fríggjadagur 16. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti
5
um virðum
hevur júst tað menniskjansliga
hansara stóra áhuga. Hann sigur,
at tað vildi verið at hildið fólk
fyri gjøldur at sagt við fólkið, at
kreppan ongan týdning hevur.
Til at siga tað, hava royndirnar
lært hann ov væl. Hann hjálpir
okkum ikki fíggjarliga, men hevur
kortini onkur gullkorn at geva av,
og sum vit kunnu halda okkum
til í svárum tíðum. Vit kunnu
fylla lastina við okkara góðu
virðum við at nýta tíð saman við
familju. Vit hava altíð møguleikan
at tendra eitt ljós, vit kunnu
ganga túrar og syrgja fyri at vera
mentalt væl fyri. At sita í kirkjuni
ella samkomuni, sum kann veita
friðskjól. Eitt lætt sinni kann
eisini vera ein stór hjálp í hesum
tíðum. Bispur undirstrikar í sama
viðfangi, at tað býr nógv gott í
menniskjanum, og vit hava lætt
við at rætta eina hond, lata mat
ella klæðir.
– Bara tað at senda eitt jóla
kort sigur so nógv. Tað merkir at
onkur veit, at tú ert til og hugsar
um teg, og tá verður einsemi
burtur.
Hann leggur afturat, at tað er
ringt at arbeiða til onga nyttu,
men tað er sanniliga syrgiligt
at stúra til onga nyttu. Enn vita
vit ikki hvussu dygt kreppan fer
at raka, og tí skal ein ikki stúra
til fánýtis. Og heldur ikki lata
stúranina blinda okkum, so vit
ikki gloyma, tað vit skulu vera
takksom fyri.
Er tað bara í pengunum, vit
hava pínu, kunnu vit minna okkum
á, at fólk fara í gjøgnum eitt heilt
lív við eini heilt aðrari pínu. Eitt
nú í sálini. Tí haldi eg, at vit mugu
innrætta okkara lív við teimum
góðu virðunum, soleiðis at vit
minnast til tey, ið hava størri pínu
enn vit sjálvi at dragast við.
Vit mugu ikki missa mótið. Tí
lívið er tað vert í sjálvum sær.
– Tað er ein sorg at fáa at vita, at tú verður send til hús av arbeiðs
plássinum. Tú syrgir yvir at hava mist títt arbeiði, umhvørvið, tínar
starvsfelagar. Og við hesum fer mist virði av tær sjálvum. Hví eg?,
hevur tú hug at spyrja, og hví ikki síðukammeraturin?
Mynd: Jens Kristian Vang