fríggjadagur 16. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2009
Heilsufrøðiliga starvs
stovan og Rossel
koznadsor hava í
gjár undirskrivað
samstarvsavtalu.
Avtalan inniber at
føroyingar nú aftur
kunnu útflyta fisk og
fiskavørur til Russ
lands
Fiskivinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Heilsufrøðiliga starvsstov
an skrivar á heimasíðu sín
ari í gjár, at samstarvsavalan
nú er undirskrivað, og tískil
er innflutningsbannið frá 1.
september 2008 nú endiliga
av.
Hesin útflutningur kann
byrja aftur tá russar hava
góðkent okkara lista yvir
virki og boða sínum markn
aðareftirlitsstøðum frá hes
um og at skabelónin til
heilsuváttanir er góðkend
av russisku myndugleikun
um. Um alt gongur sum
ætlað er hetta komið í rætt
lag innan ein mánaða.
Samstarvsavtalan
skal
tryggja, at russar fáa dygda
góðan fisk og fiskavørur av
føroyskum uppruna, ið er
framleiddar á virkjum og
skipum, sum umframt før
oysk krøv eisini lúka russisk
heilsufrøðilig krøv. Eisini
varð staðfest, at galdandi
mannagongd í sambandi
við umlasting av feskum ali
fiski kann halda fram.
Vísa føroyingum álit
Russar løgdu dent á, at teir
hava álit á heilsufrøðiligu
myndugleikunum í Føroy
um. Teir løgdu í okkara
hendur, at gera ein lista við
virkjum, sum lúka russisku
lóggávuni. Hesin listi verð
ur sendur Rosselkoznadsor
til góðkenningar. Ikki er
neyðugt við russiskari eftir
litsvitjan, áðrenn virkini
kunnu byrja útflutning til
Russlands.
Russiski
myndugleikin
kemur møguliga aftur á
eftirlitsvitjan einaferð síðst
í árinum. Tá velja tey nøkur
virki á listanum at hyggja
nærri eftir. Um hesi útvaldu
virkini lúka heilsufrøðiligi
krøvini, verður hetta ein
staðfesting av tí áliti, sum
russar hava víst føroysku
eftirlitsskipanini og virkj
unum sum heild.
Igor Chernyshenko og Bárður Enni hava júst undirskrivað samstarvsavtaluna
11.300 arbeiðsleysir
íslendingar
Arbeiðsloysið í Íslandi veksur í hvørjum. Tey seinastu
tølini hjá Vinnumálastovninum siga, at 11.305 fólk eru
skrásett sum arbiðsleys. Talan er um 7.101 menn og
4.204 kvinnur. Yvirlitið hjá stovninum vísir eisini, at
nógv tey flestu arbeiðsleysu ella næstan 7.000 búgva í
høvuðsstaðnum Reykjavík og har um vegir. Vinnumála
stovnurin sigur, at arbeiðsloysið vaks heili 45 prosent frá
november til desember, og stovnurin væntar framhaldandi
vøkstur og serliga í byggivinnuni og tænastuvinnunum.
Marin Katrina Frýdal forkvinna
í Teknisku nevnd
Á fundi fyrradagin hevur tekniska nevnd Tórshavnar býráðs skipað seg
við Marin Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi sum forkvinnu og Levi Mørk úr
Javnaðarflokkinum sum næstformanni. m,Hinir nevndarliminir í
teknisku nevnd Tórshavnar býráðs hetta skeiðið eru Jákup Símun
Simonsen úr Tjóðveldi, Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og
Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum. Tekniska nevnd varðar av vegum,
gøtum, ferðslu, kloakkum, vatn og ljósveitingum, skúlakoyring og
Bussleiðini í Tórshavnar kommunu.
Boykottið er av
Tað er í tøkum tíma,
at tíðindini komu um
at russiska boykottið
er av. – Lága norksa
krónan ger, at vit kun
nu missa upp til 300
milliónir um árið,
sigur Ragnar Joensen,
formaður í Føroya
Havbúnaðarfelagi
Fiskivinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í gjár boðaði Heilsufrøðiliga
Starvsstovan frá, at sam
starvsavtala er undirskrivað
við russar um heilsufrøðiligu
góðkenningarnar av føroysk
um virkjum og skipum.
Avtalan inniber at føroying
ar aftur kunnu útflyta fisk
og fiskavørur til Russlands.
Gongur alt sum ætlað, er alt
komið í rættlag innan ein
mánað.
Formaðurin í Havbúnað
arfelagi Føroya, Ragnar
Joensen, fegnast um góðu
tíðindini.
Nú eru vit aftur har, vit
vóru áðrenn september. So
vit eru, sum vera man, glað
ir
um
tíðindini,
sigur
Ragnar Joensen.
Tað hevur verið ein stórur
partur av føroyska alivinnu
útflutninginum, sum hevur
verið raktur av russiska boy
kottinum, og sum nú vón
andi kemur í rættlag aftur.
Tað eru eini 20 prosent
av útflutinginum, ið hevur
verið seldur til Russlands,
og tá útflutningurin er um
50.000 tons, so eru tað jú
10.000 tons, ið vit hava ver
ið noyddir at selja aðra
staðni, greiðir Ragnar Joen
sen frá.
Ringt at selja
Tað hevur eftir øllum at
døma verið ringt at selja
fiskin
aðrastaðni
hesa
seinastu tíðina. Vøksturin
hevur verið góður, og alarar
hava havt stóran fisk í seina
stuni. Prísurin hevur ligið
um 2 krónur kilo fyri laks.
Vit hava ikki verið í
sambandi
við
russiskar
keyparar enn, men tað skilst
frá normonnum, at Russland
eisini eru merktir av krepp
uni. So tað er ikki til at vita,
hvussu keypararnir eru fyri
har, greiðir Ragnar Joensen
frá.
Nú er avtalan undir
skrivað, og Heilsufrøðiliga
Starvsstovan skal gera ein
lista yvir tey virki, ið lúka
krøvini, og boða russum
frá. Roknað verður við at
tað verða einir 14 dagar,
áðrenn fyrstu útflytararnir
aftur kunnu selja til Russ
lands.
Í tøkum tíma
Tað var eftir øllum at døma
í tøkum tíma at hesi tíðind
ini komu.
Vit fara beint í gongd
við at taka sambandið upp
aftur við russiskar fiska
keyparar. Beint tá boykottið
kom, stóð russiski marknað
urin í stórum vøkstri, og
hann var sera áhugaverdur
fyri okkum. Meginparturin
av tí, sum vit seldu til Russ
lands, varð eisini betalt kon
tant, men hvussu tað verður
við tí nú, er ikki til at vita,
greiðir Ragnar Joensen frá.
Seinastu
tíðini
hevur
norska krónan verið sera
lág, og hevur tað eisini
ávirkað kappingarførið hjá
føroysku útflytarunum.
Tað at norska krónan er
so lág mótvegis evruni og
donsku krónuni ger, at vit
hava mist 5 til 6 krónur kilo
í kappingarføri í mun til
normenn. Tá vit útflyta
50.000 tons um árið, so
merkir hetta jú eini 300
milliónir krónur um árið,
og um gongdin verður
soleiðs framyvir, so er
eingin kjansur hjá okkum,
staðfestir Ragnar Joensen.
Av tí at støðan hevur ver
ið soleiðs í seinastuni, er
tað ein vælkomin lætti, at
føroyskir alarar skjótt aftur
sleppa at útflyta laks og síl
til Russlands.
Í tøkum tíma
Føroyska og russiska samráðingarnevndin
Mydndatekstur Ragnar Joensen: – Umleið 20 prosent av
útflutninginum hjá okkum fór til Russlands áðrenn, so vit eru
sera fegnir um avtaluna, sigur Ragnar Joensen, formaður í
Føroya Havbúnaðarfelagi