Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2009 Tíðindaskriv Útlendingar vilja lesa føroyskt Fróðskaparsetrið fær nógv­ ar fyrispurningar úr øðrum londum frá studentum, sum vilja læra seg føroyskt og læra um Føroyar og før­ oyska mentan. Ígjøgnum tíðina hava einstaklingar uttaneftir verið gestalesandi á Føroyamálsdeildini, fyri ein stóran part sjálvlesandi og hava fingið einstaklings­ leiðbeining og undirvísing frá lærarum á deildini. Skeið fyri norður-­ lendingar Tá ið talan er um norður­ lendskar studentar, hevur deildin tó leingi havt eina fasta skipan. Frá o.u. 1970 hevur Føroyamálsdeildin havt summarskeið fyri norð­ urlendskar studentar, tey fyrstu mongu árini 4. hvørt ár; nú er skeið tvey ár á rað, so verður eitt ár umlopið, og síðan aftur skeið 2 ár á rað. Altjóðaskeið í føroyskum frá 2004 Fyri fimm árum síðan varð fyrsta altjóðaskeiðið í før­ oyskum á Føroyamálsdeild­ ini. Lýst varð á Alnetinum við skeiði í føroyskum máli og mentan fyri universitets­ studentar og kunning send til universtetsdeildir fyri norðurlendsk mál, ger­ monsk mál og almenn mál­ vísindi. Skeiðið varð hildið í juli mánaði við 29 student­ um úr USA (7), Sveis (4), Kanada, Japan, Eysturríki, Italia, Avstralia, Onglandi, Týsklandi, Hollandi og Belgia umframt útlending­ um búsitandi í Føroyum. Í 2005 varð aftur hildið skeið fyri einum fjølmentum og fjølbroyttum flokki og somuleiðis í 2007. Altjóðaskeið 2009 Komandi ár verður altjóða­ skeiðið í tíðarskeiðinum 1. – 22. august. Freistin at søkja er 1. apríl 2009. Upp­ lýsingar og umsóknarblað fáast á www.setur.fo > Sum­ mer Institute. Skeiðið kost­ ar 6000 kr. Harumframt kemur kostnaðurin fyri ferð­ ina, innivist, mat og lumma­ pengar. Luttakararnir fíggja sjálvir skeiðið, summi fáa studning frá sínum heima­ universitetum, og onkur fær ferðarstuðul frá Fróðskapar­ setrinum Skeiðsinnihald Undirvísing er hvønn ger­ andisdag, og vikuskiftini verða tikin uppí til útferðir, túrar, og til at vitja søvn. Endað verður við veitslu. Um­ framt ta dagligu undirvís­ ingina í føroyskum máli halda serføðingar fyrilestrar um serlig evni: náttúru, søgu og samfelag, bókmentir, kvæði og dans, grindadráp o.a. Menning av undirvísingartilfari Bæði tað norðurlendska skeiðið og altjóðaskeiðið hava havt við sær, at nýtt undirvísingartilfar er vorðið til, sum hevur avloyst bókina hjá Lockwood frá 1955. Tað eru mállærarar og studentar á skeiðunum, sum eisini eru málfrøðingar, ið lagt hava úr hondum. Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris S. Hansen og Hjalmar P. Petersen, skriv­ aðu Faroese. An Overview and Reference Grammar (2004) saman við Höskuldi Þráinssyni. Komandi ár kemur út Faroese Grammar for For­ eigners við tilhoyrandi lesi­ bók og fløgu við upplestri og úttaluleiðbeining eftir Hjalmar P. Petersen og Jonathan Adams. Í gerð er eisini byrjanar­ bók í føroyskum fyri japan­ ar. Hana skrivar Aki Ara­ kawa, sum var á skeiðinum í fjør og júst hevur verið í Føroyum eina tíð og arbeitt við bókini. Menning av av vinalagi, kunnleika og samstarvi Onkrir av summarstudent­ unum halda fram við sjálvsnámi og gransking av føroyskum evnum á sínum heimauniversitetum, eftir at teir hava verið á skeiði ella halda á annan hátt fram við at hava tilknýti til Føroya arbeiðsliga ella persónliga. Tey eru, ið vitja aftur. Tað ber til at lesa meira um altjóðasummarskeiðið á www.setur.fo > Summer Institute Nú fyrsta fullfíggjaða skrásetingin av listaverkum hjá Listasavninum er gjørd, varða savnið av verkum fyri 47 milliónir krónir LisT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Listasavn Føroya hevur á øðrum sinni kannað øll listaverk, sum savnið eigur ella hevur í varðveitslu, útlánt listaverk íroknað. Harumframt eru øll grafisk prent og tekningar skrásett fyri fyrstu ferð, og tí er hetta fyrsta fullfíggjaða skrásetingin, sum gjørd er á savninum. Sambært viðtøkum og mannagongdum Listasavns Føroya er tað álagt stovn­ inum at skráseta øll lista­ verk, ið savnið varðar av, og at kanna tey regluliga. Skrá­ setingin skal vera so ná­ greinilig sum gjørligt, tí hon er neyðug til frama fyri varðveitslu, gransking og miðling av listaverkunum. Bara almennir stovnar kunnu lána listaverk frá savninum, ið ásetir treytir fyri láni Villur rættaðar Nú ið skrásetingin er endur­ skoðað, og øll grafisk prent, tekningar og nýkeypt lista­ verk eru tald uppí, varðar savnið av 2048 listaverkum, júst 1000 listaverk fleiri enn frammanundan. Lista­ savn Føroya lænir í løtuni 585 listaverk út til almennar stovnar. Tryggingarvirðið á øllum listaverkunum er á leið kr. 47 milliónir. Kon­ servatorur kannar regluliga standin á listaverkunum. Standurin er lýstur í skrá­ setingini. Fleiri horvin lista­ verk eru funnin, og talið á horvnum listaverkum er nú niðri á 52. Í endurskoðaðu skráset­ ingini eru nógvar villur rætt­ aðar, sum eyðvitað eru kom­ nar fyri í tí drúgva arbeiði, tað er at skráseta so mong listaverk. Eisini eru nýggjar upplýsingar fingnar til vega um mong listaverk. Villurn­ ar og nýggju upplýsingarn­ ar snúgva seg um m.a. myndaheiti, stødd, tøkni, staðseting, dagfesting og signaturar. Skrásetingin er vorðin nágreiniligari, tí at allar áskriftir framman og aftan á listaverkunum eru skrásettar. Út frá áskriftun­ um ber til at vita nógv áhugavert um einstøk lista­ verk, m.a. hvat tey uppruna­ liga kostaðu, hvar tey eru sýnd fram, og hvørjar við­ merkingar listafólk hava til listaverkini ella umstøðurn­ ar rundan um tey. Út á netið Fotomyndirnar av einstøku listaverkunum vóru sum heild vánaligar, men nú eru fleiri hundrað listaverk av­ myndað av serkønum foto­ grafum. Tær fotomyndirnar kunnu brúkast bæði til skrá­ setingina og møguligar endurgávur. Arbeitt verður við at fáa so nógv listaverk sum gjørligt avmyndað av serkønum fotografum. Listasavn Føroya arbeiðir eisini við einari skráseting av listaverkum á øðrum hon­ dum. Har eru higartil 487 listaverk skrásett hjá fýra listafólkum: Beintu av Reyni, Fridu Zachariassen, Inga Joensen og Ruth Smith. Sambært viðtøkunum skal partur av skrásetingini verður tøkur á netinum fyri almenninginum. Hesum verður arbeitt við í løtuni. Listaskattur fyri 47 milliónir skrásettur Í næstum fer nógv rósti leik­ urin »Nordost« út at ferðast kring landið. Fyrsta sýningin í hesum umfari verður longu sunnudagin klokkan 16 á Reinsarínum í Havn. Síðani verður framsýningar­ skráin hendan: 20. januar kl. 19.30 á Virkinum á Sandi 21. januar kl 19.30 í Bygdarhúsinum í Miðvági 22. januar kl. 19.30 í Eydnini á Oyrabakka 27. januar kl. 19.30 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 28. januar kl. 19.30 í Atlantis í Klaksvík 29. januar kl. 19.30 í Stóra Pakkhúsi í Vági 30. januar kl. 19.00 á Seglhúsloftinum á Tvøroyri Eisini verða fleir skúla­ sýningar kring landið, sum verða lýstar seinni. Nordost út at ferðast Altjóða summarskeið á Fróðskaparsetrinum í 2009 Um ikki so langa tíð fáa fólk høvi at síggja stóra listaskattin hjá Listasavninum á internetinum Rokningin kom 41 ár ov seint Sigrid Pedersen, sum býr í Steigen í Norðurnoregi, fekk ein hvøkk nú um dagarnar, tá postmaðurin kom við einum brævi til mann hennara. Í brævinum var ein rokning frá kommununi fyri rusksavning, men trupulleinin er, at maður Sigrid Pedersen doyði fyri 41 árum síðani. Við blaðið Nordland sigur hon, at øll árini hevur hon fingið rokning frá kommununi í sínum navni, og tí skilir hon ikki, hvussu kommunan nú brádliga brúkar navnið hjá manninum so mong ár aftan á deyða hansara. Blaðið skrivar ikki, hvat kommunan sigur. Brek við útróðrarbátum Ein kanning hjá norsku sjóferðslumyndugleikunum nú um dagarnar avdúkaði ymisk brek við fleiri útreóðrarbátum. Av teimum 21 bátunum, sum blivu kannaðir, høvdu fýra so álvarssom brek, at teir vórðu hildnir aftur, og umborð á hinum skipunum staðfesti eftirlitið 19 brek, sum skulu fáast í rættlag. Átakið hjá sjóferðslumyndugleikunum umfatar í fyrsta lagi bátar upp til 15 metrar, og kanningarnar halda fram í tríggjar mánaðir afturat, skrivar NTB.