku.
Reyð ber, blá ber, kirsuber,
blomma, lakress, mold, gass....
Eg mangli orð. Skal skeinkjast
svallig. Framúr til haru-steik!
Kostnaður: Kr. 144,00 / 19,38
Skoðsmál:
Her finst kanska størsta ævin-
týrið innan vín-heimin í dag.
Vínteigarnir eru smáir, bóndirn-
ir bráðrisnir, landslagið skiftandi
og veðrið líka óálítandi sum í
Føroyum. Hin fullkomna pallse-
tingin fyri drama, har drúvurnar
Pinot Noir og Chardonnay eiga
høvuðsleikirnir. Pinot er avgjørt
fyrsti-elskarin í hesum fran-
ska vín-heimi. Karmarnir eru
avbjóðandi. Fyri hvørt áratíggju
eru fleiri rakár, nøkur ár, ið hil-
nast væl og so kanska einstakt
ár hvørja dekadu har alt rennur
saman í hægri eind og alt hep-
nast. Ein góður árgangur!
2002 var eitt av hesum feitu
árum. Seinast var í 1996 og
1985 á Bourgogne-leiðini.
Nú er tað soleiðis í dag at bæði
hvítvíns-sløgini eru vanli-
gar Chardonnay-grundaðar
Bourgognur, meðan tær reyðu
eru frá økinum Beaujolais, ið
verður roknað sum partur av
Bourgogne, men munurin er
at bláa drúvan Gamay verður
nýtt her og ikki Pinot Noir. Ikki
so, tær minna um hvørja aðra í
endaliga smakkinum í fløskuni.
Mæta vínhúsið Louis Jadot frá
1859 er væl umboðað í flestum
AOC-økjum í Bourgogne í
bæði vavi og dygd. Tað sæst
eisini á skoðsmálunum í dag.
Støðið er javnt høgt.
Serliga Morgon 2002 skarar
framúr. Tað er frá vín-slot-
tinum Château des Lumières í
Beaujolais, ið Jadot-mennirnir
keyptu so seint sum í 2001.
Frammanundan hevði Jadot í
ein mansaldur keypt vín-drúvur
frá eigaranum og síðani gerað,
búnað og tappað í Jadot-nav-
ninum.
Beaujolais hevur annars seinnu
árini havt ringt orð á seg sum
vatndeyvt og leiðiligt vín. Tað
var meðan vín-mótin var eyð-
merktur av tungum, søtligum
og kryddaðum reyðvíns-sløgum
frá nýggja heiminum. Men so
er ikki longur. Fólk sóknast nú
Altíð eri eg spentur,
tá ið Bourgogne
skal latast upp!