Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2009 um orsøkum, eitt nú í sam­ bandi við sølu av okkara framleiðslu. Norðborg er eftirhondini vorðið eitt kent navn á marknaðinum, sigur hann. Skapar nógv Kristian Martin vísir á, at tað nú eru átta ár, síðan Norðborg byrjaði at virka pelagisk fiskasløg umborð. ­ Hetta hevur gingið rími­ liga væl og hevur kastað væl av sær, bæði hjá skipi og manning, og eisini hevur hetta virksemið havt ring­ virkningar við sær uppi á landi. Tímalønir liggja eis­ ini eftir á landi, tá fiskurin verður landaður, frystur og aftur skal avskipast. Sjálvt teir, sum fáast við plattar, hava notið gott av hesum virksemi. Aftrat hesum kemur, at manningin um­ borð á Norðborg er tvífalt so stór, sum umborð á einum pelagiskum skipi, ið ikki hevur framleiðslu. Kristian Martin minnist aftur á góðu tíðina, tá teir í eini tvey fylgjandi ár frystu lodnu úr Barentshavinum umborð á Norðborg. ­ Vit høvdu japanesarar umborð, og væl fekst fyri vøruna í Japan. Nú vóna vit bara at fáa lut í uppgongdini, sum hevur verið í lodnu­ stovninum í Barentshavi­ num. Vit vónaðu, at hetta fór at henda í samráðingum við russar og norðmenn hesaferð, men nú hetta ikki eydnaðist, vóna vit, at hetta verður í komandi ári. Reiðarin sigur, at hóast svartkjaftakvotan er nógv skerd, eru tó onkrir glottar, og millum hesar eru vón­ irnar um at fáa lut í lodnuni í Barentshavinum, eins og í íslendskum sjógvi, har føroysk skip nú kunnu virka fiskin umborð og landa lodnu til matna. ­ Okkara ynski er, at myndugleikarnir í Føroyum taka hædd fyri, at vit royna at menna og útbyggja okk­ um á einum øki sum ger, at vit kunnu fáa meira burtur úr okkara tilfeingi – eisini einum minkandi svart­ kjaftatilfeingi, sigur Krist­ ian Martin Rasmussen. - Vit hava valt at kalla nýbygningin Norðborg, og hetta er partvís av praktiskum orsøkum, sigur reiðarin Nýggja Norðborg tekur seg væl út við bryggju í Chili. Ætlandi skuldi skipið tekniskan royndartúr fyri jól, men ymiskir trupulleikar stungu seg upp – og síðan komu jólini ímillum. Nú verður royndartúrurin væntandi í aðru viku