fríggjadagur 16. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti
8
umborð
Fáar bygdir í Føroyum munnu eftir
fólkatalinum hava fostrað fleiri
trolmenn, enn Vestmanna hevur
gjørt. Bygdin eigur nógvar mans
við drúgvum royndum á troldekki.
So hvørt, sum teir tilkomnu
eldast, taka ungir menn við, og
ungu menninir vera lærdir at taka
upp eftir teimum, sum undan
gingu.
Við góðum og dugnaligum fólki
á øllum postum, er ikki neyðugt,
at skiparin sjálvur er besti trol
maðurin. Hvør dugir síni ting,
og tað ger skiparin eisini, men
hansara uppgáva er í fyrsta lagi
á brúnni.
Arvid Petersen, sum er annar
skiparin umborð á ísfiskatrolar
anum Vestmenningi, ásannar, at
hansara royndir á dekkinum eru
lutfalsliga lítlar.
Eg havi sjálvur ongantíð
siglt sum dekkari, og tí lati eg
dekkararnar fáa frið at gera sítt
arbeiði. Og tó; man fer niður á
dekkið at práta av og á, og tá
rættir man eina hond, um tað er
neyðugt. Eg dugi eitt sindur at
skera, og man kann í aðrar mátar
vera teimum til hjálpar, men
allar finessurnar, sum teir kønu
trolmenninir duga, dugi eg ikki.
Skiparin heldur tað hava stóran
týdning, at teir yngru menninir
læra at bøta og fáast við trolreið
skap, tí einaferð fyrr ella seinni
skulu teir standa við ábyrgdini á
dekkinum, sum hann tekur til.
Skipari í tvey ár
Vestmenningur og Fram eru
gomlu dalstrolararnir, sum teir
vórðu róptir. Stígarklettur og
Hádegisklettur eru upprunaligu
nøvnini, og skipini vórðu smíðað á
Tórshavnar Skipasmiðju í 1988 og
1989. Úr Føroyum vórðu tey seld
til Ný Sælands í fyrru helvt av
nítiárunum. Har vóru tey í nøkur
ár, til skipini aftur vórðu keypt til
Føroya. Í januar ár 2000 kundu
tey fara aftur í føroyskan sjógv
undir nýggjum eigara, sum var
P/F Meðalsbrekka í Vestmanna
og nýggju nøvnunum, Fram og
Vestmenningur.
Sjey mans eru við hvørjum skipi
hvønn túrin, og tilsamans eru 24
mans knýttir at báðum skipunum.
Teir ungu skulu læra
at bøta trol
24 mans eru knýttir at ísfiskatrolarunum, Vestmenningi og Fram. Manningin á brúnni og maskin
menninir eru tveir túrar umboð og tveir í landi, og dekkararnir eru tveir umborð og ein í landi.
– Vit hava eina góða blanding av tilkomnum og ungum fólki, og tað er eitt krav, at ungu menninir læra
at fáast við trolreiðskap. Einaferð skulu teir standa við ábyrgdini, sigur skiparin, Arvid Petersen
Teir ungu skulu taka við, tá
teir eldru leggja frá sær. Tí er
neyðugt, at unga fólkið lærir at
bøta og at fáast við trolreiðskap
Mynd: Karstin Vang
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo