Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • 16. januar 2009 Vikuskifti 9 umborð Dekkararnir eru tveir túrar umborð í senn og síðan ein túr í landi, og navigatørarnir og maskinmenninir eru tveir túrar umborð og tveir í landi. Arvid Petersen var umborð á Vestmenningi seinastu tveir túrarnar fyri jólahøgtíðina. Nú er Jónsvein Haraldsen, sum annars er fyrsti skipari, umborð og tá skipini koma innaftur at landa, fer Arvid umborð aftur. Hann hevur annars siglt við skipum hjá Henry og soninum, Tummasi Christophersen, síðan hann fór umborð á frystitrolaran Fram í oktober í 1997. - Eg var við Fram árini 1997- 2000, og tá teir keyptu gomlu dalstrolararnar, fór eg umborð á Vestmenning, har eg havi verið síðan. Arvid og Jónsvein komu umborð á Vestmenning í senn, men tey fyrstu árini sigldi Arvid sum stýrimaður og avloysari sum skipari. Fyri tveimum árum síðan gjørdist hann so fastur skipari í skifti við Jónsvein Haraldsen. At kalla øll manningin umborð á Fram og Vestmenningi eru úr Vestmanna og Kvívík – ella hava á ymiskan hátt tilknýti til hesar bygdir. - Summir, sum eru við hesum skipum, eru brøður, og fleiri av okkum kendust longu í uppvøkstrinum. Kendi tú ikki hesar menn, áðrenn tú komst umborð, kendi tú kanska bróðurin ella onkran annan í familjuni, sigur skiparin. Skiparar umborð á Fram, sum partrolar saman við Vestmenningi, eru Jákup á Rógvu og Helgi Nielsen, sum báðir eisini eru vestmenningar. Gulllaksur eydnaðist Árið í fjør eydnaðist væl hjá vest- mannatrolarunum, tó at hetta árið í mangar mátar var turbulent hjá okkara fiskiskipaflota. Oljuprísirnir ruku upp í gjøgnum, og eingin visti, hvat hetta fór at enda við. Vestmenningur og Fram eru millum tey seks skipini, sum í fjør bæði royndu eftir upsa og gulllaksi. - Hetta er triðja árið, at vit eru á gulllaksi, men árið í fjør royndist munandi betri enn hini bæði. Meðan árið í fjør gekk væl, vil eg siga, at hini bæði fyrru árini miseydnaðust í mun til gongdina hjá hinum skipunum á hesi veiði. Men eg vil siga, at tað gekk knasandi væl hjá okkum í seinastu vertíð. Arvid sigur, at tað “glapp” hjá teimum í fjør, sum hann tekur til. - Eg dugi ikki at siga, hví tað ikki gekk so væl hini bæði árini. Ein orsøk kann vera, at vit gjørdust meira tryggir og royndir á hesi veiði. Vestmenningur og Fram byrjaðu á gulllaksinum tíðliga í mai í fjør, og skipini góvust at fiska gulllaks 2. oktober. Hann sigur, at nærmastu gulllaksaleiðirnar úr Vestmanna eru vestur úr Mykinesi, hagar einir 4-6 tímar eru at sigla. - Tær ytru leiðirnar eru norður av Føroyabanka, rundan um Bankan, allan vegin vestur á Lúsabankan og annars millum Føroyabanka og Bill Baily. Roynt verður sjáldan á grynri vatni enn 200 favnum, og viðhørt er samanhangur millum dýpi og stødd av fiski. Arvid sigur, at gulllaksur er eins og upsi ymiskur til støddar. Góðir upsatúrar Vestmenningur og Fram gjørdu eisini fleiri góðar og sera góðar upsatúrar í fjør, og ikki minst nakrir túrar seint í heyst eydnað- ust serstakliga væl. - Vit hava bara eina kryvjimaskinu umborð hjá okkum, og tað er kanska heldur lítið, tá mest er at gera. Nakrir av hinum ísfiskatrolarunum hava tvær maskinur umborð. Men tað hevur onkuntíð verið verri hjá manningunum umborð á Vestmenningi og Fram, enn tað er í dag. - Fyri eini 4-5 árum síðan var upsin sera smáur, og lítil og eingin prísur fekst fyri hann. Tá høvdu vit onga kryvjimaskinu, og eitt skiftu bæði kruvdu og avhøvdaðu vit fiskin, sum varð landaður og frystur á Kollafjord Pelagic. Hetta var tað árið, tá russar lógu í Føroyum og keyptu smáan upsa. Vit fingu nakað meira fyri fiskin, sum vit arbeiddu og gjørdu kláran til frystingar. Hetta var á mangar mátar ein rættiliga stævin tíð umborð, sigur Arvid, sum annars sigldi í fleiri ár við vaktar-og hjálparskipinum Tjaldrinum og seinni við Ólavi Halga, áðrenn hann fór á naviga- tiónsskúla í Klaksvík og seinni umborð á frystitrolaran Fram. Tók skiparaprógv Arvid fór umborð á Tjaldrið í januar í 1988 og í januar 1990 umborð á Ólav Halga. - Eg sigldi fyri Vaktar-og Bjargingartænastuna sum dekkari árini frá 1988 til á sumri 1995, tá eg fór til Klaksvíkar á skiparaskúla. Orsøkin til, at vestmenningurin fór í skúla í Klaksvík og ikki í Havn, var í fyrsta lagi tí, at hann hevði eina systir í Klaksvík. - Eg gekk í skúla í hálvt annað ár og gjørdist soleiðis skipari til jólar í 1996. Í stívliga eitt hálvt ár eftir lokna skiparaútbúgving róði Arvid út við útróðrarbátinum Sunleyg, sum Gutti Durhuus í Vestmanna átti. - Vit vóru tveir á bátinum, og vit egndu alla línuna sjálvir. Hetta var ikki sami útróður, sum vit kenna eitt nú á Toftum og aðrastaðni. Vit settu lutfalsliga stutta línu, sum vit lótu reka og royndu bæði norðanfyri og sunnanfyri. Fyri hesa tíðina hevði Arvid verið onkran túr við útróðrarbáti millum túrar, tá hann sigldi fyri Vaktar-og Bjargingartænastuna. - Annars hevði eg ikki fingist nakað serligt við útróður, leggur hann aftrat. Arvid Petersen ásannar, at honum dámdi betri lívið sum dekkari við Tjaldrinum og Ólavi Halga og nú øll hesi ár við trolarum úr Vestmanna, enn honum dámdi lívið sum útróðrarmaður. - Eg fór úr fólkaskúlanum í 1986, men áðrenn eg fór til skips, arbeiddi eg hálvt annað ár í landi, har eg eitt nú fekst við at leggja kaðlar fyri SEV. Skiparin sigur, at nú hann nærkast teimum fýrati árunum, hugsar hann ikki stórvegis um annað enn at halda fram sum ísfiskaskipari. - Mær dámar hetta lívið ógvuliga væl, men við mínum pappírum havi eg eisini møgu- leikan at føra smærri farmaskip, um eg annars hevði siglingstíðina har. Sum er, havi eg ongar ætlanir um at gevast á brúnni á Vestmenningi. Her er gott at vera. Vit hava óføra raskt fólk – og ein góðan reiðara, sigur Arvid Petersen, skipari. - Sum er, havi eg ongar ætlanir um at gevast á brúnni á Vestmenningi. Her er gott at vera. Vit hava óføra raskt fólk – og ein góðan reiðara, sigur Arvid Petersen, skipari Mynd: Karstin Vang Tað gekk óføra væl hjá Vestmenningi og Fram í farna ári, og skipini teljast millum bestu ísfiskatrolarar, bæði í nøgd og veiðivirði Mynd: Karstin Vang