Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • 16. januar 2009 Vikuskifti 6 Tann 12. august 2008 varð farið úr Vágum via Reykjavík til Narsarsuak. Vit vóru tríggir mans: Magnus Fuglø, Jógvan Háskor og Jóhan Nilssen. Vit yvirnáttaðu har. Næsta dag flugu vit við helikoptara til Nanortalik har vit skuldu halda til. Turistleiðarin tók ímóti okkum og koyrdi okkum til vallaraheimið Tubilak, har vit skuldu búgva. Vit vóru sama túrin fyri tveimum árum síðani. Tann túrurin var alt ov stuttur, 8 dagar, vit komu ikki meira enn helvtina av tí vit ætlaðu okkum. Henda túrin høvdu vit 14 dagar. Vit skrivaðu ein lista, hvat vit ætlaðu okkum. Næsta dagin sendi ferðaleiðarin, Jeppesen, boð eftir okkum, hvussu vit ætlaðu okkum at gera túrin. Fyrst vildu vit gera ein rundtúr í býnum við ferðaleiðara, sum skuldi vísa okkum severdigheitir­ nar í býnum. Vit byrja uttan fyri kommunuskrivstovuna, hesin bygningur var heilt nýggjur og uttan fyri bygningin stóð ein standmynd, tað líktist eini klumputari hvalrossatonn. Eg spurdi ferðaleiðaran ­ ein ung kvinna ­ hvat hetta var fyri nakað. Hon visti ikki, hvat tað var, men fólkið í býnum dámdu tað einki, tað bleiv kalla fyri Tidens tand. Eg spurdi hana um kommunusamanlegging, hon segði soleiðis, at arbeiði við samanleggingini hevði gingið gott, so 1.1.09 bleiv alt Suðurgrønland ein kommuna, og tá alt arbeiðið varð liðugt, blivu tað einar 7­8 kommunur í øllum Grønlandi. Rundtúrurin endaði við, at vit fóru inn í kirkjuna og hugdu okkum um. Á veg heim komu vit framvið eini íbúð, har eitt føroyskt flagg hekk, ein ung ljóshærd genta sat og sólaði sær. Vit gingu yvir til hana og spurdu hana um hon var føroysk, jú, tað var hon. Hon hevði verið har í býnum síðan síðst í mai, hon var barnagenta hjá einum føroyskum løgregluparið, sum arbeiddi har. Vildu giftast á ísflaka Á vallarheiminum, har vit búðu, vóru fleiri útlendsk fólk, sum vóru turistar har, eitt amerikanskt par, eitt danskt par og eitt skotskt par. Øll hesi vóru pensionistar. Onkrar stuttligar løtur vóru eisini, eitt ungt par var komið har, tey vóru úr Amerika, tey skuldu giftast hendan dagin. Tey skuldu giftast á einum ísstykki, sum lá í innsiglingini til fiskaríhavnina. Presturin og parið og nøkur onnur fólk vóru komin í bátin, so var farið avstað. Tá tey komu út til ísstykki, segði presturin bums nei, hann fór ikki uppá ísstykki, men gift blivu tey, við ísstykkinum sum bakgrund. Dagin eftir bað ferðaleiðarin okkum koma oman á skrivstovuna at tosa við seg, um tað var nakað fyri okkum, at fara til tær heitu keldurnar, sum vóru nakað norðan fyri Nanortalik, so skuldu vit eisini til eina bygd, sum at Sydprøven, har kirkjan var brend í grund seinastu nýggjársnátt. Túrurin skuldi vera einar 8 tímar. Sunnumorgun kl. 10 fóru vit avstað, vit vóru 10 fólk. Hetta var ein skjóttgangandi bátur, eini 35 míl, ein væl útgjørdur turistbátur, 38 føtur langur. Vit komu fyrst til bygdina Sydprøven. Vit gingu í bygdini og hugdu og fotograferaðu. Tá kirkjan brendi um náttina, var tað kalt, 18­20 minusgradir, so alt vatnið var fryst. Tað skal sigast, at seinasti vetur var óvanliga kaldur, so var farið inn í fjørðin til tær heitu keldurnar. Vit komu til eina lítla vík, har eitt lítið brúgvaskapilsi var, har frá gingu vit einir 6 minuttir niðan til hylin, har stóðu eisini tvey hús at skifta í, annað til kvinnurnar og hitt til mannfólkið. Hylurin var gjørdur av mannahond, hann var 15x15 metur stórur, ein metur djúpur við sandbotni, tað var 36­ 38 hitastig, so tað var hugnaligt at baða sær har. Síðan var farið í bátin aftur og kósin sett heim. Dagin eftir fóru vit á skriv­ stovuna hjá ferðaleiðaranum at tosa um bátin, sum vit skuldu leiga suður á Hvarvið. Jú, vit kundu fáa hann hósdagin, hann kostaði 12.000 kr. fyri dagin. Vit hildu at tað var dýrt, men tóku av. Hetta var ein túrur, sum kom at taka einar 10­12 tímar. Tað amerikanska parið og tað danska parið høvdu frætt um túrin og vildu sleppa við, tað var gaman í. Tíðliga hósmorgunin varð farið avstað, veðrið var av tí besta, vit skuldu fyrst til eina lítla bygd, ­ Fredriksdal, sum var tann sunnasta bygdin í Suður­ grønlandi, har skuldu vit hava eitt ferðafólk við. Tað vísti seg at Á ferð vesturi á Eftir at hava verið ein túr upp á átta dagar í Grøn­ landi, fyri tveimum árum síðan, avgjørdu vit at royna aftur í ár. Henda túrin høvdu vit 14 dagar og høvdu lagt eina greiða ætlan um, hvussu vit ætlaðu okkum at gera túrin Ferðafrásøgn Magnus Fuglø Ferðalagið sum var í Grønlandi f.v.: Jógvan Háskor, Magnus Fuglø og Jóhan Nilssen Mynd: Magnus Gunnarsson Tidens Tand Vatnhavnin. Leggið til merkis nøvnini á føroysku skipunum Hylurin Heita keldan Myndir: Jóhan Nilssen