Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • 16. januar 2009 Vikuskifti 21 P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Fyrr og nú Í mong ár hevur Tøting verið ein ímynd av Syðrugøtu, eins og Syðrugøta hevur verið ein ímynd av Tøting. Eftir at framleiðsluviðurskiftini eru broytt, er ikki brúk fyri øllum hølunum, og tí verður bygningurin brúktur til tað, sum munar og gagnar best í veðurgóða plássinum mitt í bygdini. Tøting heldur tó fram sum vanligt. Møguleikin at eiga og leiga er ikki eins nógv brúktur í Føroyum og aðrastaðni, men nú skal tað verða. Sjálvt um lutafelagslógin enn ikki er viðtikin, ber væl til við núverandi lóggávu at gera tað púra trygt fyri eigarar av lutafelagsíbúðum. Gamalt og nýtt – eiga og leiga Spildurnýggju íbúðirnar vera gjørdar inni í bygningunum, og vera 9 í tali. Alt fast innbúgv er við, gólvini eru við hita og eru løgd við parkett. Øll hava egna inngongd, og eiga sín egna lut, ið tey ráða yvir, sum var tað ein eigaraíbúð. Talan er um lútaíbúðir, har keyparin keypir sín lut, sum hann so eigur, og rindar restina sum vanliga húsaleigu eftir leisti hjá Húsalánsgrunninum. Stílur og snið Íbúðirnar verða væl innrættaðar av royndum arkitekti, har plássið verður útnyttað best møgu­ ligt, og eitt byggifelag ger arbeiðið við fyrsta floks handverki og tilfari. Samstundis, sum tær eru rúmligar og liviligar, verða tær ljósar og hugnaligar, og trivnaðurin verður settur í há­ sætið. Roynt verður at fáa hugnaliga umhvørvið uttanfyri inn í íbúðirnar. Nakrar av íbúðunum eru rørsluvinaligar í einari hædd. Uttanfyri og uttanum Syðrugøta, sum seinnu árini hevur verið karmur um G­festivalin, er kend fyri fjálga, náttúruvakra og hugnaliga umhvørvið. Bygdin, sum liggur mitt í Eysturoy, liggur væl fyri til ferðslu beint við landsvegin, men vegirnir í bygdini eru so at siga allir blindir. Tú kanst flyta teg runt í umhvørvinum uttan at verða nervaður av nógvari ferðslu. Stutt er oman á sandin, og bygdin er bæði barnavinalig og eldravinalig. At byrja við verður eitt sindur av framleiðslu, handli og gallarí v.m., men við ársenda verða tey hølini eisini gjørd til íbúðir, umframt eitt gott felagshølið til øll íbúðarfólkini at brúka, til dømis til føðingardagar, veitslur o.a. www.inni.fo Fakta: Adressa: ............... Júksnará 9, Syðrugøta Matr.nr.:................ 179b Byggiár: ............... 2009 Hæddir:................ 1, 1½ og 2 Gólvvídd: ............. 80m2, 84m2 og 102m2 Grundøki: ............ 752 m² Prísur:................... Kostnaður fyri íbúðarlutin er kr. 250.000,00 ella 300.000,00 alt eftir stødd Lutaíbúðir í Gøtu Lyklakláru arkitektteknaðu íbúðirnar verða í bygningunum hjá Tøting í Syðrugøtu. Snið, stødd og innrætting Íbúðirnar hava 3 ymiskar støddir: Snið 1 er á 84 m2. Har er: Inngongd, durur, stova / alrúm / køkur, hjúnarrúm, skápsgongd / baðirúm og kamar. Snið 2 er á 80 m2. Har er inngongd, durur, gongd, baðirúm, stova / alrúm / køkur, hjúnar­ rúm við trappu upp til loftsrúm / stovu, kamar við trappu upp til loftsrúm / arbeiðsrúm. Snið 3 á 102 m2 hava 2 hæddir. Í niðaru hædd er: Inngongd, durur, stova / alrúm / borðsstova / køkur við trappu upp til ovastu hædd og grov­ køkur / bryggers. Í ovaru hædd er: Trappugongd við útgongd til útigólv / altan, hjúnarrúm, baði­ rúm og kamar. Norðurlon, nettovídd 69 m2 Handilsbygningur nettovídd 86 m2, Terassa 12.5 m2 Stovuhædd 51 m2 Loftshædd 35 m2 Vesturlon Loftshædd 10 m2 Stovuhædd 69 m2 Suður Eystur Vestur Norður