fríggjadagur 16. januar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2009
Seldi 100.000 ferðaseðlar ein dag
Á skrivstovuni hjá norska flogfelagnum Norwegian er hýrurin góður, tí meðan
fjølmiðlar tosa og skriva um fíggjarkreppu, hevur felagið selt so nógvar ferðaseðlar
sum ongantíð fyrr. Norwegian hevur heilt einfalt fingið eina flúgvandi byrjan upp á
2009, og ein einstakan dag seldi felagið meiri enn 100.000 ferðaseðlar, skrivar
NTB. Leiðslan sigur, at felagið hevur ongantíð fingið eina so góða ársbyrjan, síðani
tað bleiv stovnað fyri seks árum síðani.
Stórt fall í Asia
Partabrøvini fullu nógv á marknaðinum í
Tokyo fall nógv í nátt, og Nikkei-vísitalið
var fallið meiri enn fim prosent, tá handilin
lat aftur í morgun. Samstundis vísa tøl, at
hjólini í japanska búskapinum mala seinni,
enn serfrøðingar hildu. Tað var ikki bara í
Japan, at partabrøvini fullu í virði í nátt. Tað
sama hendi á hinum stóru marknaðunum í
Taiwan, Hongkong og Suðurkorea, skrivar
Reuters. Har lá fallið eisini um fimm
prosent.
Eftir, at kreppan byrj
aði eru íslendingar
vorðnir nógv meiri
kappingarførir enn
føroyingar í byggi
vinnuni. Hetta fer
at skapa trupulleikar,
sigur stjóri í byggi
fyritøku. Jóannes
Eidesgaard, fíggjar
málaráðharrin og fyrr
verandi løgmaður,
heldur Íslandssátt
málan vera eitt haft í
løtuni, men at hann í
øðrum førum er eitt
haft fyri íslendingar
arbeiðsmarknaður
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Meðan landsstýrið seinastu
tíðina hevur lagt stóran dent
á at halda íløgum í gongd í
Føroyum, fyri at tryggja
virksemi í krepputíðunum,
so verða tað helst íslending-
ar, sum taka mesta arbeiðið.
Fyrsta dømi var Hovstunn-
ilin, og tað næsta verður
helst
útbyggingarnar
á
Landssjúkrahúsinum. Í tí
førinum var bíligasta før-
oyska fyritøkan heilar seks
milliónir krónur dýrari enn
bíligasta íslendska tilboðið.
- Vit síggja týðiliga ein
tendens, har íslendingar eru
nógv bíligari enn vit. Í sam-
band við Landssjúkrahúsið
fóru vit so langt niður í
prísi, sum vit á nakran hátt
kundu, men íslendingarnir
vóru framvegis nógv bílig-
ari, greiðir Jón Danielsen,
stjóri í Articon, sum bjóðaði
upp á Landssjúkrahúsið,
frá. Hann leggur tó afturat,
at teir ikki fara at blaka
handklæði í ringin.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hendan støðan hongur
saman við Íslandssáttmálan-
um, og at hetta ger, at ís-
lendskar og føroyskar fyri-
tøkur hava líka góðan møgu-
leika at bjóða upp á arbeiðir
í Føroyum.
- Mann kann siga, at
Íslandssáttmálin er eitt haft
fyri føroyingar í løtuni, men
tað gongur eisini hinvegin,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur afturat, at hann
vónar, at føroyingar verða
við í arbeiðinum við Lands-
sjúkrahúsinum, og at soleið-
is var støðan við Hovstunli-
num eisini.
Geva útlendingum
arbeiði
- Tað er løgi, at mann ger so
nógv fyri at halda íløgu-
karminum uppi, tá mann
gevur útlendingum arbeið-
ini. Tað verður spennandi at
síggja, hvat fakfeløgini gera
við hetta, men tað verða
aðrar tíðir. Vit klára ikki at
kappast við íslendingar í
løtuni, og tí fara teir við øll-
um arbeiðunum, sigur Jón
Danielsen. Hann leggur
afturat, at mann skjótt fer at
síggja, at føroyingar fara at
standa á síðulinjuni, tí kostn-
aðarstøðið hjá íslendingum
er so nógv lægri enn í Føroy-
um.
- Vit tosa um einar 100
krónur á muni á hvørjum
arbeiðstíma hjá føroyingum
og íslendingum, so tað
sigur seg sjálvt, at vit ikki
klára at kappast, sigur
stjórin á Articon.
Jóannes Eidesgaard er
samdur við Jóni Danielsen.
- Mann má bara staðfesta,
at
føroyingar
ikki
eru
kappingarførir í løtuni, og
hetta er prísurin fyri frían
marknað. Men eg rokni við
at undirleverandørar og so
framvegis partvís verða
føroyingar, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Bíligar íløgur
Hinvegin sær Jóannes Eides-
gaard ein stóran fyrimun í, at
kappingin verður so hørð.
- Vit tosa her um stórar
íløgur, sum vit fáa gjørdar á
ein bíligan hátt, sigur Jóann-
es Eidesgaard. Hann vísir
samstundis á, at mann bjóð-
ar út, fyri at halda kostn-
aðarstøðinum niðri.
Hinvegin greiðir Jón Dan-
ielsen frá, at kappingin í
Føroyum alla tíðina hevur
verið hørð.
- Vit hava alla tíðina verið
í harðari kapping í Føroyum.
Tað vit síggja nú er, at vit
ongan møguleika hava at
kappast við veiku íslendsku
krónuna, sigur Jón Daniel-
sen.
Íslandssáttmálin er eitt haft
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri og fyrrverandi løgmaður, hevur verið sera
errin av Hoyvíkssáttmálanum ella Íslandssáttmálanum, sum hann eisini verður
nevndur. Nú kallar Jóannes Eidesgaard sáttmálan eitt haft, men greiðir frá, at hetta
kann broytast