fríggjadagur 16. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2009
- Okkara ynski er, at
myndugleikarnir í
Føroyum taka hædd
fyri, at vit royna at
menna og útbyggja
okkum á einum
øki sum ger, at vit
kunnu fáa meira
burtur úr okkara
tilfeingi – eisini
einum minkandi
svartkjaftatilfeingi,
sigur Kristian Martin
Rasmussen, reiðari
NýbygNiNgur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jón Rasmussen í Klaksvík
er júst komin heim aftur úr
Chili, har seinasta hond nú
verður løgd á stásiliga ný
bygningin, sum kemur í
føroyska
fiskiskipaflotan
fyri gomlu Norðborg.
Hann hevur verið har yvir
í heilar tríggjar mánaðir út í
eitt, og okkurt skifti hevur
hann eisini havt familju
sína har yviri.
Saman við beiggja sínum
Boga, eru tað teir báðir,
sum eru skiparar. Pápin,
Kristian Martin, er eisini
umborð onkran túr.
Dregur út
Jón Rasmussen sigur, at
Norðborg, sum verður navn
ið á nýbygninginum, ætl
andi skuldi tekniskan roynd
artúr fyri jól, men ymiskir
trupulleikar stungu seg upp
– og síðan komu jólini
ímillum, og millum jóla og
nýggjárs verður ikki arbeitt
á skipasmiðjuni í Chili.
Hann sigur, at tað vóru
onkrir lutir, sum skuldu
fáast til vega, eitt nú til
instalatiónir,
sum
ikki
virkaðu, sum tær skuldu, og
tað tekur tíð at fáa slíkar
lutir allan vegin úr Evropa
til Chili.
Royndartúrurin, sum
skuldi verða fyri jól, verður
tí ætlandi í aðru viku, sigur
Jón.
Tveir maskinmenn hjá
føroyska reiðarínum eru í
Chili, og um ikki so langa
tí, fara tveir maskinmenn
aftrat yvir hagar.
Skiparin sigur, at tað,
sum eftir er at gera, er
nakað av sandblásing og
máling av skipinum.
Um eina viku fara dan
skir servisumenn yvir til
Chili at gera ymiskt klárt,
og tá verða eisini ymiskar
skipanir, eitt nú ventila
tiónsskipanir, startaðar upp,
sigur Jón Rasmussen.
Kristian Martin Rasmus
sen sigur, at nýggjur dagur
til levering av skipinum í
Chili er ásettur til at vera
24. februar, men reiðarin
væntar ikki, at hetta fer at
halda.
Chilenar hava sagt, at
skal hesin dagurin halda,
skal alt ganga væl, og eingir
trupulleikar skulu stinga
seg upp. Eg vænti tí heldur,
at nýbygningurin verður
latin um hálvan mars.
Hann leggur aftrat, at
chilenar hava gjørt og gera
eitt dygdargott arbeiði, men
hetta hevur ikki gingið so
skjótt, sum ynskiligt var.
Nú skipið væntandi
verður klárt til levering um
hálvan mars, er nýbygn
ingurin seinkaður í umleið
eitt hálvt ár. Vit skulu helst
hava skipið í fleiri ár, so vit
gleða okkum í fyrsta lagi til
at fáa eitt gott skip – heldur
enn eitt skip, ið verður latið
til tíðina, leggur Kristian
Martin aftrat.
Tvey skip
Sum kunnugt hevur felagið
í Klaksvík selt Christian í
Grótinum til Peru, men
felagið
eigur
framvegis
loyvi hjá skipinum.
Vit hava soleiðis tvey
loyvir, og ætlanin er fram
eftir at hava tvey skip.
Kristian Martin sigur, at
gamla
verksmiðjuskipið
Norðborg fer úr flotanum,
men felagið fer við tíðini at
leita eftir einum øðrum
skipi.
Nú skulu vit fyrst fáa
nýbygningin heim – og fáa
hesa verkætlanina at virka,
soleiðis sum vit ynskja tað.
Tá nýggja Norðborg er
komin í gongd, fara vit at
hyggja uppá, hvussu vit
skulu skipa okkum í okkara
næstu verkætlan, sum er
tað loyvi, ið eftir er.
Reiðarin sigur, at teir ikki
hava læst seg fastar í, um
talan verður um eitt vanligt
nótaskip ella eitt verk
smiðjuskip aftrat.
Hetta koma vit at taka
støðu til, tá tann tíðin
kemur, leggur hann aftrat.
Kristian Martin Rasmus
sen sigur, at í løtuni er
kanska ikki so lætt at fáa
hendur á einum væl egn
aðum skipi, men hann vænt
ar, at okkurt skip verður at
finna, tá tann tíðin kemur,
helst seinni í hesum árinum.
Spurdur, um felagið hev
ur gjørt av, at nýbygningurin
fær navnið Norðborg, váttar
hann, at so er.
Jú, vit hava valt at kalla
nýbygningin Norðborg, og
hetta er partvís av praktisk
Norðborg
tekniskan
royndartúr
í aðru viku
Norðborg er ein ordiligur risi,
og skrúvan er nógv størri enn
ein maður. – Hetta verður eitt
sera gott skip, sigur reiðarin,
Kristian Martin Rasmussen