fríggjadagur 16. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti
7
Hvarvinum
vera ein ung føroysk genta. Eg
spurdi hana, hvat hon gjørdi her,
hon segði, at hon vitjaði pápa
sín, sum at Jaspur Midjord, tey
vóru úr Vági og høvdu hoyrt um
hendan áhugaverda túrin, so hon
hevði teknað seg til. Í forhold til
tann fyrra túrin, sum bleiv gjørdur
fyri tveimum árum síðan, tá vit
fóru eystur gjøgnum sundið og
tóku havnirnar vestur yvir, fóru
vit fyrst í Kapphavnina og tóku
túrin eystur yvir og so vestur yvir,
gjøgnum sundið.
Vit komu so í Kapphavnina, tað
var stilli og bakandi sól. Tað bleiv
farið í land har, sum føroyingarnir
høvdu húsast fyri góðum 45 árum
síðan, har var alt samanfallið av
tíðarinnar tonn, tað blivu tiknar
nógvar myndir. Moyggjabitarnir
vóru ein stór plága har.
Vit fóru so yvir á Kirkjugarðs
nesi og so síðan eystur gjøgnum
Ikakfjørðin, eystur til bergið,
sum vit kallaðu tað, tað var
eysturarmurin av Vatnfjørðinum.
Har tóku vit myndir. Síðan var
farið inn í Vatnhavnina har, sum
nøvnini av ymiskum skipum vóru
málað á klettarnar.
Síðan bleiv lagt stilt, og vit fóru
at fáa okkum ein bita. Eftir tað
bleiv farið yvir til Grýluvíkina, har
sigldu vit runt og tóku myndir,
síðan bleiv farið yvir til hylin.
Vit høvdu toskatráður við, so vit
løgdu stilt við Grønanes, at prøva
um nakað livandi var at fáa. Nei,
vit føldu hann ikki. Grønanes var
tað nesið, sum lá beint uttan
fyri hylin: Komnir yvir í hylin var
farið í land, fyri at taka myndir og
fyri at síggja hvussu hylurin var
háttaður, so var farið innanskers
til veðurstøðina Prins Kristian.
Skálvíkingur á
veðurstøðini
Tað tók okkum ein hálvan tíma
at stima norður til veðurstøðina,
har var ein lítil pirur at liggja við,
veðrið var gott, so báturin lá væl.
Vit fóru so í land, so var tað tann
langa bratta trappan, vit skuldu
upp ígjøgnum, húsini stóðu uppi
á einum ryggi, eg taldi trinini,
tað vóru 288 trin. Komin næstan
niðan á slætt, kom ein maður
oman ímóti okkum. Eg kendi hann
beinanvegin aftur frá seinasta
túri, tað var ein skálvíkingur, sum
eitur Trúgvi Karlson. Hann hevði
búð í Nanortalik í 35 ár og hevði
familju har, hann var ógvuliga
blíður. Vit fóru inn í kantinina og
fingu ein góðan kaffimunn, so
bleiv prátað og fortalt. Eg spurdi
hann, um tað var langt síðan,
hann hevði verið í Føroyum, hann
svaraði, at hann ikki hevði verið í
Føroyum í 35 ár. Tá vit vóru liðug
at drekka kaffi, fóru vit út at taka
myndir, útsýnið var ógvuliga gott.
Har arbeiddu 5 fólk. Tá eg var
har í 1960 arbeiddu 45 fólk har,
nú er alt blivið automatiserað,
alt gongur fyri seg har norði
í Grønnedalen. Vit steðgaðu
í hálvanannan tíma har, so
fóru vit vestur í gjøgnum Prins
Kristiansund. Málið var bygdin
Apiladog, har 160 fólk búgva.
Tá vit komu inn ímóti bygdini,
sóu vit nógvar smábátar, sum
fiskaðu. Har var nógvur fuglur,
og teir fingu væl av fiski. Vit
høvdu toskatráðurnar við, so vit
prøvaðu eisini. Jú, nú bar til, vit
fingu eisini væl. So var farið inn
í bygdina, vit fóru í land at taka
myndir og hyggja okkum um.
Sum altíð var farið inn í kirkjuna
at hyggja. Hon var ikki stór, men
ógvuliga hugnalig. So var farið
avstað aftur, nu var kósin sett til
Fredriksdal, har vit settu gentuna
av, síðan beinleiðis til Nanortalik.
Vit tóku so saman um túrin,
og allir vóru á einum máli, um at
hetta var ein fantastiskur túrur
við síni náttúru og vakurleika. Alt
lá órørt har. Hetta var fríggja
dagur, og tá ið vit vóru lidnir við
túrin í Nanortalik, hevði tað verið
eitt gott hugskot at farið norður
til Julianehåb, at halda vikuskifti.
Tað var jú áleiðis norður til
Narsarsuak, har vit skuldu flúgva
heim. Vit bóðu ferðaleiðaran
um at skaffa okkum billettir við
tyrluni og eina íbúð. Tað skuldu
hann nokk klára.
Hoyrdi at vit vóru
føroyingar
Vit fóru kl. 9.00, beinleiðis til
Julianehåb, tað tók 25 minuttir
at flúgva. Ein maður tók ímóti
okkum og koyrdi okkum til
íbúðina. Um døgurðatíð fóru
vit inn á Sjómansheimið at fáa
okkum døgurða. Tá kom ein
føroysk dama har, hon hoyrdi
at vit vóru føroyingar. Hon var
leiðari av sjómansheiminum og
bjóðaði sær at koyra okkum runt
í býnum og vísa okkum tað, sum
var vert at síggja. Hon segði,
at hon var úr Tórshavn, pápi
hennara var ein pensioneraður
postmaður, eg haldi at hann æt
Sámal Clementsen. Vit takkaðu
fyri túrin og fóru oman á kajina.
Eg kenni ein føroying, sum siglir
sum trolaraskipari har og spurdi
ein grønlending um hann kendi
ein føroying, sum førdi ein trolara
har. Jú, hann peikaði á trolaran,
sum lá har. Vit fóru so yvir til
hann. Har bleiv eitt øgiligt reyp,
men sannheit skal tað vera, teir
fingu nógvan fisk. Hann segði, at
teir sigldu seks tímar frá býnum,
so bleiv kastað. Teir lógu fyri tað
mesta stillir og reinsaðu.
Vit fóru so víðari. Har búðu eini
3.500 fólk í býnum, eisini vóru
nógvir nógvir gestir komnir til
býin vegna tað at grønlendska
fótbóltsmeistaraskapið bleiv
spælt hetta vikuskifti. Tað lokala
sjónvarpið sendi allar dystirnar.
Leygardagin blivu teir innleiðandi
dystirnir spældir, og sunnudagin
blivu semifinalurnar spældar, og
mánakvøldið bleiv finalan spæld.
Sunnumorgun fóru vit í kirkju, tað
var ein nýggj nýmótans kirkja, ein
flottur bygningur. Síðan var farið
at vitja tey ymisku søvnini.
Mánadagurin var síðsti dagurin
í býnum, vit keyptu ymiskar lutir
av Grønlandi til minnis um túrin.
Týsmorgunin kl. 8.00 bleiv flogið
norð til Narsarsuak, har vit
skuldu flúgva heim kl. 15.10 via
Reykjavík. Vit komu í Vágar kl.
22.30. Ein minniligur túrur var at
enda komin.
Trappan niðan til veðurstøðina er 288 trin
Julianehåb