fríggjadagur 16. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2009
Ynskir tú íblástur og
nýggjar avbjóðingar?
Nú ber aftur til
at søkja stuðul
til verkætlanir
og samstarv á
útbúgvingarøkinum
í Norðurlondum og
í Baltalondum Nord
plus
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nordplus er útbúgvingar
skipan undir Norðurlendska
Ráðharraráðnum, sum vend
ir sær til fólk í skúlaverk
inum, stovnar og felagsskap
ir, sum vilja samstarva um
útbúgving í norðurlondum
og baltalondum.
Við skipanini kunnu fólk
úr londunum vitja hvønn
annan, fyri at stimbra og
kunna
um
læring
og
útbúgving.
Lív og læring
Í Nordplus er ein rammu
skrá, sum fevnir um fýra
skipanir, ið venda sær til
ymsar málbólkar. Líka úr
barnaskúla til hægri lestur.
Hesar fýra skipanir eru:
– Nordplus Junior, sum
er ætlað til menning av
norðurlendskumbaltiskum
samstarvi á skúlaøkinum.
Skipanin vendir sær til
skúlafólk, lærarar og næm
ingar og um barnagarðar,
forskúlar,
privatskúlar,
fólkaskúlan og allir mið
námsskúlar.
– Nordplus Hægri Útbúgv
ing er til menning av
samstarvið millum lesandi,
lærarar og onnur starvsfólk
innan hægri útbúgvingar.
– Nordplus Vaksin til
menning av samstarvi um
fólksliga
upplýsing
og
undirvísing av vaksnum.
Skipan er til øll feløg,
áhugabólkar, stovnar og
skúlar, sum hava við vaksna
læring at gera.
– Nordplus Horisontal er
ein tvørgangandi skipan, ið
leggur upp til, at stovnar av
ymsum slag arbeiða saman
og bróta upp úr nýggjum.
Verkætlanir, sum fara útum
vanligu bólkarnar, og sum
arbeiða við meiri kompleks
um málum.
Menna mál og
mentan
Umframt Nordplus rammu
skránna er ein skipan, ið
nevnist Nordplus Mál og
Mentan. Hendan vendir sær
bert til norðurlendingar, og
endamálið er at menna
støðuna hjá norðurlendsku
málunum og stimbra áhug
an um mentan, mál og lívs
kor í Norðurlondum. Innan
hesa skipan ber til at søkja
stuðul til eitt nú umbýti
millum flokkar í fólka og
miðnámsskúlum, fyriskipan
av ráðstevnum, skeiðsvirk
semi og stovnsetan av fak
ligum netverkum.
Veðurlagsbroytingar
fremst
Ymsu skipanirnar hava nøk
ur satsøki, sum stuðul kann
veitast til. Nógv áhugaverd
evni eru at velja millum,
eitt nú menning av lesiæt
lanum, heilsa, yrkisútbúgv
ingar og fyribyrging av frá
falli hjá næmingum. Tó eru
veðurlagsbroytingar frems
ta raðfestingin fyri allar
Nordplus skipanir í ár.
Kunning um Nordplus og hvussu søkt verður: www.nord-
plusonline og í Nordplus hondbókini, A handbook for the
Framework Programme. Eisini veitir Altjóða Skrivstovuni
fegin kunning á tel. 322065. Umsóknarfreistin er 2.mars
2009.
LES MEIRA HER:
Nordplus skal styrkja norðurlendska-baltiska felagsska-
pin og samleikan við støði í søguligu, mentanarligu og
demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum.
Hetta letur upp fyri spennandi avbjóðingum fyri føroyin-
gar at samstarva við fólk og stovnar í Norðurlondum og
Baltalondum.
FAKTA
Sjúkrahús koyrir 600 til hús
Leiðslan á tí størsta sjúkrahúsinum í Svøríki, Karolinska Univer
sitetssjúkrahúsinum, boðaði í gjár frá, at umfatandi sparingar
gera tað neyðugt at leggja 900 størv niður. Virkandi stjórin,
Mikael Forss, sigur í fráboðanini, at leiðslan ger alt fyri at forða
fyri, at uppsagnirnar skulu ávirka umstøðurnar hjá sjúklingun
um meiri enn avgjørt neyðugt. Roknað verður við, at umleið
600 fólk verða uppsøgd, og at hini 300 størvini verða spard
burtur á annan hátt.
Trý børn doyðu í FARC-álopi
Uppreistrarfelagsskapurin FARC í Kolombia sendi í gjár fleiri
heimagjørdar rakettir eftir einari løgreglustøð í býnum Roberto
Payán. Men vanlukkutíð raktu rakettirnar eisini eini íbúðarhús
tætt við løgreglustøðina, og sambært løgregluni kravdi álopið
fýra mannalív. Talan var um eina kvinnu og trý børn, sum vóru
átta, ellivu og tólv ára gomul. Um somu tíð frættist, at ein
handilsmaður og ein unglingi, sum FARC burturflutti í fjør,
vóru slopnir til rýmingar.
Norðurlond bíða eftir tær