fríggjadagur 16. januar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti 23
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Nútímans hús á Norðoyri
Góð og vælhildin sethús í tveimum
hæddum við góðum bilskýli og
einum skúri á átta fermetrar.
Í niðaru hæddini er stórur durur,
fýrrúm/vaskirúm, vesi við brúsu og
køkur og stova í einum. Dururin
hevur flisar á gólvinum og her er ein
útgongd til snórar, sum eru undir
takinum á bilskýlinum. Snotiligi
køkurin er frá 2007. Gólvini í køkini
og stovuni eru frá 2005.
Í ovaru hæddini er ein loftstova,
baðirúm, sum hevur brúsu og
baðikar og trý kømur. Alt er málað
hvítt innan, og eru øll rúmini ljós og
sera snøgg.
Skúlabussur koyrir til og frá økinum.
Húsini standa í náttúruvøkrum
umhvørvi við sera góðum útsýni.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00.
Fakta:
Adressa .......... Norðoyri
Byggiár:........... 1987
Hæddir:........... 2
Stødd innan:... 144 m2
Grundøkið: ..... 574 m2
Prísuppskot: ... Kr. 1.650.000,-