Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2009 7 Aftur rakettir úr Libanon Minst tríggjar libanskar rakettir vórðu í morgun skotnar inn í Norðurísrael. Eingin fekk skaða. Ísraelska sjónvarpið sigur, at rakettirnar duttu niður tætt uttan fyri býin Kiryat Shmona, og fólk í býnum siga, at tey hoyrdu brestirnar. Hetta er aðru ferð í eina viku, ar Ísrael verður rakt av rakettum úr Suðurlibanon. Undir krígnum í 2006 sendi Hizbollah fleiri hundrað rakettir inn í Norðurísrael, men Hizbollah sigur seg ikki hava skotið nakrar rakettir inn í Ísrael síðani. Eygleiðarar halda tí, at tað er onkur palestinskur bólkur, sum hevur sent rakettir úr Suðurlibanon inn í Ísrael. Fleiri flugu frá Kastrup 21,5 milliónir ferðafólk omu og fóru um floghavnina í Kastrup í fjør, og tað er tað mesta nakrantíð. Vøksturin samborið við 2007 var tó ikki millum tvey og fýra prosent, sum leiðslan hevði væntað, men bara 0,6 prosent. At ferðafólkatalið vaks minni enn væntað komst sambært leiðsluni í Kastrup av altjóða fíggjarkreppuni og trupulleikunum hjá Sterling, sum fór á húsagang seinasta heyst. Leiðslan kann so ugga seg við, at flestu av hinum stóru floghavnunum í Evropåa høvdu færri ferðafólk í fjør enn í 2007. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, er sannførdur um, at tað er ein fyrimunur hjá vinnulívinum at vera í einari harðari kapping. Tí heldur hann ikki, at Íslandssáttmálin er ein trupulleiki, nú íslendingar skulu gera fleiri stór arbeiðir í Føroyum ArbeiðsmArknAður Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast Magnus Magnussen, formaður í Føroya Hand­ verksmeistarafelagi, í grein í Sosialinum mikudagin sig­ ur, at Íslandssáttmálin er bláoygdur og skapar trupul­ leikar fyri føroyingar, so heldur Jørgen Niclasen ikki, at tað er soleiðis. ­ Vil mann nakað í heim­ inum, má mann tola, at handil gongur báðar vegir. Tað er altíð ein fyrimunur fyri vinnulív at liggja í harðari kapping, so eg síggi ongan trupulleika í hesum, sigur uttanríkisráðharrin. Hann leggur afturat, at Ís­ landssáttmálin gongur báð­ ar vegir, og at føroyskar fyritøkur hava gjørt stór arbeiðir í Íslandi. Jørgen Niclasen vísir á, at tað ber til at gera avmark­ ingar í útbjóðingini, um mann endiliga vil føra ein protektionistiskan politik, sum hann orðar seg. Sáttmálin hevur manglar Jørgen Niclasen er hinvegin samdur við Jóhani Dahl, sum heldur at Íslandssátt­ málin hevur manglar. ­ Tað sigur seg sjálvt, at tá ein sáttmáli er lutfalsliga nýggjur, so stinga ting seg upp alla tíðina, har mann skal avgera, um talan er um diskriminatión ella bara lógir. Vit síggja tað við ís­ lendsku fyritøkuni, ið skuldi innflyta vatn til Før­ oyar. Har sóu vit, at ov nógv at onkrum var í vatninum, sum gjørdi, at tað ikki helt føroyska lóggávu. Viðvíkj­ andi mjólkarúrdráttum sóu vit hinvegin, at íslendingar diskrimineraðu føroyingar eitt sindur, men hetta er komið upp á pláss, vísir Jørgen Niclasen á. Hann leggur afturat, at hetta er størsti handilssátt­ málin, sum íslendingar og føroyingar, hvør í sær, nakrantíð hava gjørt, og tí verða altíð nøkur ting mann má diskutera. Hann metir eisini, at ein positivur andi hevur verið alla tíðina, tá ivamál hava verið. ­ Hetta er so ræðuliga mótsigandi. Vit tosa beinleiðis um at spræna pen­ ing av landinum. Øðrumegin tosar landsstýrið um, at mann skal halda virkseminum í gongd í landinum, meðan mann hinumegin fær útlend­ ingar at gera alt arbeiðið, so peng­ arnir fara beint av landinum, sigur Magnus Magnussen, formaður í Før­ oya Handverksmeistarafelagi. Hann greiðir somuleiðis frá, at hetta er nakað fakfelagið í samstarvi við Vinnuhúsið arbeiðir við í løtuni. ­ Tey sita og nærlesa Íslandssátt­ málan í løtuni, og so mugu vit bara síggja, hvat vit kunnu gera. Hetta er nakað, sum fyllir heilt nógv hjá okk­ um beint nú, tí vit mugu gera okkurt beinanvegin, staðfestir formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelagi. Hann leggur afturat, at tað ikki er so løgið at íslendingar eru so bíligir, tí tímalønin hjá teimum er bara 90 krónur um tíman. Hann greiðir somuleiðis frá, at longu í næstu viku verður okkurt at hoyra, um hvat tey fara at gera í hesum málinum, men nakað konkret sigur Magnus Magnussen seg ikki kunna koma inn á beint nú. Fakfelagið tekur tað upp Íbúð Søkt verður eftir íbúð til eitt av okkara starvsfólki til 1. mars 2009 Umhvørvisstovan Boks 2048 · Tlf. 342400 FO-165 Argir · us@us.fo www.us.fo EnvironmEntal agEncy Mikudagin skrivaði Sosialurin um, at íslendingar fara at gera umvælingarnar til fyrsta byggistig á Landssjúkrahúsinum. Sambært føroyskari byggivinnu er hetta ein gongd, sum fer at halda fram, og at hetta skapar stórar trupulleikar fyri føroyska byggivinnu. – Hetta er ein fullkomin andsøgn, tá landið tosar um at skapa virksemi í krepputíðum, tí útlendingar fara við øllum, og peningurin fer beinleiðis av landinum, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelagið Nr. 9 • Mikudagur • 14. januar 2009 • 83. árg. • Kr. 20,00 Støðan á Setrinum er katastrofal íSlendingar gera landSSjúkrahúSið Skuld ávirkar ikki kapping- arføri Síða 4-5 Síða 8                 4ÞVERžURHEINTAžUROGKOYRDUR TILDYRNAR ØMAKALEYST !)20/24 Ankersen yri almenna pengakassanum - Dimma, 2. des. 2008 | Sethúsae s 2008 | Fíggjarkreppan rakar føroysku vinnuna – Dimma 2. de puna – Vinnuvitan 4. des 2008 | Ringt gjaldføri hóttir fleiri skipab a (oddagrein) – vinnuvitan 4. des 2008 | Blóðreyð tøl á botnlinju ar – Dimma 5. des 2008| Tey feitu árini eru fyribils av – Vinnuvit an ávirkar fiskaútflutningin – Vinnuvitan 27. nov 2008 | Ikki nóg uvitan 27. nov 2008 | Samanlegging og sanering kanska einasta vir 400 mió kontantir í umfari – Vinnuvitan 27. nov 2008| Ongin es 2008 | Ikki ráð at koppseta gentur fyri krabbamein – Sosialuri kar at bidda meiri blokkstuðul – Sosialurin 1. des 2008 | ES-pakk alurin 27. nov 2008 | Nýggjur bjarningarpakki til bankarnar – Dim Dimma 9. des 2008 | So vóru vit rakt (oddagrein) – Dimma 9. des FRÍGGJADAGIN 23. JANUAR – hvussu koma vit styrkt út hinumegin? Heimurin í kreppu Ársins Leiðaradagur ‘09 Kom við - melda til nú! Synergi - tel. 322355 - www.synergi.fo Ítr 25 Starvsmannafelagið: Snorri Fjalsbak hóttir við avleiðingum Tað verða eftir øllum at døma íslendingar, sum fara at um- væla Landssjúkrahúsið. Íslend- ingar kunnu gera arbeiðið nógv bíligari enn føroyingar. - Íslendingar kunnu gera sum teir vilja her, meðan teir alla tíðina megna at seta smáar forðingar upp fyri okkum í Íslandi, sigur Magnus Magn- ussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag harley setir gaggurnar eftir 21 ár Síða 7 Prísurin fyri globalisering