Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 • 16. januar 2009 Vikuskifti 10 Eftir at hava verið 3 dagar í Jamaika og 4 dagar í Kuba, flugu vit til Miami. Vit komu um kvøldið til Amerika, har vit skulu vera í 6 vikur. Tað fyrsta vit gjørdu, var at heinta bilin, vit høvdu leigað. Tað var ein øgiligur ruðuleiki hjá okkum at koyra bil á teimum stóru amerikansku vegunum í byrjanini . Í Miami vóru vit á Miami Beach, har vit m.a. spældu beach volley móti tveimum russum. Høvuðsorsøkin til, at vit gjørdu hesar ferðafrásagnirnar var, at vit fóru at halda jól og nýggjár í Amerika. Og tí vildu vit skriva um tað var. Tí vilja vit bert heilt stutt greiða frá, um øll støðini vit vitjaðu, áðrenn vit komu til New York, har vit hildu jól. Farnir úr Miami koma vit nakrar tímar seinni til Kennedy Space Centre., sum er høvuðs­ rúmdarstøðin í USA. Vit guldu fyri rundvísing við fullum pakka. Hetta gjørdist kanska í so drúgt hjá okkum. Tí vilja vit mæla fólki bert at gjalda fyri fullan pakka, um ein veruliga vil hava alt at vita um NASA og líknandi. Næsti steðgur var í Disney Land. Vit fingu ein heilan dag í høvuðsparkini, The Magic King­ dom, sum er ein útav 4 Disney World høvuðsparkum í Orlando. Av tí at tað er so stórt og vit bert fingu vitja tí einu parkina, so mangla vit nógv. Vit høvdu gott kunnað tikið 2 dagar aftrat, men vit høvdu ikki ráð hvørki í tíð ella pengum at uppliva alt, men tað verður heilt avgjørt gjørt eina aðru ferð. Hetta var eitt gott upplivilsi, tí man gjørdist automatisk í góðum lag av øllum teimum glaðu ferðandi ­ øll vórðu til børn. Ávegis til Atlanta City fóru vit til Georgia Music Hall of Fame. Tað er eitt museum um øll tey kendu nøvnini, sum eru komin frá Georgia ella sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til Georgia. Fyrsta staði vit vitjaðu í Atlanta City, var á Aubrun Avenue, har Martin Luther King Jr. Memorial er. Vit fingu millum annað eina rundferð í barnaheiminum hjá Martin Luther King Jr. Gøtan, har húsið liggur, er hildið við líka, tí tað hevur so nógv søguligt virði. Á rundferðini sóu vit eisini grøvirnar hjá Martin Luther King Jr. og konu hansara. Leggjast kann aftrat, at í Atlanta City fóru vit eisini til World of Coca Cola. Her fekk man betri innlit um merkið, sum er í flestu støðum í heiminum. Ávegis til Graceland steðgaðu vit við barnaheimið hjá Elvis Presley, sum liggur í Tupelo, Missippi. Í Memphis liggur Graceland, heimið og gravstaðið hjá kong­ inum av Rock and Roll, Elvis Presley. Her sóu vit m.a. grav­ staðirnar hjá allari familjuni og allar heiðurslønirnar, sum Elvis hevur vunnið. Næsta morgunin fóru vit til Sun Studio, sum eisini liggur í Memphis. Her hava nógvar stjørnur byrjað sína yrkisleið, m.a. Elvis Presley, Jerry Lee Lewis, Roy Orbison og Johnny Cash. Næsta stóra staðið vit steðg­ aðu í, var Chicago. Vit vóru 3 dagar í hesum stóra býi. Her sóu vit okkara fyrstu dystir í kurvabólti og amerikonskum fótbólti. Í mun til okkara fótbólt, har tað bert dragar seg um at hyggja at dystinum, so eru hesir báðir ítrottirnir meira ein sýning til áskoðarnar. Í báðum dystunum var undirhald í hvørjari pausu og tað var sera stórfingið. Leggjast kann aftrat, at bæði liðini hjá býinum, Chicago Bulls og Chicago Bears, vunnu, so hýrurin var sera góður á fólki aftaná. Fyri at taka okkurt annað áhuga­ vert stað við, so vitjaðu vit millum annað heimsins hægsta bygning, Sears Tower. Hetta er í grundini ikki heimsins hægsti bygningur, men bygningurin hevur eina antennu, sum ger, at teirra røkkur hægst upp í loft. Ávegis til Washington DC fóru vit líka framvið Amish County. Hetta er staðið, har flestu Amish­ fókini eru savnaði í eitt øki. Man kundi fara til onkra sýning, men vit vildu heldur síggja eitt veruligt Amish­fólk. Men vit fingu at vita, at tey vilja ikki hava, at man kemur á vitjan hjá teimum bara av forvitni. Síðani komu vit til høvuðsstað­ in, Washington DC. Her vitjaðu vit sera nógv flott og kend støð. Í Washington eru øll hesi støðini savnaði á einum staði, og hetta ger tað lættari hjá einum ferðafólki. Fyrst vitjaðu vit The Capitol Building, har tann amerikanska stjórnin hevur sítt sætið. Síðan fóru vit til Tað hvíta húsið, har forsetin hevur sítt sætið. Serliga hesi støðini eru væl vard og tí sleppur tann vanligi persónurin ikki tætt at. Grundin til tess er 9. septembur, og tí hava forsetin og fólk hans­ ara sera góða trygd. Vit vitjaðu eisini á Abraham Lincoln Memorial, har The Reflecting Pool liggur framman­ fyri. Hetta staðið er óivað mest kent fyri, at tað var her Martin Luther King Jr. helt sína røðu “I Have a Dream”. Onnur støð, vit vitjaðu vóru millum annað á toppinum á Wash­ ington Monument, World War II Memorial og Holocaust Museum, har ein sá, hvussu óhugnalig og ræðulig jødatýningin í 2. Heims­ bardaga var. Vit valdu síðan at gera eitt lop niðan til Niagara Falls, sum ein kann síggja bæði frá amerikanska og kanadiska landamarkinum. Hetta er eitt vakurt stað, ið vit tilmæla fólki at fara til. Vit vóru bert ein dag í Kanada, men tó eydnaðist tað okkum at missa tvær boksir av kubansku sigarunum, sum vit høvdu við úr Kuba, tí vit høvdu ikki loyvi at hava kubanskar sigarir við inn í Amerika. Eftir at hava koyrt umleið 6500 kilometrar og koyrt í umleið 120 tímar lótu vit bilin inn í New York City 22. desembur. Ferðingin frá Miami varð gjørd við leigaðum bili. Hóast vit onkuntíð koyrdu langt út á kvøldarnar, so yvirnáttaðu vit ongantíð í bilinum. Ein dagur hevur vanliga verið at, tá ið vit eru farnir frá einum staði, so hava vit koyrt eitt sindur út á kvøldi. Áðrenn tað er vorðið ov seint, so hava vit leigað okkum inn í bíligt gistingarhús. Tá ið ein koyrir á einum høvuðsvegi, so er tað stutt ímillum skeltini hjá gistingarhúsunum, og tey eru í óvæntaðum góðum støði, um ein hugsar um, hvat tey kosta í mun til heima í Føroyum. Men tað man óivað verða útboðið av teimum nógvu gistingarhúsunum, sum ger at prísurin er lágur. Men annars kann man leggja aftrat, at hetta hevur verið ein biltúrur, sum vit síggja fólk uppliva í filmum. Bara eitt sindur betri ­ tí ein fær sjálvur loyvi at uppliva øll tey spennandi og kendu støðini og upplivingin er ikki til at vera fyriuttan. Fyri ikki at brúka nógva pengar uppá ferðing í New York City valdu vit at fáa okkum eitt hotel­ rúm mitt í Manhattan, fyri ein bíligan pening. Fyrsta kvøldið fóru vit til ein musical á Broadway. Vit sóu sjónleikin um Shrek, sum var ein flottur og stuttligur sjónleikur. Dagin eftir fóru vit til nøkur kend støð í New York. Vit vóru millum annað í Wall Street, Ground Zero og Statue of Liberty. Jólaaftan byrjaðu vit dagin við at fara til Rockefeller Center fyri at standa Á ferð tvørtur um USA Ferðin higartil Washington DC Atli Petersen & Hanus Eliasen Ferðafrásøgn